Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 49 - 9. mars 2006 VIÐMERKINGAR Hetta er, hvat málið í grund­ ini snýr seg um: at tú og eg, skattgjaldarin, rindar fyri at ein persónur – lat meg bara kalla hana Rakel Helmsdal – veitir beiggjanum starv. Hetta er, í sjálvum sær, nóg galið. Men – hvat verri er – starvs­­ setti beiggin er eyð­sýni­­liga í besta føri illa skikk­að­ur, í ring­asta, órógv­andi illa skikk­­­­aður. Og – uppaftur verri – við tað at tá ið leiðarin av films­ smiðjuni í Ung í Føroyum, viðkomandi beiggi skuldi virka sum “hjálpari” í, royndi at geva “hjálparanum” dura­ fjórðingin, lat hetta seg ikki gera. Ikki tí, hetta er ikki bert ein fíggjarligur spurningur – at vit, fullkomiliga óneyð­ ugt, skula rinda fyri at onk­ur hiss­ini familjulimur hjá onkr­um medstjóra við peng­um hjá tær og mær um hendi skal fáa ein ókeypis ferðaseðil og blíva ‘say- so’-medpartur av onkrum “mentanarligum” – men eis­ ini, so sanniliga, ein fak- og grundregluspurningur. Men hetta, alt hetta, aftaná at ein av trimum medstjór­ um, Hedvig Vesterlund- Kap­nas, í telefonpráti sein­ ast í januar brúkti orð sum “(faklig) neyðplan” um starvssetta beiggjan, og við­ gekk – ja, viðgekk – at hes­in her nýggi “hjálparin” í films­ smiðjuni so sanniliga var “illa skikkaður”... ella var tað “óskikkaður”: eitt feitt! Afturat “neyðplan” sum orsøk til at seta beiggjan hjá ein av medstjórunum í starv, brúkti Vesterlund-Kapnas nokkso eyðsýndar, fyri ikki at siga øgiliga eyðsýndar, og grunnar grundgevingar sosum “jú, men hann er hóast alt mannfólk; og vit hugsaðu at tað var gott við eitt sindur av mannfólki í tiltakinum, í øllum hesum her ‘kvinnufrenzyinum’ – vit, stjórarnir, eru jú allar kvinnur” [ja, tað manglar bara eitt “hi, hi, hi,” har!] – um starvssetta hjálparan í filmsverksmiðjuni. Ja, eg veit, ullint. Jú, vissuliga eru tygum kvinna, Hedvig Vesterlund, ábyrgdari av Ung í Før­oy­ um; og hinir báðir med­­stjór­­ ar­nir við. Og vissu­liga er hetta ein grunn og óvan­­liga avmarkandi starvs­­set­anar­ grund. So har býr sjálvandi okkurt ann­að undir: nevniliga hatta har við at ein tykkara, um­­framt at vera kvinna og part­ur av einum frenzy av honslagnum, eisini er systir ein av teim starvssettu. Tey, sum sláa slíkt upp í glens og ikki síggja tað fyri hvat tað er, nakað óyrkisligt svans, kunna ikki annað enn hava grundliggjandi trupul­ leikar við ikki at kunna síggja skógina – óyrkisligt svans – fyri berum trøum – óyrkisligum svansi. Men hey! Vit hava at kalla altíð havt eina keði­ liga siðvenju fyri ikki at kunna síggja hasa vælsign­ aðu skógina fyri trøum, ser­stakliga tá ið tað kemur til blatantan vina- og kenn­ ingapolitikk. Men tað, at eitthvørt er “vanligt” – vanlig praksis – ella “normalt”, ger tað ikki tessvegna rætt. Ein tann “vanligasta” grundin til at okkurt er “vanligt”, er tí at tað er tað lættasta; og tað lættasta nýtist als ikki altíð vera rætt, og so slettis ikki tað rættasta. Og, sært tú, alt hetta kem­ur frá mær, einum anti- samansvørjingar-persóni, so vinarliga ikki misbjóða mín intellektualitet við at gera nakað so “føroyskt” sum at rógva uppundir at okkurt slag av persónligari uppgerð býr undir øllum hesum, ella at eg onkursvegna havi áhuga í at forkoma Ung í Føroyum, ella medstjóranum, Rakel Helmsdal – takk fyri. So, hetta er ikki ein ráða­ gerðsroynd, ein roynd at finna okkurt við ringum deymi so at fáa eina ávísa upphædd inn á