hósdagur 9. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2006
11
Tað kom ikki stórt nýtt fram
í svarinum hjá formanninum
í Mentanargrunninum, men
eg beit merki í eitt sum for
maðurin segði, at: »Vit hava
valt at byrja á berum, hvørja
ferð nýggju umsóknirnar
skulu viðgerast.....« citat
úr samrøðuni í Sosialinum.
Og so kemur okkurt aftaná
í sama broti, sum ger, at eg
ivist hvat formaðurin hugsar
um, men óivað er hetta stórar
hugsanir.
Men hetta at til hvønn fund
hjá Mentanargrunninum
verður byrjað á berum, sigur
mær kanska, at formaðurin
meinar við at allir umsøkjarar
hava sama møguleika at
fáa, tá nýggju umsóknirnar
skulu viðgerast! Tað vil siga
at byrjað verður á »ground
zero« hvønn fund!
So kunnu vit spyrja, tá ein
høvundur søkir í áravís um
starvsløn til sama verk og
fær, er tað so eisini ein nýggj
umsókn hvørjaferð?
Ella játtar Mentanargrunn
urin tá eftir hvørja ferð høv
undin skrivar ein nýggjan
kapitul?
Og hvussu leingi kann
Mentanargrunnurin játta
starvsløn til sama verk?
Hvussu nógv ár?
Hetta haldi eg má broytast
í lógini fyri grunnin, at ein og
sami persónur fær starvsløn
í áravís til sama verk, tí tað
hevur tað verið í førinum
Carl J Jensen sum einki hev
ur givið út øll árini fram til
2005, men kortini fingið
fleiri ferðir til sama verk, ja
heilar 560.000 krónur.
Og so vita vit ikki hvussu
nógvar starvslønir hann hev
ur fingið úr Mentanargrunni
Føroya Løgtings, tað sigur
søgan einki um, men sjálvur
sigur høvundin at hann skriv
aði bókina í 8 ár.
Nú er tað sjálvandi nakað
ymiskt hvussu leingi tað
tekur at skriva eina bók,
men 8 ár ljóðar sum ein
joke í mínari verð. Men tá
vit skilja at hesin høvundin
eisini hevur starvast sum
blaðmaður á Fregnum, ja so
er starvslønin ikki játtað til
sjálvt verkið eina, men sum
eitt slag av ískoyti, kanska
sosialt ískoyti. Og tað sigur
formaðurin at grunnurin ikki
játtar.
Dygd
“Vit verða neyvan nakrantíð
samd um, hvat listarlig
góðska er, men í okkara við
gerðum av umsóknum um
starvsløn vigar tað listarliga
skapandi ella nýskapandi
rættiliga tungt”, soleiðis
sigur formaðurin í Mentanar
grunninum í Sosialinum.
Og her eri eg samdur at
torført er at seta upp frimil
um dygd, ja púra ógjørligt, tí
altíð er talan um persónliga
uppliving av einum lista
verki – bók, tónleiki ella
málningi.
Men spurningurin er,
hvussu kann nevndin vita
um dygdina á einum verki
út frá eini umsókn? Hvørjar
mátistokkar brúkar nevndin
til tess? Og hvussu visti
nevndin í 2001 at fyrra bókin
hjá Jústinus L Eidesgaard
fór at koma út, meðan Carl
J Jensen einki gav út fyrr enn
í 2005, tá hann hevði fingið
560.000 krónur?
Eg havi stóran mistanka
um at henda nevndin við Róa
Patursyni sum formanni, hev
ur fleiri dagskráir enn for
maðurin sigur, og Jústinus
L Eidesgaard nevnir sjálvur
eina at kanska skrivaði hann
um persón við skeivum liti
og skeivari trúgv, meðan høv
undar sum svíndálka eitt nú
“baptistar” aftur og aftur í
sínum skaldskapi, teir fáa
bara teir senda umsókn inn.
