Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2006 31 í Tórshavn Prísur: 79 kr fyri sjálvtøkuborð. Góðska: Ikki serliga nógv av mati á borðinum, og okkurt hevur staðið heldur leingi. Tænasta: Var fín. Vit fingu svar uppá allar okkara spurningar. Umhvørvi: Møblarnir vóru góðir at sita í, borðið reint, men eitt roykfrítt øki manglaði, hóast ikki nógvur roykur var í hølinum. Annars er hølið ógvuliga hugnaligt, nossligt og rúmligt millum borðini. Pláss: Nógv fólk vóru inni, men vit fingu skjótt pláss. Atkomumøguleikar fyri børn og rørslutarnað: Lyfta og gott pláss fyri koyristóli. Eisini barnavinarligt við m.a. spælihorni. Ummæli: Prísur: 69 kr fyri sjálvtøkuborð Góðska: Hóast vit ikki komu fyrr enn kl. 13.30, var nóg mikið av mati. Maturin var væl tilgjørdur og nógv ymisk sløg at fáa. Men alt var kanska ikki eins heitt, og salatborðið kundi verið meira fjølbroytt. Tænasta: Avbera góð. Vit søgdu einki um, hvagani vit komu, men ein skuldi næstan trúð, at tey frá fyrstu løtu vistu, at vit vildu skriva um matstaðið. Tænastan var avbera góð og alt varð gjørt við einum stórum smíli. Umhvørvi: Alt var úr western-træi, so tískil ein serstakan dámur inni. Høgt var upp fyri millum borðini, so tú varå ikki órógvaður av hinum gestunum. Borðini vóru breið og stór, men heldur trongt millum beinkin og borðini. Borðini vóru bæði rein, nosslig og hugnalig. Behagiligur 80 ára tónleikur ljómaði í hóskandi styrki. Pláss: Nú vóru vit í seinna enda av mattíðini, so vit fingu pláss beinanvegin úti við vindeygað. Har vóru fleiri onnur fólk, tá vit komu og onnur komu seinni. Atkomumøguleikar fyri børn og rørslutarnað: Gjøgnum høvuðsinngongdina í Tórsgøtu ber ikki til at koma við koyristóli. Skal tað gerast barnavinarligt so má t.d. kips, pitsa og pylsa eisini á borðið. Ummæli: Prísur: 79 kr fyri sjálvtøkuborð. Góðska:Maturin var góður – serliga eplini við hvítleyki. Tænasta: Góð tænasta, vit fingu beinanvegin alt, vit vildu hava. Umhvørvi: Hugnaligt og kreativt innrættað. Eisini var reint og nossligt inni. Pláss: Vit fingu pláss beinanvegin. Men vit komu ikki fyrr enn kl. 13.30, og tá vóru bert vit og ótu. Atkomumøguleikar fyri børn og rørslutarnað: Tey hava barnastólar, og pláss er eisini fyri barnavogni ella koyristóli. Ummæli: Nantong Rio Bravo Marco Polo I I I I I I I I I I I I I I I Avbera gott I I I I Gott I I I Á einari leið I I Hampiligt I Minni gott