kontoina. Stríðandi ímóti teimum, hvørs hvønndagur verður oyðetin av samansvørjingum, havi eg nevniliga altíð vit­að, at “krúnprinsessa” Diana ikki doyði sum fylgja av ágangandi blað­foto­grafum, men av tí at bil­førarin var ávirkaður; og at tað ikki eru feðgarnir Hoydal, ið onkursvegna í loynd­um stýra hesum oyggj­um, men løgmaður og Fólka­flokk­ urin. Á heysti 2003 var eitt líkandi mál í Englandi, har fyrrverandi konservativi leið­arin, Ian Duncan Smith, hevði sett konuna í starv sum skrivara – uppá skatta­ borgarans rokning. Úrslit? Gøla og rokilsi! Hví ikki í FO? Á ja, býtt av mær, vit eru jú eitt “heilt serstakt samfelag... so lítil-lítil- lítil”! Men, kom nú!, tað má vera eitt eyðsætt krav frá einum aðramáta upplýstum samfelagi at vita, ikki bert hvussu tú, verandi mót­takari av almennum pen­ingi, brúkar peningin, men eisini, at hann verður brúkt­ur á rættan hátt. Handa ilsliga mølmanin frá nøkrum listakendum einstaklingum og fyriskiparum um ikki at “eftirkanna mentan” og “virða privat viðurskifti” halda nøkur vera haldgóða. Við “privat” verður helst sipað til handa ómoralska og óyrkisliga tankan: at tá ið fyrst peningurin er latin, er peningurin OKKARA. Men, við størstu virðing, “privat viðurskifti” eru fíggj­að av privatari peninga­ ogn. Hetta er so sanniliga skattaborgarans søk, og mál­ ið hevur hansara ná­kvæma áhuga. Nei, hvørki í tí førinum, tí í Englandi, ella í Ung í Føroyum, er talan um eina ørgrynnu av pengum. Slettis ikki, men fyri tí skal slíkt svans aldri undirmetast. Penga-spurningurin hevur, í sjálvum sær, minni at siga. Men tað hevur hann, ið fat­ ar um grundvirði, grund­ liggjandi meginreglur, um professionalismu, ikki. Hvussu enn tú so í vón­ loysi snarar hesum á, vil tað vera eitt hvøkkjandi dømi um ikkieksisterandi professionalismu, at navnið hjá viðkomandi “hjálpara” kom upp at venda av tí eitt­ ans orsøk: at ein av med­stjór­ unum er systir “hjálparans”; og tað, at her varð veitt eitt ítøkiligt “systra-viðmæli”! Nakað annað: at sjálvt um kona tory-leiðarans so var tann best skikkaða til starvið sum skrivari, hevði starvssetanin verið skeiv. Av somu orsøk kemur hetta, at tú setur familju í starv fyri almennan pening, sera sjáld­an fyri í Englandi – og hetta, hvussu enn skikk­ aður ella óskikkaður tann familjulimurin so enn mátti verið. Aftaná at Sigga kom heim frá fundi mánakvøldið 6. februar, og eg nakað forvitin vildi vita, hvørt hon nú endiliga hevði klárað at, ja, tikið seg saman og biðið, júst so, biðið, Hedvig Vesterlund um at loyst teirra val av “hjálpara” úr starvi vegna blatanta ónøgd frá hennara síðu, gjørdist eg ikki sørt bilsin. Eitt er, at Rakel Helmsdal, medstjóri í Ung í Føroyum, ikki hevur kunnað bara sær og mælt hinum báð­um med­ stjórunum til at seta beiggja sín í starv, fyri síðani – ‘surprise, surprise’—at verða setur í starv sum “hjálpari” í filmsverksmiðjuni. Men tá ið so Sigga Vang, leiðari av smiðjuni, sambært henni, spyr frúu Vesterlund – og eg siteri orðarætt, sambært Siggu – “men, Hedvig, er tað ov seint at fáa beiggja Rakel úr smiðjuni?”, svarar hon, at tað er tað! So, ikki so nógv í at velja, meðni; ja, um tú ikki roknar uppí handa har møgu­ leikan, har Sigga Vang fer úr verksmiðjuni. Tað er bara tað, at tá hevði eingin filmsverksmiðja verið eftir. Tó at tað er tað sama, burdi Sigga Vang, hevði hon torað mótvegis leiðsluni – ístaðin fyri at spurt um tað er ov seint at loysa “hjálparan” úr