hósdagur 9. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2006
Samkoman Keldan
í Skálafirði hevur í
hesum døgum vitjan
av hjúnunum Rodney
& Adonica Howard
Brown.
Tey eru kend úr
sjónvarpsrásini “God
Channel”, men nú er á
fyrsta sinni møguleiki
hjá føroyingum
at hoyra tey live.
Møtirøðin byrjaði
týskvøldið og endar í
annaðkvøld.
Samkomur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Keldan:
Klokkan
er
ikki nógvar minuttir yvir
19:30, tá møtið byrjaði í
gjárkvøldið.
Høllin her í Kelduni er
stúgvandi full av fólki, men
enn sæst einki til nakran
talara. Nakrir tónleikarar
spæla róligan tónleik á
pallinum, meðan tey seinastu
møtifólkini sessast.
Eini 600 fólk eru savnaði
saman at hoyra henda
mannin, sum mong teirra
bert hava sæð og hoyrt í
sjónvarpi.
Men Rodney er komin.
Hann situr hesa løtuna í
einum rúmi við síðuna av,
har kristna sjónvarpsrásin
TV Visjon Norge hevur
samrøðu við hann.
Henda støðin hevur
nevniliga sett sær fyri, at
senda beinleiðis frá øllum
fýra møtunum, sum hesin
so kendi prædikumaðurin
skal hava í Føroyum.
Áðrenn hetta møtið skal
hann fyrst presenterast fyri
síggjarunum í teimum 30
londunum, har henda rásin
sæst. Og síðani skal hann á
pallin at frambera boðskap
sín.
Tíverri sveik tøknin hjá
sjónvarpsstøðini hesaferð.
Til bar ikki at fáa fatur á
rætta satelittinum, soleiðis
at sendingarnar kundu
fara beinleiðis út í luftina.
Ístaðin verða tær sendar eitt
samdøgur seinni.
Hetta tók tó einki frá talara
og áhoyrarum, sum sótu við
opnum hjørtum og tóku
ímóti tí gleðiboðskapinum,
sum hann hevði at bera
fram.
Eftir at lovsangurin hevði
ljóðað í høllini eina løtu,
kom Rodney á pallin, og
byrjaði talu sína um, hvussu
stór ið ting kunnu gerast, tá
tey verða latin yvir til Guds
hendur.
Sorg og gleði
Hóast gleðiboðskapurin
um Jesus var tað sentrala
punktið á møtinum, so fekk
sorgin eisini sítt pláss á
hesum møtinum.
Kvøldið
fyri
høvdu
nevniliga tríggir smádreingir
latið lív í einum syrgiligum
eldsbruna í Havn. Og henda
svára hendingin varð ikki
gloymd í gjárkvøldið.
Undan taluni kom Dánjal
á Dul Jacobsen úr Havn á
pallin at leggja møtið í Guds
hond. Her nýtti hann høvið
at heita á møtifólkið um at
biðja fyri teimum, sum sótu
eftir við sorgini.
– Vit ynskja eisini her í
kvøld at biðja fyri teimum
sum í dag syrgja, - at tey
mugu kenna Guds troyst í
sorgini.
– Tað er, tá vit eru veik
at vit kunnu kenna, hvussu
sterkur Harrin er. Og kenna,
hvussu Hann kann troysta
sum eingin annar, segði
Dánjal.
Lovsangurin ljómar eina
løtu aftrat, og líkt er til at
henda løtan er til stóra gleði
fyri fólkið. Tey syngja við av
heilum hjarta.
Sjónvarpsliðið ur Noregi
er nú liðugt við samrøðuna
við Rodney. Hann er komin
inn í høllina, og syngur við
ensku tekstunum.
Hann fer á pallin saman
við føroyska tulki sínum, og
hann kann byrja talu sína.
Vendir ikki tómt aftur
Talan bíðaði kortini eina løtu
enn, tí Rodney hevði fyrst
eitt annað mál uppá hjarta.
Rodney veit til fulnar, at
Guds orð vendir ikki tómt
aftur. Hann vil tí fegin vita,
um boðskapur hansara
kvøldið fyri hevði sagt
nøkrum nakað. Um Heilagi
Andin hevði talað til nakran
í samkomuni.
– Varð nakað rørdur í hjartað
av Guds orði í gjárkvøldið,
so eru tey vælkomin niðan
á pallin. Gerið so væl, sigur
Rodney.
Ein maður er kvikur á
pallin, og honum á baki
koma tríggir aðrir. Men einki
konufólk tykist hava nóg
stórt dirvi til hetta sama.