Eingin nýskapan
Eg havi ilt við at skilja hetta
at senda umsókn inn um
starvsløn og hava frágreiðing
um verkið, at Mentanargrunn
urin hevur slíkan førleika at
døma út frá frágreiðingini
um hetta er nýskapandi og/
ella listarliga skapandi!
Men her sigur formaðurin
so, at skorið verður ígjøgnum,
tikin verður ein avgerð! Og
avgerðin sambært listanum
fellur á teir somu!
Ein tónasmiður sendir
inn umsókn um starvsløn
í eitt ár, tí hann skal skapa
eitt verk sum eitur “Várblá
nátt á strond” og í føgrum
hugleiðingum og texti skriv
ar hann um verkið og at hetta
er súmfoni í b-mol við 4
satsum. Blásarar eru eisini
við í síðsta satsinum!
Til sama fund sendur ein
yrkjari umsókn inn eisini um
eitt ár, tí hann er farin undir
yrkingarsavnið “Gongulop”
og eru hetta yrkingar sum
hava uppruna í Miðeystri
eftir ferð, men verða yrktar
undir føroyskum lofti og á
føroyskari mold.
Og ungur høvundur hevur
eisini umsókn til sama fund
um at fáa styrk í eitt ár at
skriva skaldsøguna “Mamma
gongur sum ein dunna” og
hevur hann eisini ómaka
sær at skriva dispositión um
bókina, og at hon verður eini
90.000 orð. Vit avdúka ikki
her, hvussu bókin endar!
So mugu vit ikki gloyma –
og her er ikki neyðugt at siga
nøvn – at gamal kenningur
hjá grunninum sendir eisini
umsókn inn um eitt ára
starvsløn og bókin er tann
sama sum hann søkti um í
fjør! Hann hevur skrivað ein
triðing av bókini nú, men eitt
ár aftrat má hann hava!
Hetta er sjálvandi eitt til
tonkt dømi, men kundi fyri
tað verið satt, og kanska
eru fleiri meiningar um,
hvat er mest nýskapandi og
listarliga skapandi av hesum,
og um ikki øll eru tað! Men
út frá játtanarlistanum hjá
Mentanargrunninum, so er
eingin ivi, at tann sum hevði
søkt fyrr og hevði fingið, ja
hann fær aftur í ár!
Og her er tað at vit renna
okkum í stóra trupulleikan tá
vit nú vita hvussu Mentanar
grunnurin játtar, at fleiri
ungir høvundar hava ongan
møguleika at koma framat
og fáa umstøður at skriva, tí
teir somu fáa aftur og aftur,
ár undan ári.
Hetta er ikki nakað eg
hugsi mær til at so er, eg
veit eisini frá onkrum sum
hevur fingurin á pulsinum
sum sigur tað sama, at fara
allar játtanirnar til teir somu
ár undan ári, ja so verður
eingin menning í, eingin
nýskapan!
Alneyðugt
So út frá tí sum Jústinus L
Eidesgaard hevur ført fram
og út frá tí sum fram er kom
ið higartil um játtanirnar til
starvslønir, so er sera týð
andi at vit fáa sett eitt háloft
á, hvussu nógv ár tú kanst
søkja og fáa til sama verk!
Tann stóra starvslønin er 3
ár, og mær tikir tó at eg ikki
veit tað at eingin sum hevur
fingið hana fer at søkja aftur
um hana. Henda starvlønin
vísir seg at vera oyramerkt
til eina ávísa uppgávu, og so
skal uppgávan verða loyst
hesa tíð. Tað liggur líkasum
nakað stórt í hesi starvsløn,
eitt stórt verk av einum ella
øðrum slagi, og viðkomandi
fær rúmar ræsur at gera verk
ið liðugt, heili 3 ár!