starvi – mælt, “eg vil hava “hjálparan” loystan úr starvi, soleiðis at einhvør ónøgd og frammanundan-vissur skaði hvørvur”. Aftaná fundin við Hed­ vig Vesterlund (hatta mána­ kvøldið nakað yvir klokkan 7, fyri at vera heilt eksaktur), segði Sigga Vang við meg— og eg siteri: “Agga, eg kann ikki siga (við Hedvig), “sum leiðari av smiðjuni, Hedvig, og tí við ábyrgd av henni, luttakandi ungfólkinum og so víðari, kann eg ikki góðtaka, at “hann” verður verksmiðjuhjálpari. Eg kann sjálvt ikki góðtaka, at hann nakrantíð bleiv tað.” Um eg sigi hetta, heilt konkret, verður tað eg, og ikki mín óskikkaði “hjálpari”, ið fer. Altso, eingin smiðja!” So, har hava tygum tað. Rætti­ liga syrgiligt, men so óluk­ sáliga satt. Hmmm! Ja, ein og hvør kann balla hetta inn so nógv honum ella henni lystir, men hetta er í besta føri óyrkisligt; í ringasta, nakað svans. Hetta er at doffa søguna hjá Ung í Føroyum, sum, vóni og giti eg mær til, ikki hevur rikið slíkan starvssetanarpolitikk áður í síni – hvat? – 5 ára søgu. Jú, sjálvandi hevur Sigga Vang eina medábyrgd í hes­ um við tað at hon á sinni ikki svaraði noktandi, tá spurd “hevur tú nakrar trupulleikar við at beiggi mín kemur í smiðjuna sum hjálpari?” Kortini, sambært Siggu Vang, var hon at kalla full­ komiliga fullvís í at alt annað enn eitt friðsamt “ja” til fyrispurningin hjá Ung í Føroyum-leiðsluni um at fáa beiggja Rakel Helmsdal inn í tiltakið, hevði verið “ógóðtakiligt”; sjálvt um leið­arin av smiðjuni metti við­komandi, núverandi “hjálp­ara”, óskikkaðan at vera – bæði hvat tí filmsliga og tøkniliga viðvíkur. Og tað, at frøkun Vang hev­ur tosað – enntá spurt seg fyri hjá fólki innan fakið – um “stuðulsfólk” til beiggja med­stjóran vegna ógóð­ taki­­lig­ani skortandi før­ leika, átti til dekilin fingið ávaringarklokkurnar at ringja. Tað er væl gjørligt, at tað var Hedvig Vesterlund, vegna Rakel Helmsdal, ið spurdi – og tí tóku til tann “professionella” leistin – “Sigga, hevur tú nakrar trupulleikar við at beiggi Rakel kemur í smiðjuna... bara sum hjálpari?” Eg dugi nevniliga ikki at siga, hvør teirra – Rakel ella Hedvig – spurdi, men, enn einaferð: eitt feitt! Meginmálið er hetta: um medstjórarnir tóku Ung í Føroyum í álvara, skuldu tær aldri havt spurt! Hedvig Vesterlund gjørdi um telefonina tá seinast í januar nógv burturúr at greiða mær frá, at tað ikki var so um­ráð­andi, at ein “hjálpari” var nakað ser­liga skikk­aður við tað at tað verður leiðarin, ið rekur smiðjuna. Men hetta leiddi meg so beint til tann eyðsýnda spurningin: “Íðan, við støði í tí, tú har sigur, hevði tað tá ikki verið nógv betri, bíligari og lættari at fingið onkran “ikki nakað so serliga skikkaðan” ÚR FØROYUM?” Men hesin eyðsýndi møgu­ leiki bleiv sjálvandi ikki um­røddur; tí, hevði hann tað, hevði hann eisini verið brúktur við fylgjandi úrsliti: eingin stakkalabróður! Ná, óansæð, tí tað sum eg nú slettis ikki skilji, er næst­ komandi: tá ið nú “hjálp­ arin”, sambært ein av med­ stjórunum, hevur so lítið at siga, hví í Guds garði ger hon tá Siggu Vang greitt, at tað er ov seint at reka viðkomandi úr tiltakinum. ‘Alright’, ferðaseðilin var longu rindaður – sum Hedvig Vesterlund eisini legði dent á—men har var framvegis eitt grundvirði at verja. Løtubæra grundgevingin fyri partú at hava “hjálparan” um borð, er aðramáta hon, at viðkomandi nú kortini er “skikkaður”. Men um vit bert fara evarslítið út í staklutir, sært tú í