hósdagur 9. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 49 - 9. mars 2006
Fyri stuttum bórust tíðindini
um, at ein fólkaatkvøða um
loysing fra Beograd verður
hildin í tí allarsíðsta fyrr
verandi jugoslaviska lýð
veldinum, ið enn er saman
við Serbia í einum ríkis
felagsskapi. Um loysingin
og frælsið verða veruleiki,
fer hetta sjálvsagt at merkja,
at landið gerst meira sjónligt
á altjóða pallinum – eins og
verður navn tess nevnt í teim
um føroysku fjølmiðlunum
oftari, enn tað er í dag.
Nógvir føroyingar kalla í
dag hetta landið fyri Monte
negro. Eg má viðganga, at
hetta skurrar illa í oyrunum.
Ikki tí, Montenegro er eitt
fínt orð í sær sjálvum - hetta
er bara so óføroyskt, sum tað
kann vera.
Tað áhugaverda við hesum
orðinum er, at tað heldur ikki
er nýtt í sjálva landinum, ið
umrøtt er í hesari greinini.
Fólkið har niðri nýtir eina
dialekt av serbiskum og
kallar land sítt Cerna Gora
(ella Tjerna Gora við før
oyskari stavseting). Hetta
merkir Svarta Fjall. Navnið
Montenegro merkir nevni
liga just tað sama – Fjall
Svarta – men tað er heldur
nýtt í teimum latínsku málun
um, til dømis í italskum.
Tey latínsku málini eru als
ikki tosað millum fólk í tí
umrødda landinum. Umvegis
italskt og latín er navnið
Montenegro onkursvegna
komið í enskt og danskt – og
nú eisini føroyskt.
Føroyingar siga til dømis
Fílabeinsstrondin – og hetta
er eisini tað rætta føroyska
navnið fyri afrikanska land
ið. At kalla Svartafjall á
føroyskum ”Montenegro”
er akkurát tað sama, sum at
siga og skriva á føroyskum
”Ivory Coast” (enskt) ella
”Costa d’Avorio” (italskt)
– og ikki Fílabeinsstrondin.
Vónandi skilja tey flestu
hesa samanberingina.
Eg fari við hesum at heita
á Føroyamálsdeildina á Fróð
skaparsetrinum, eins á teir
føroysku fjølmiðlarnar, at
nevna tað nýggjasta frælsa
evropeiska landið (um
loysingin frá Serbia verður
gjøgnumførd) Svartafjall
(óbundið) ella Svartafjallið
(bundið) ella Svartfjalla
land, um føroyingar vilja
nýta føroysku týðingina av
navni landsins – ella Tjerna
Gora, um føroyingar velja at
kalla landið á upprunamáli
tess – men ikki Montenegro!
Íbúgvar og borgarar í landin
um skulu eitast á føroyskum
svartfjallafólk (svartfjalla
maður, svartfjallakvinna)
ella tjernogorar – ikki
montnegrinar, monteneg
arar ella kanska montenekar
ar…
Tað er annars altíð áhuga
vert at lesa stuttar og greiðar
viðmerkingar hjá Eyðuni á
Borg um málfrøðisligar
spurningar í føroyskum. Eg
vil takka honum og eisini
Johnny Thomsen um seinastu
viðmerkingar teirra viðvíkj
andi føroyskari stavseting av
landinum Ukraina – har má
ein viðurkenna, at Johnny
hevði rætt. Navnið Ukraina
er tó neyvan komið beinleiðis
úr donskum – danir skriva
nevniliga Ukraine, meðan
Ukraina ljóðar heldur
meira føroyskt, umframt at
tað eisini er nýtt í teimum
slavisku málunum.
Í kjakinum um eina
atknýtt a verkætlan
frá Norðoyatunlinum
gjøgnum Leirvík, verður
Leirvíkar bygdaráð og
fólkið í Leirvík framstill
að sum tey, ið seta órími
lig krøv, men hett a er
beinleiðis skeivt, tí veru
leikin er tann, at tað er
Løgtingið sum hevur játt
að og samtykt at tunnil
skal gerast undir Leirvík.
Hin 4. mars 2002 legði
táverandi løgmaður, vegna
Vinnumálastýrið, uppskot
um Norðoyatunnilin fyri løg
tingið. Hin 15. mars 2002,
var uppskotið samtykt. Tá
vóru atknýttar verkætlanir í
Leirvík og í Klaksvík tengdar
uppí og skuldu hesar gerast
í samráð við Leirvíkar- og
Klaksvíkar kommunur.
Leirvík og Klaksvík
Hin 19. februar 2003, leggur
Bjarni Djurholm uppskot nr.
69/2002 fyri løgtingið, sum
sigur, at “tá forkanningar og
projektering eru gjørdar av
atknýttum verkætlanum, skal
landsstýrismaðurin leggja
fram uppskot til løgtings
lóg um hesar verkætlanir.
Uppskotið skal fevna um
ein tunnil undir Leirvík
Eysturoyarmegin og um ein
veg frá Oyravegnum yvir
í ætlaðu rundkoyringina
Borðoyarmegin” og hetta
uppskotið var samtykt hin
4. apríl 2003, við 22 atkvøð
um.
Sostatt eru tað ikki leir
víkingar sum eru komnir
við kravi um ein tunnil,
men hetta eru samtyktir, sum
Løgtingið gjørdi í 2002 og
2003.
Tórshavnar kommuna.
Nú boðar so LV frá, at verð
ur kravið eftirlíkað og tunnil
gjørdur í Leirvík, so eru
tað fleiri kommunur sum
koma at krevja tað sama,
millum aðrar Tórshavnar
kommuna. Um hetta er
lagnurnar speiðsemi veit eg
ikki, men atkvøðugreiðslan
í Tinginum hin 4. apríl 2003
vísir, at verandi borgarstjóri í
Havn var millum teirra, sum
samtyktu at tunnil skuldi
gerast í Leirvík.
