Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 48 - 8. mars 2006 Pedagogur til Dagstovnin Mýrifípan Stovnslýsing: Á Mýrifípuni ganga 95 børn í aldrinum 0-7 ár. Stovnurin er skipaður í 5 eindir, ein vøggustova, tríggjar barnagarðsstovur, harav ein hálvdagsstova, ein heildagsstova og ein útibarnagarðsstova. Starvið: Talan er um eitt avloysarastarv á bláu stovu, 32 tímar um vikuna fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður sett fyribils frá 27. mars til 30. juni 2006. Bláa stova er ein heildagsstova við 20 børnum í aldrinum 3-6 ár. Vit vænta av tær: • at tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi • at tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • at tær dámar væl at verða úti í náttúruni, sum er ein nattúrligur partur av gerandisdegnum • at tú hevur yvirlit í arbeiðinum • at tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt • at tú ert nærverandi og vísir umsorgan • at tú vísir áhuga og ynskir at mennast í arbeiðinum. Lønarviðurskiftir: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um pedagogar ikki fáast til størvini, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran ella varaleiðaran á tlf. 372700. Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum, skulu vera Stovninum Mýrifípuni, FO-826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. mars 2006 kl. 12.00. Innskriving av børnum til frítíðarskúlan í Vági Børn, ið skulu í frítíðarskúla komandi skúlaár, kunnu skriva seg inn frá viku 11 2006. Frítíðarskúlin Tlf. 229482 Endurlýsing eftir lærara til Hoyvíkar skúla Vegna fáar umsóknir verður vikarstarvið fyri lærara í barnsburðarfarloyvi lýst av nýggjum. Starvið skal setast sum skjótast og verður restina av skúlaárinum. Undirvísingin er 19 tímar um vikuna á 6. árgangi í føroyskum, søgu, ítrótti og heimkunnleika. Lønt verður eftir sáttmála við fíggjarmálaráðið. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og roynd- um skulu sendast til: Hoyvíkar skúla Postrúm 3073 110-Tórshavn áðrenn 14. mars. Nærri fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran á telefon 302590 ella 227603. Ikki er neyðugt hjá umsøkjarum, sum longu hava søkt, at søkja umaftur. Tær umsóknirnar verða eisini viðgjørdar. Birgit Arge Skúlastjóri Hoyvíkar Skúli Internet Sosialur in