stundini at tað er sovorðið “royna at hava javnvág í heildini”- vatndeyvt 70’arasligt orða­ skvaldur, borðreitt verður við, í høpisleysu royndini at heimila valið av “hjálpara”. Tað einasta, eg haldi vera áhugavert í hesum, og sum ikki misbjóðar mítt vit og skil, er: “Hvussu langa tíð man leiðslan í Ung í Føroyum hava brúkt uppá at koma fram á hatta orðaskvaldrið av eini grundgeving? “Í hesum samanhangi”, greiðir Hedvig Vesterlund- Kapnas frá, “hyggja vit eft­ir bæði aldri, kyni og spjæð­ing (sic) av listarliga grundarlagnum (eg meini, t.d. tónleikur kann vera so nógv, og vit eiga at variera) o.a..” Eg veit ikki um medstjórin í hesum høpi, tá ið hon nevnir “frábrigdi”, meinar við at “hjálparin”, sambært sær sjálvum, hevur “spælt” urgu í hissini láturverdum bólki, men – sambært at kalla øll­um yrkis­tón­lista­ fólki, eg, í ‘forbífartinum’, havi tosað við um føroyskar fløguútgávur – var at kalla “flóvisligur at lurta at”? Og, ikki at gloyma, aft­ ur­at hesum sum starvs­ setanargrundgeving hevur “hjálparin” opinberiliga tann “rætta” aldurin og kynið. Á denn førleiki! Oyss, mín sjel, og so hin “skikkaði” førleikin, har viðkomandi “hjálpari” ger vart við, at hann—ja, hann kallar tað tað – “ummælir” film. Eg sigi hetta, tí eg havi nú lisið ígjøgnum nøkur teirra og, álvaratos, havi aldri vitað so skaft. Ein bókstavligur “støðgur”, ið helst skuldi lýst “týdningarloysi”, hevði verið hóskandi, men lati kort­­ini “innlitssørt” lýsa, ja, um­mælini. Talan er, vissu­ liga, um intellektualitet á jøvnum føti við kjøt! Í staðin fyri at taka til ta yrkisligu atgonguna, har tú greitt neyvlýsir hvønn førleika, verksmiðjan hevur tørv á, fyri síðani at søkja, enntá leita, er tað øvuta hent. Altso, ein olmussugerð veitt av systi. Um óneyva starvslýsingin er “tøkningur og hjálpari”, eins og hon í dag ljóðar, og medstjórarnir bert høvdu fing­ið ein elalítlan bita av heimaarbeði av skafti, tá ið tað kemur til at kanna marknaðin og finna “tann best skikkaða”, íðan, tá hevði viðkomandi farið so lúkst burturímillum í eini—hvat tá hevði verið – óneyðugari samanbering. Fyri Guds sakir! Á heima­síðuni hjá óyrkisliga tiltakinum, har tú skalt lýsa, hvør tú ert, er eitt nú ein óstuttligur og innantómur biti – verandi “hjálparans” størsta “avrik”, har hann sum egnaður ‘stik-i-rend- dreng’ hevur verið við til at gjørt ein stuttfilm um “ein mann sum knappliga fær vatnmelónir í staðin fyri hendur”. Ja, eg veit... Men slík kannan var jú aldri áleikandi. Tann, ið skuldi fylla út handa ill­ grunasama leiklutin sum, ja, “tøkningur og hjálpari”, var langtsíðani funnin: her var jú ein kona við einum posa av pengum – almennir ella ikki, líka leggur hon í – ein kona við einum stakkalabeiggja og, at enda, ein beiggi, ið skuldi fáast heim, heim til Føroya... at hjálpast í tí vónleysu vón at “økja” um hansara syndarliga profil og... ja, nú mást tú bera yvir við mær – eg má líka flenna liðugt – CV. So, summa summarum, hvat kann slíkt læra okkum? Jú, at sovorðið sum ymisklig eftirnøvn ikki altíð er nóg mikið, um ein frikut systk­­ina-samantvinnan er óynskt. Áh, so forbiið, nú var um reppið at eg gloymdi hvussu eg veit um “alt” hetta – kalla tað “innlit”, um tú vilt; men tað skyldi eg uppá alt hetta rotna, troyttandi, men neyð­ uga tosið um familju og fylgj­ andi inhabilitet: Sigga Vang, forrestin, er unn­ustan! aniclasen@yahoo.com Hevur Ung í Føroyum altíð verið so óyrkisligt? Agga Niclasen