Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2006 13 Enn ikki uppgjørt Kostnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv umvælingarnar av Stelki fara at kosta. Stutt eftir eldsbrunan, metti Olaf Olsen, at um­vælingarnar saktans kunnu koma at kosta einar 8- 10 mió krónur, men sambært nýggjari metingum, er ikki væntandi, at arbeiðið verður so kostnaðarmikið kortini. Olaf Olsen sigur, at nú fleiri av tólunum á brúnni helst kunnu bjargast, verður samlaði kostnaðurin helst nakað minni. Karl Simonsen á sjó­ deildini hjá Trygg­ing­ ar­felagnum Føroyar sig­ur, at kostnaðurin av umvælingararbeiðnum ikki er endaliga uppgjørdur. – Men líkt er til, at hetta arbeiði fer at kosta nakað minni, enn fyrstu metingarnar vildu vera við, sigur hann. Feløgini, Byggi Service og El-Service á Skála, hava fingið til uppgávu at umvæla trolaran Stelk, sum eldur kom í fyri trimum vikum síðan Umvæling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Alt bendir á, at tað var ein avmarvaður leidningur í tí eina manningarkamarinum, sum var orsøkin til, at eldur kom í trolaran, Stelk, fyri trimum vikum síðan. Olaf Olsen veit at siga, at kanningarnar, sum teknikarar hjá donsku løgregluni hava gjørt, staðfesta, at hetta var orsøkin. – Viðurskiftini eru kann­ aði, og myndir eru tiknar, og eg havi skilt, at hetta er endaliga niðurstøðan hjá teknikarunum. Hann sigur, at teknik­ar­ arnir hava funnið út av, at ein leidningur innanfyri eina kontakt í hesum mann­­ingarrúminum var av­marvaður, og soleiðis hevur fest eld í skipið. – Hetta er nakað, sum helst ikki skuldi kunnað hent, men tað nyttar so lítið, tá ið tað er hent. Olaf Olsen sigur, at hugt hevur verið at inn­stala­ti­ón­ unum umborð Baki, sum er systurskipið, og onkrir búsningar eru skiftir. – Eingin ynskir, at nakað slíkt hendir – og hendir aftur, og tí hava vit roynt at garderað okkum, nú hetta vísir seg at vera orsøkin til, at eldur kom í Stelk. Umvælingin Olaf sigur, at feløgini, Byggi Service og El-Service á Skála, hava fingið til upp­ gávu at umvæla Stelk, og sambært tilboðunum verð­ ur skipið klárt at fara til fiskiskap aftur 11. mai. – Skipasýnið krevur, at øll hæddin, har eldurin kyknaði, verður tikin heilt út í stálið, soleiðis at øll seks kømrini og gongdin verður gjørd at nýggjum. Somuleiðis verður hæddin yvir kømrunum og undir brúgvahæddini eisini gjørd av nýggjum. Her er skiparakamar, proviantrúm, messa og galla. Hann sigur, at tað nógva longu er tikið innan úr skipinum. – Nú verður alt trýstvaskað, og síðan krevur Skipasýnið, at báðar hæddirnar verða sproytaðar ella forseglaðar, soleiðis at allur roykurin fæst úr skipinum. Olaf sigur, at nú hugt hevur verið nærri at samlaða skaðanum, er ikki vist, at øll brúgvaútgerðin verður skift. Hann sigur, at í summum førum er hugsandi, at bara skermarnir verða skiftir. – Brúgvatólini eru koyrd út í Radiohandilin í Saltangará, har tey verða eftirhugd og reinsaði fyri sót, sigur Olaf. Bakur ”fríggjar” Stelkur og Bakur hava par­ trolað, síðan systurskipini komu til landið úr Spaniu. Nú Stelkur liggur, hevur verið neyðugt hjá Baki at funnið sær aðrar makkarar. Á fyrsta túrinum eftir eldin, var Bakur ein túr saman við Nesborg, sum eisini bíðaði eftir makkara, og nú er Bakur í ”lag” við hvalbiartrolaran, Sjagaklett. Olaf Olsen sigur, at Bakur og Nesborg gjørdu ein góð­ an túr, og nú Bakur og Sjaga­ klettur veiða saman, er eisini líkt til, at hetta verður ein góður túrur. – Nógvur upsi er fram­ vegis at fáa. Slagið er bet­ ur, enn tað hevur verið og prísirnir, sum liggja um smá­ ar 5 krónur í miðal, eru eftir umstøðunum á góðari leið, sigur Olaf Olsen. Bygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Teymavirkið er farið undir at byggja nýggjan bygning á havnalagnum í Søldarfirði. Hetta er í fyrsta lagi ein framleiðslubygningur, sum verður út við 2000 fermetrar tilsamans. Rúni Berg, stjóri á Teyma­virkinum, sigur, at gólv­víddin í niðaru hæddini er 1500 fermetrar, og síðan verður gólv í einum triðingi av ovaru hæddini, soleiðis at samlaða gólvvíddin verð­ ur út við 2000 fermetrar til­ samans. – Hetta verður í fyrsta lagið ein framleiðslubygningur, og tá ið bygningurin stend­ ur liðugur við endan av hes­um árinum, verður fram­leiðslan, sum í dag er í verandi bygningi, flutt inn til Søldarfjarðar, sigur hann. EM-Ráðgeving hevur teknað, og tað er TN-Bygging, sum stendur fyri arbeiðnum. Rúni Berg sigur, at kostn­ aðurin av byggingini verður einar 7 mió krónur. Avmarvaður leidningur festi eld í Stelk Teymavirkið byggir í Søldarfirði Nú Stelkur liggur á Skála og verður umvældur eftir eld-og roykskaðan, hevur Bakur gjørt ein góðan túr saman við Nesborg, og nú er skipið til fiskiskap saman við hvalbiartrolaranum, Sjagakletti Mynd: Vilmund Jacobsen Teymavirkið byggir framleiðslubygning fyri einar 7 mió krónur á havnalagnum í Søldarfirði Mynd: Vilmund Jacobsen