Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 48 - 8. mars 2006 Prísur: 98 kr fyri sjálvtøkuborð, frukt og køkur. Góðska: Góð, smakkaði væl og fjølbroytt úrval av mati. Úrvalið av salati kundi kanska verið betri, og heitu kjøtbitarnir vóru eitt vet turrir. Uppsetingin av matinum var vøkur. Tænasta: Vit vórðu væl móttikin. Tænarin visti ikki rættiliga rætta svarið, tá vit spurdu um okkurt, men var fryntligur og fór inn til kokkin at spyrja eftir svari. Umhvørvi: Til bar at velja sær roykifrítt øki. Møblarnir vóru vanligir hotel møblar – ikki ov fínir, men heldur ikki ljótir. Hvítur dúkur var á borðinum, gott útsýni, ljóst og svalligt og góður tónleikur í bakgrundini. Pláss: Vit fingu pláss beinanvegin – bert trý onnur vóru í allari matstovuni. Atkomumøguleikar fyri børn og rørslutarnað: Ja, tey høvdu lyftu og barnastólar til taks. Ummæli: Prísur: 79 kr fyri sjálvtøkuborð. Góðska: Smakkaði væl. Maturin var heitur og soltin – serliga var fiskasúpanin sera góð, meðan búffurin tó ikki smakkaði av nógvum. Omaná fingu vit okkum te, men tað var ikki serliga heitt, men wienarbreyð á 12 kr smakkaði væl. Tænasta: Vit funnu okkum tað seinasta borðið sjálvi, men annars vóru starvsfólkini fryntlig. Umhvørvi: Tað sást sjónliga, at matstovan í løtuni er í umbygging. Borðið var reint, men undir var støv í hópatali – eisini undir sjálvtøkuborðinum. Eisini var tað heldur myrkt inni í hølinum. Pláss: Nógv fólk, men fingu hóast tað pláss. Atkomumøguleikar fyri børn og rørslutarnað: Lyfta er til taks, men í løtuni er ikki serliga barnavinarligt, nú umbyggingin er í gongd. Ummæli: Prísur: 140 kr fyri sjálvtøkuborð, frukt og køkur. Góðska: Góð, fjølbroytt og øðrvísi. Serliga var salatið framúr. Tænasta: Har var einki at finnast at; vit fingu svar á alt, vit spurdu um. Umhvørvi: Gott pláss, møblarnir sera góðir, gott útsýni og svalligt. Pláss: Vit fingu pláss beinanvegin, hóast nógv fólk vóru og ótu. Atkomumøguleikar fyri børn og rørslutarnað: Barnastólar vóru til taks, og gott pláss til t.d. at koyra við barnavogni, men maturin var ikki barnavinaligur. Umstøðurnar fyri rørslutarnað vóru eisini góðar, og lyfta var til staðar. Ummæli: Stór kanning: Besta sjálvtøkuborðið Hvønn dag leita nógv sær oman í býin at eta ein góðan bita á døgurðatíð. Nógv er at velja ímillum, og góðskan og prísurin eru ymisk. Hetta er eitt gott høvi hjá øllum. Fólk sleppa frá at smyrja matpakka heimanífrá og kunnu í staðin slappa av á hugnaligum matstovum við einum góðum bita saman við starvsfeløgum, vinum ella hjúnafelagum. Sosialurin hevur verið úti um seg á Havnar gøtum og kannað, hvussu ymisku sjálvtøkuborðini á middegi eru á matstovunum í býnum fyri at lýsa góðar og kanska minni góðar síður. Hotel Hafnia Hotel Tórshavn Hotel Føroyar I I I I I I I I I I I Samanskipað: Lív Højsted Horsdal og Inna Tørnroos Myndir: Blaðfólk á Sosialinum og Jens Kristian Vang