hósdagur 9. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2006
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Týskvøldið andaðust
10 ára gamli Martin
Pálsson Arge, sonur
Sunnivu Arge og Páll
H. Rasmussen, og 9 og
6 ára gomlu Teitur og
Niklas Róason, synir
Kristinu S. Hansen og
Róa á Rógvu Joensen.
Jarðarferðin verður lýst
seinni
Jarðarferðin við Leif
Nólsø, fyrrverandi lær
ara, verður fríggjadagin
10. mars kl. 13.30 úr Sør
vágs Kirkju. Tey, ið vilja
minnast Leif, kunna lata
eina peningagávu til
Sørvágs Kirkju; konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni,
men sipað verður kanska til enska abbadissu Sanktu
Etelredu, sum doyði 10. mars í 626. Helst týska navnið
Adelheid, hin ediliga.
Fríggjadagin 10. mars
fyllir Bendt Jensen, fyrr
verandi yvirlækni á Lands
sjúkrahúsinum, 85 ár.
Bendt
Jensen
var
yvirlækni á Medisinskari
deild á Landssjúkrahúsinum
frá 1960 til 1973.
Bendt er føddur og
uppvaksin í Odense og
kom til Føroya at virka
sum lækni á fyrsta sinni
í 1959. Frammanundan
hevði hann arbeitt á ymsum
sjúkrahúsum í Danmark og
Norðursvøríki.
Bendt Jensen var fyrsti
yvirlækni á Landssjúkra
húsinum, ið varð settur
aftrat Paula Dahl, og hann
átti eisini sín part í, at tað
nýggja Landssjúkrahúsið
stóð liðugt í 1967. Bendt
Jensen bar orð fyri at vera
ein sera dugnaligur og
nærlagdur lækni, og tiltikin
barngóður. Hann mundi
eisini vera ein tann fyrsti
danskari, ið gjørdist limur í
Suðurstreymoyar Tjóðveldis
felag, nakað sum kanska ikki
var so vanligt tá á døgum.
Í teirri lítlu Havnini, sum tá
varð, gjørdust læknahjúnini
Uppi undir Varða ein býar
mynd. Tey fullu sera væl til í
Føroyum, men valdu kortini
at flyta aftur til Danmarkar í
1973. Í mong ár høvdu hjún
ini privatklinikk í Roskilde,
og eftir at Bendt fór frá
við eftirløn, hava tey búð á
Frederiksberg.
Bendt Jensen er væl kend
ur í læknaverðini fyri sínar
medisinsku ritgerðir.
Føðingardagin heldur
Bendt Jensen heima við hús.
Adressan er: Godthåbsvej 95,
st. t. h.,Dk-2000 Frederiks
berg, tlf. 0045-38869732
Heri Eysturlíð
Í dag, hósdagin 9. mars,
verður Magni Petersen á
Argjum 60 ár.
Magni er føddur og upp
vaksin í Sandavági, foreldrini
vóru Jacob og Jóhanna.
Eftir lokna skúlatíð fór
hann í smiðjulæru á verk
staðnum hjá Viggo og Jørgen
Johannesen í Sandavági.
Síðani fór hann út at sigla
sum aspirantur við skipi hjá
Mærsk, og vardi hesin fyrsti
túrurin í 1½ ár út í eitt.
Eftir hetta fór hann á mask
inskúla, fyrst í Odense og
síðani í Havn, har hann tók
prógv sum maskinmeistari,
og fór so aftur út at sigla við
donskum skipi.
Síðani var hann verkførari
hjá Bilasøluni Norrønu /v.
Beinar Vestergaard í nøkur
ár, til hann so aftur fór til
skips.
Magni hevur eisini siglt
við grønlendskum skipum í
fleiri ár, til hann legðist uppi
og byrjaði at arbeiða sum
sýnsmaður á tryggingini, har
hann nú hevur verið í 17 ár.