Landsstýrismaðurin.
So nú má Bjarni Djurholm
kennast við sítt egna uppskot
um tunnil í Leirvík, sum nú
hevur funnið sína endaligu
linjuføring við tunli og
atknýttum vegagerðum, og
koma við uppskotið um hesa
loysnina í Tingið 4. apríl
2006, so ferðslan frá Norð
oyatunlinum, fer eftir ver
andi bygdavegnum gjøgnum
Leirvík í so stutta tíð sum
gjørligt.
Tað fer ikki dagur, at Miðeystur ikki er á breddanum í
heimsins fjølmiðlum. Tíverri ikki fyri tað góða. Stríð
og kríggj, hatur og illstøða. Hetta er gerandisdagurin,
sum hvønn dag verður varpaður út úr Miðeystri. Her
hevur leikað so hart á so leingi, at nú skuldi skuldi man
trúð, at tað var nóg mikið. At lóðurið varð uppi og at alt
haturið var uppbrúkt.
Veruleikin tykist tó at vera ein heilt annar. Tað er sum
um, at Miðeystur kanska meira enn nakrantíð er ein
”tikkandi” bumba. Ein krúttunna. Har bíðað verður eftir,
hvør nú skal fara og festa í fjúsið. Og tað eru so sanniliga
nógv um boðið.
Hvat vit enn halda og hvønn vit enn halda við, so er tað
ein sannroynd, at tað prutlar undir lokinum í ikki bert
einum men í fleiri av londunum í Miðeystri.
Støðan í Ísrael/Palestina er sera spent. Hamas, sum vann
valið herfyri, vil framvegis ikki viðurkenna rætt Ísraels
at vera til. Tað ger sjálvandi, at Ísrael ikki viðurkennur
Hamas sum vinnara av valinum og harvið er álvarslig
naggatódn komin í eina framtíðar friðartilgongd. Henda
nærum ómøguliga støða kann gera, at vit aftur verða vitni
til blóðug sjálvmorðsálop á ísraelar. Og tað fer so aftur
at føra til ísraelsk álop á palestinsk mál. Sum støðan er
nú, so kann alt henda. Tú óttast fyri tí ringasta.
Leita vit so eitt sindur longur eystureftir til Irak, so tyk
ist støðan har eins álvarssom og ómøgulig. Har restar
lítið í einum veruligum borgarakríggi millum muslimar
innanhýsis, millum Sunni og Shia. Hendir tað so kann
hetta fáa eld í alt Miðeystur.
Triðja stríðsøkið finna vit í grannalagnum, í Iran.
Eisini her er støðan sera ótrygg, nú Iran noktar fyri
at broyta sín kjarnorkupolitikk. Vil illa til so kunnu
vit um ikki so langa tíð fáa eina beinleiðis krígssstøðu
millum Iran og USA. Nýggi amerikanski sendiharrin í
ST gjørdi nú um dagarnar púra greitt, at um Iran ikki
broytir kjarnorkuætlanir sínar, so fær tað ítøkiligar avleið
ingar. Og tær kunnu bert vera eitt hernaðarligt álop á
kjarnorkuannleggini í Iran. Tá fer søgan at endurtaka
seg. Tá grannin Irak fyri mongum árum síðani royndi
at útvega sær kjarnorku og noktaði fyri at lurta eftir
ávaringunum úr USA vóru kjarnorkuvirkini oyðiløgd
av ísraelskum bumbum.
Vit eru tí vitni til eina ótespiliga gongd í Miðeystri, har
tað kann bresta nær tað skal vera og í fleiri støðum.
Hamas sjálvmorðsálop á Ísrael, borgarakríggj í Irak og
oyðing av kjarnorkuvirkjum í Iran – hesi eru tikkandi
bumburnar í Miðeystri í dag. Tað skal hepni, vit og skil
og diplomati at forða fyri, at ein av hesum bumbum ikki
brestur. Og hóast tað eydnast at forða ragnarroki í einum
av hesum plássum, so er stórur vandi fyri, at bert ein
av bumbunum fer av, fer hon at seta eld í hinar. Tað er
ongantíð rætt at geva skarvin yvir, at fella í fátt og lata
svartskygni taka ræðið. Men í hesum trimum málum
tykist svartskygnið vera meira realistiskt enn vónin og
bjartskygnið. So ómøgulig tykist støðan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Krúttunnan Miðeystur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ukreinsk
málrøkt
Ukreina,
ikki Ukra-ine!
Í okkara fótbóltsbólki
er eitt land, sum eitur
Ukreina (appilsingul koll
velting)!
Ein ukreini býr í
Ukreina; hann er ukreinsk
ur og tosar ukreinskt!
Í Bretlandi siga tey
Júkreyn, í Noregi og Svø
ríki siga tey Ukreina, men
í Føroyum eru nógv, sum
siga Ukra-ine! Hví? Jú,
tí danir siga tað!Ukra-ine
(ella Ukra-ina) er ikki rætt
ur føroyskur framburður
(úttala)!
Altso: UKREINA, sum
tað stendur á tí føroyska
landakortinum!
Meira um landanøvn
seinni!
E.S! Er tað langt síðani,
tú hoyrdi orðið, stadig
vekk?
eydun.a.borg@skulin.fo
Eyðun
á Borg
Svartafjall – ikki Montenegro!
Valby
Ivan
Eginsson
Tað eru ikki leirvíkingar sum krevja
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Alfred
Olsen