Kanska eitt ára starvlønin
eisini átti at veri hesi meiri lík
í so máta at hon er oyramerkt
til eitt ávíst verk sum verður
liðugt eftir einum ári! Tí sum
støðan er nú kanst tú um tú
hevur rættan lit og røttu upp
skrift fáa í áravís til sama
verk og harvið spenna bein
fyri øðrum sum ikki høvdu
alt hetta!
Og tað ger einki um alt
hetta verður tikið upp til
viðgerðar, tí sum støðan er
nú, ja so er hetta ikki nakað
mennandi fyri føroyskja
mentan!
Ein viðurkenning
Tað er ein viðurkenning at
fáa slíka starvsløn, verði hon
seg 3 ár ella 1 ár, ja sjálvt í
hálvt ár! Og tað eigur eisini
at verða so, at tað skal verða
á hesum støði at hetta er ein
viðurkenning og við ábyrgd
sjálvandi!
Mangan havi eg sitið ella
ligið og droymt um at fingið
eina opinbáring um eitt verk
sum var búgvið til umsókn
til 3 ára starvsløn, ella bara
eitt ár, men ikki enn er henda
sæla fallin mær í lut, men
kanska einaferð hon kemur
– opinbáringin!
Men ansa vit ikki eftir
og sum tað eisini sæst á
játtanarlistanum hjá Ment
anargrunninum, ja so verð
ur hetta ikki nøkur viður
kenning longur, men ein
skomm!
Skeivur boðskapur
Undanfarna samgonga var
ógvuliga upptikin av at seta
misálit á okkara støðu sum
tjóð í ríkinum. Javnan var
sagt, at vit ongi rættindi
høvdu innanfyri og sjálvt
har, ið mál vóru yvirtikin,
høvdu vit í veruleikanum
einki at skula havt sagt.
Millum annað koyrdi
Tjóðveldisflokkurin eina
lýsingarherferð ímóti at vit
eiga okkara egnu undirgrund
og tað, sum í henni er. Sam
stundis var hildið uppá, at
nú var olja funnin, og vit
kundu taka loysing, tí tað
var ikki longur brúk fyri
blokkinum.
Nøkur læra seinni
enn onnur
Nú sær tíbetur út til, at flokk
arnir, ið vóru umboðaðir í
samgongu tá, hava tikið
annað skinn um bak. Vit
hoyra stórtsæð einki longur
um at danskarar koma at
taka okkara olju ella nakað
líknandi, og hóast onkur fram
vegis kemur upp at blása um
at vit eru danskir trælir og at
vit spæla fólk í húsi, so er
vit vónandi komin har til, at
vit duga at síggja, at vit fáa
tað ríkisrættarligu skipan vit
(ein meiriluti av fólkinum)
vilja hava. Undirlagt hesum
er sjálvandi eisini, at vit hava
evstu ábyrgd av øllum øðrum
ið hendur her á landi, m.a.
fíggjarligu viðurskiftunum
Halta til báðar síðir
Tað er tí eitt sindur forargiligt
tá tjóðveldisflokkurin roynir
at reklamera fyri teirra iva
samu fíggjarligu ábyrgd,
m.a. við at spyrja eftir hvussu
nógv skuldin er niðurgoldin
undir hesi samgongu í mun
til undir fullveldissamgong
unum.
Eyðvita er at tíðirnar síð
ani hendan samgongan kom
til, hava verið nógv verri
enn vit upplivdu seinnu
hálvu av 90’unum og fyrstu
árini av nýggju øldini. Tá
undanfarna samgonga aftrat
hesum, ikki hevði dirvi til at
skera blokkin fyrr enn móti
endanum av valskeiðnum,
tó uttan at tora at skera al
mennu útreiðslurnar á sama
hátt, so skilja tey flestu, at
fyritreytirnar fyri at gjalda
niður skuld eru ymiskar. Tað
er hóast alt lættari at rulla
steinar omanbrekku enn mót
brekku.