Í 1969 giftist Magni við
Ernu Olsen úr Miðvági, og
búsettust tey á Argjum í
1974. Tey áttu 4 børn, Sunrid,
Sóley, Leilu og Thorvald.
Í 1998 upplivdi Magni ta
stóru sorg at blíva einkju
maður, Erna doyði brádliga
bert 54 ára gomul.
Magni hevur í dag 8 abba
børn, og eru tey sera góð við
abban.
Ikki sóu vit nógv til babba,
tá hann sigldi úti, tí túrarnir
vardu í fleiri mánaðar, og
hevði hann eina familju
at forsyrgja. Í dag er hann
altíð klárur at hjálpa okkum,
tá vit heita á hann. Hann
avheintar abbabørnini í
barnagarðinum, arbeiðir upp
á okkara bilar og hjálpir til
við til at smíða. Eisini er
hann altíð klárur at gera mat
og leggja hús til brúdleyp,
barnadóp, konfirmatión o.l.
hjá okkum. Eftir at mamma
doyði, hevur hann gjørt alt
fyri at halda saman uppá fam
iljuna, og hevur hann klárað
tað sera gott.
Vit vóna, at tú fart ein
góðan føðingardag, og gleða
vit okkum øll at halda dagin
saman við tær úti á Argjum
leygarkvøldið 11. mars.
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við 60 ára degnum,
og alt tað besta framyvir.
Børnini v/familju.
Prógv
Tann 31. januar 2006 fekk Kristbjørg Isaksen (26)
úr Norðragøtu prógv sum Cand.Pharm. á Danmarks
Farmaceutiske Universitet.
Bendt Jensen 85 ár
Magni Petersen 60 ár
Í dag, 9. mars, fyllir Bjarti
Mellemgaard í Havn 50 ár.
Bjarti er havnarmaður
og útbúgvin skipari, men
hann er best kendur sum
handilsmaður.
Sum smádrongur var
Bjarti nógv í Hvalba hjá
ommu síni Sigrid, har
dámdi honum væl at fanga
állar í Hamarsá og klintra
undir Garðshamri. Hann
var eisini nógv á Strondum
hjá mostrini, Bette. Har
slapp hann at royna seg í
báti og spæla í bungunum,
ið eingilsmenn bygdu undir
krígnum.
Eisini dámdi honum væl
“úti á Trøðni” hjá mostrini
Alisu í Havnardali. Hann
og Ludvík, systkinabarnið,
plagdu
at
vera
á
Velbastaðhálsi, har teir lógu
í telti og siglu við flakum
á tjørnini, har tey ymisku
støðini fingu nøvn sum t.d.
Akabavíkin og Suezveitin,
ið vóru nógv frammi í
tíðindumum tá.
Sum 15 ára gamal fór
Bjarti til skips við trolaranum
Brandi Sigmundarsson. Hann
var eisini við Hallarkletti
nakarar túrar. Seinni sigldi
hann við einum Kuba-trolara
sum stýrimaður.
Seinastu mongu árini hev
ur Bjarti, sum er ein sannur
roknimeistari, verið álitið
í handlinum hjá pápanum
“Hjá Eli”, har hann m.a.
hevur staðið fyri innkeypi
av vørunum.
Foreldrini hjá Bjarta eru
Sylvia og Eli Mellemgaard
í Havn. Hann er elstur av
trimum brøðrum, hinir eru
Heðin og Róin.
Bjarti er giftur Torgerð, f.
Albinus, úr Fámjin, sum er
útbugvin sjúkrhjálpari. Tey
eiga sonin Eli, sum eisini
hevur sera góð evnir og
arbeiðir sum teldufrøðingur
hjá Formula fo.
Saman við pápanum og
brøðrunum eigur Bjarti frí
tíðarbátin Sylvia, sum teir
hava nógva gleði av. Teir
hava eisini verið onkran túrin
uttanlands við bátinum.
Bjarti er burturstaddur føð
ingardagin.
Bjarti Mellemgaard 50 ár