Tað gongur ein lítil løta,
so fer ein ung genta á føtur,
og fá sekund seinni fer ein
onnur genta somuleiðis á
pallin.
Við djúpu og myndigu
rødd síni spyr Rodney
fólkini um, hvussu tey vórðu
rakt av orðinum kvøldið fyri.
Gleðin lýsir av teimum, tí
boðskapurin hevur veruliga
sagt teimum nakað.
Vitnaði glaður
Tann fyrsti maðurin á pallin
kann fegin greiða frá at
boðskapurin kvøldið fyri
hevði sagt honum ótrúliga
nógv. Hann hevði fyrr
um dagin greitt einum av
starvsfelagum sínum frá
hesum møtinum.
– Eg plagi ofta at vitna fyri
øðrum á arbeiðsplássinum,
men á arbeiðinum í dag
hevur tað bara verið so
super.
– Og hesin starvsfelagin
segði eisini við meg, at “tú
mást hava upplivað okkurt
gott og okkurt serligt á
møtinum í gjárkvøldið”.
Hann hevði sjáldan hoyrt
meg vitnað fyri sær so íðin
sum nettupp í dag, segði
hesin maðurin við einum
brosi.
Við stórum jubli úr salinum
kundi hann eisini greiða frá,
at konan eisini hevði skilt á
honum, at hann hevði havt
ein serstaka uppliving á
hesum fyrsta møtinum í
Kelduni.
Ein lítil matpakki
Rodney lýsti nú signing
sína yvir hesi seks fólkini
og fór síðani undir talu sína.
Hesaferð um hendingina,
tá Jesus mettaði eina stóra
mannfjøld við breyðum og
fiskum.
– Í roynd og veru var
hetta bert ein lítil matpakki
hjá einum smádreingi.
Hetta var einki at tosa um:
Her vóru eingi superbreyð
ella hvalir til at metta hesa
mannfjøldina. Bert nøkur
breyð og nakrir fiskar, segði
hann.
Sera hugtakandi greiddi
hann frá reaktiónunum
hjá
fólkinum,
og
tá
lærusveinarnir hjá Jesusi
byrjaðu at býta út tað lítla
petti av breyði og fiski sum
hvør teirra hevði fingið. Alt
skuldi verða til hesa stóru
mannfjøldina, sum kanska
svaraði til 15 – 20.000
fólk.
– Ímyndið tykkum, hvat
teir hugsaðu: Her standi
eg við einum lítlum mola
av breyði og einum lítlum
petti av einum fiski. Hvussu
í víðu verð skal tað kunna
blíva til nakað og til so nógv
fólk sum her eru?!
– Men líka so bilsnir
gjørdust teir, tá teir góvu
tí fyrsta fólkinum burturav.
Viðkomandi fekk sín part,
og tá teir so hugdu á hondina
aftur, var líka so nógv eftir
har sum frammanundan. Tí
tað var Gud sum signaði alt,
segði Rodney.
Boðskapurin var týðiligur
í tí sum hann víðari segði, at
hóast fólk kanska kenna seg
lítisverd, so kunnu tey gerast
stór í Guds eygum, um tey
vilja yvirgeva seg í Hansara
hendur.
– Hetta sama hava
hunraðtúsundtals
fólk
upplivað, tá tey fult og heilt
yvirgóvu seg til Hansara.
Tað kanst tú eisini gera í
hetta kvøld, segði Rodney.
Spennandi verður at
fylgja við, hvussu hesin
boðskapurin ávirkaði fólkið.
Tað fæst kanska meiri at vita
um á møtinum í kvøld.
Í kvøld er nevniliga aftur
høvið at hoyra Rodney.
Seinasta møtið á hesum
sinni verður í annaðkvøld.
Síðani leggur hann leiðina
til Álands.
Víðagitnir talarar í Kelduni
Rodney Howard Brown hevur leingi staðið í andaligari tænastu. Nú er hann komin til føroyar og fer higani til Álands at boða
Guds orð. Hann er kendur frá God Channel og nú eisini TV Visjon Norge sum sendir frá møtunum í Kelduni
Lovsangur hoyrir eisini við til eina slíka møtirøð sum hesa.
Tey ungu úr Evangeliihúsinum í Havn stóðu fyri hesum í
gjárkvøldið
Tað er, tá vit eru
veik at vit kunnu
kenna, hvussu
sterkur Harrin
er. Og kenna,
hvussu Hann
kann troysta sum
eingin annar
”