At taka við ábyrgd
Tað ber væl til at hava for
mella ábyrgd og allíkavæl
vera ábyrgdarleysur, eins
væl og tað øvugta eisini ber
til. Tí er tað ein spurningur
um at vísa ábyrgd í ringum
sum góðum tíðum, og ikki
gera sum summi – taka
ábyrgd tá tað gongur væl og
so skylda uppá ríkisrættarlig
viðurskifti tá tað gongur
illa.
Tí er tað allneyðugt at øll
taka hond í og hjálpa til at
bera byrðarnar, líkamikið um
ein er í samgongu ella ikki,
heldur enn at standa burtur
frá og meta um hvussu stór
byrðan er og hvussu hini
klára tað.
Byrja hvønn fund á »ground zero«
Rithøvundur
Ólavur
í Beiti
Búskaparlig ábyrgd – hvat er tað?
Gunnar K
Nattestad
Ongin
heilsufrøðingur
hevur verið við skúlan á
Ziskatrøð í Klaksvík alt
hetta skúlaárið. Hetta er ein
stórur trupulleiki fyri allan
skúlan, tí næmingarnir fáa
ikki kannað sjón, hoyrn og
heilsuna sum heild - nakað,
ið má gerast, um trivnaðurin
skal verða góður. 1. flokks
næmingarnir eru tískil ikki
kannaðir ta vanligu 1. flokks
kanningina, har vanliga
meir verður gjørt burturúr.
Hetta eigur at verða gjørt,
so at tørvir ella brek kunnu
staðfestast tíðliga, til tess
at barnið kann fáa serkøna
hjálp.
Tá ið heilsufrøðingur var á
skúlanum, nýttu næmingarnir
eisini ofta høvið at tosa við
hana, um teir høvdu onkrar
trupulleikar at dragast við
ella spurningar, teir ivaðust
í.
Hetta mugu næmingarnir
við skúlan á Ziskatrøð so
vera fyri uttan, møguliga
alt hetta skúlaárið.
Foreldur at børnum í 1.
flokki sendu skriv til Menta
málaráðið, att.: Mary í Garði
28.11.05 um henda stóra
trupulleika. Skúlastýrið á
Ziskatrøð fekk eisini eitt
eintak av brævinum. Sum
formaður í skúlastýrinum
setti eg meg í samband við
leiðaran á heilsufrøðiskip
anini eftir nýggjár, har hon
lovaði, at lýst skuldi blíva
eftir heilsufrøðingi fyrst í
februar, men ongin lýsing
hevur verið at sæð enn. Tá
eg spurdi aftur á Heilsu
frøðiskipanini nú í mars,
fekk eg at vita, at málið lá
á “trappuni”, so gott hevði
verið at vitað, hvussu leingi
tað skal liggja har.
Vit vita væl, at tørvur er á
útbúnum heilsufrøðingum,
men vit hava havt útbúnan
sjúkrarøktarfrøðing, sum
hevur klárað hesa uppgávu
sera væl. Tá tað kemur til
børn í skúlaaldri, megnar
ein sjúkrarøktarfrøðingur
væl at røkja eitt tílíkt starv.
Trupulleikin hjá okkum er,
at ongin heilsufrøðingur
bleiv settur í starv, tá heilsu
frøðingurin, sum var, fór í
barnsburðarfarloyvi. Hon
hevur arbeitt nógv upp saman
við starvsfelaga sínum, sum
er útbúgvin heilsufrøðingur
og arbeiðir við hin skúlan í
býnum.
Í mínum eygum sær tað út
til, at henda støðan er komin
í av sparingum. Eg haldi
ikki, at tað kann vera rætt, at
tílíkar sparingar skulu raka
387 næmingar. Loyvi mær at
ivast í, hvussu nógv sparing
er í hesum.
387 skúlanæmingar uttan heilsufrøðing!
Formaður í skúla
stýrinum á Ziskatrøð
Ella
Heinesen