Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 49 - 9. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Góði abbun. Tað er sera tungt og óveru­ligt, at tú ikki ert millum okkum longur. Tú vart altíð so glaður og góður við øll, og tú var glaður fyri lívið. Tú segði ongantíð eitt negativt orð um nakran. Tá tú bleiv sjúkur og bleiv sendur niður á sjúkrahús, var eg glað fyri at búgva í Danmark, so eg kundi vera hjá tær. Vit høvdu nógvar løtur saman við práti og eitt sindur av skemti eisini. Sjálvt um tú vart sjúkur, hevði tú mót upp á lívið og vónina um at gerast frískur aftur. Ongantíð gavst tú upp. Eg minnist sum barn nógvar góðar túrar í haganum, biltúrar at geva seyð­ in­um og onkran túr í plantasjuni. Tað var so hugnaligt, og tá vit komu heim, hevði omman ofta pannukøkur til okk­ um. Tú vart so glaður og stoltur, tá Magnus kom, og tú bleiv langabbi. Tú reypaði og vísti hann fyri øllum, sum vit møttu. Eg minnist ein dagin, tá Magnus lá í songini hjá tær, og tú segði við hann, at tá tú bleiv frískur, skuldu tit báðir fara at ganga í haganum, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Góða omman, tú situr einsamøll eftir, og er saknurin hjá tær stórur. Má Jesus styrkja teg í sorgini. Góði abbun, takk fyri nógv góð minnir og hvíl í friði til vit síggjast aftur. Abbadótturin Joan Til minnis um abba mín Frits Mortensen 19.04.1924 - 21.07.2005 Fríggjadagin 10. mars kl. 15 letur Petur Prent, listamaður í Havn, upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Petur kallar framsýningina “Tíðarinnar framherji”. Hann sigur, at hann hesa­ ferð hevur loyst seg úr tí van­liga siðbundna haftinum. Síðan hann var ungur, hevur roynt at málað “Tíðarinnar framherja”, sum hann nú lýs­ur við alduni. Aldan er eins og tíðin, hon gongur so skjótt at og er ikki til at fanga. Myndevnini eru t.d. aldubalett, aldusymfoni og aldutónleikur. Á framsýningini eru til­ samans 48 oljumálningar. Fram­sýningin er opin til ov við týsdagin 14. mars, allar dagar frá kl. 15-19. Petur Prent, listamaður: “Tíðarinnar framherji” í Smiðjuni Frá fríggjadegnum 10. til og við týsdagin 14. mars hevur Petur Prent listamaður málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kristian Vang Í kvøld, fríggjalvøldið og leygarkvøldið spælir frálíki dreymarokkbólkurin Deja Vu í Café Natúr. Deja Vu góvu í fjør fløguna A Place To Stand On út, og hon varð sera væl móttikin. Fløgan var av lesarunum hjá Dimmalætting vald til ársins fløgu, og eisini á Planet Awards var fløgan í uppskoti til hendan heiður. Deja Vu eru vanir at spæla á Caféum og spælistøðum og spæla altíð eitt gott bland av egnum og annans tónleiki. nud Í gjár skrivaðu vit um, at Lena í apríl fer at takað sangin Stones In My Pocket upp í kendu Abbey Road upptøkuhølunum. Men longu nú ber til at hoyra sangin á alnetinum. Á síðuni hjá Lenu á Myspace.com liggur upp­ tøka av lagnum, frá einari av konsertunum í januar í Norðurlandahúsinum. Stones in My Pocket er eitt inniligt og hjartaligt lag um at elska og hvussu trupult tað er. M.a. syngur Lena “The only way I know how to live is killing me”, henda regla brennir seg fastan á onkran hátt. Hetta lag hevði Lena skriv­ að, meðan hon hevði verið sera kedd og tunglynt, og kenslurnar í framførsluni eru sterkar og sannførandi. Hetta er kanska sterkasta og mest rørandi lagið, ið songkvinnan hevur gjørt. Vitja Lenu á www. m y s p a c e . c o m / lenamusicroom nud MC-Hár er ein av føroysku tónleikabólkunum, ið hevur fingið sær ein profil á myspace.com. Her liggja myndir av bólkinum og fýra løg, ið til ber at taka niður, ella lurta eftir á telduni. Tað hevur leingi ljóðað, at bólkurin arbeiðir við fløguætlanum. Hetta verður eisini váttað á síðuni, men einki stendur um, hvussu langt hetta arbeiðið er kom­ ið, ella nær hendan fløgan kemur. MC-Hár hevur einki givið út síðan maxi-fløguna Burn Me í 1999, og enn er bert ein heil fløga komin út í teirra navnið Framvegis uttan vit í 1998. Hópin av nýggjum og gomlum føroyskum bólk­ um hava fingið sær profil á myspace.com Profilurin hjá MC-Hár er at finna á www.myspace. com/innher ek Deja Vu í Café Natúr Abbey Road sangurin hjá Lenu á alnetinum MC-Hár bjóðar innar á Myspace Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið