hósdagur 9. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 49 - 9. mars 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Sjálvt umk bretski forsætis
ráðharrin, Tony Blair, hevur
sagt seg styðja Anders Fogh
Rasmussen, forsætisráðharra
í stríðnum um tekningarnar
av Muhammed profeti, eru
tað ikki allir teir bretsku ráð
harrarnir, sum hava somu
støðu.
Sambært blaðnum The
Guardian hevur Charles
Clarke,
innanríkisráð
harri, sagt á einum al
mennum fundi, at danski
forsætisráðharrin gjørdi eitt
stórt mistak, tá hann sýtti fyri
at tosa við sendiharrarnar hjá
tíggju muslimskum londum,
sum fegnir vildu tosa við
hann um tekningarnar og
avleiðingarnar av teimum.
Sambært blaðnum segði
Clarke, at hetta hevði ikki
hent aðrastaðni og í hvussu
er ikki í Bretlandi.
Jack Straw, uttanríkisráð
harri, hevur sagt, at hann
hevur ikki og fer heldur
ikki at finnast at donsku
stjórnini í hesum máli, men
sambært The Guartdian
skal ein talsmaður hjá hon
um hava sagt, at uttanrík
isráðharrin hevur at kalla
somu áskoðan sum innan
ríkisráðharrin.
Hartar Fogh
Franskir granskarar hava
funnið eitt higartil ókent
skeljadjór á 2300 metra
dýpi í Kyrrahavinum.
Djórið líkist einum humm
ara, men tað er hvítt á liti, og
tað serliga er, at tað er loðið.
Oman á skelini er tað bert,
men tað hevur long, ljós
hár á øllum beinunum og á
teimum báðum klónum. Eitt
annað sermerki er, at djórð
hevur eingi eygu. Fronsku
granskararnir hava givið tí
ókenda djórinum navnið
„Kiwa hirsuta“, og fyrri
partur av orðinum stavar frá
guðalæruni hjá fólkinum á
teimum polynesisku oyggj
unum.
Granskarar komu støð
ugt fram á ókend djór í
havdýpinum, men tað er
kortini sjáldan, at teir finna
djór, ið víkja so nógv frá
øðrum djórum, at tey mugu
skrásetast sum serstøk
djórasløg, skrivar AP.
Løgreglan í Stockholm
leitar nú eftir foreldrunum
hjá einum pinkubarni, sum
bleiv funnið í einari mosku
í Stockholm í gjár.
Mahmoud Aldebe úr
muslimska samfelagnum
sigur við Aftonbladet, at á
bønarfundinum í gjár kom
ein ung kvinna inn í moskuna
á Medborgarplatsen. Hon
hevði eitt lítið barn við
sær. Lítla løtu seinni segði
kvinnan, at hon hevði gloymt
eitt ella annað uttanfyri, og
at hon mátti fara eftir tí.
Men hon kom ikki aftur.
Undir liðini á barninum
funnu hini ein pappírslepa
frá mammuni, sum skrivaði,
at hon var boydd at fara frá
barninum.
Løgreglan í Stockholm
sigur, at tann lítla smá
gentan er bara nakrar fáar
dagar gomul, men at hon
hevur tað gott. Sambært
Mahmoud Aldebe hava
fleiri húski longu boðið sær
til at taka sær av gentuni.
Ímeðan leitar løgreglan
eftir foreldrum hennara.
Tað stendur á hjá Ehud
Olmert og hinum leiðar
unum í Kadima-flokkinum
at varðveita undirtøkuna
uttan Ariel Sharon.
Í januar vístu kanningar,
at tann nýggi flokkurin fór
at fáa 44 umboð í tingið á
valinum, sum verður tann
28. mars. Í fyrstani sá tað
ikki út til, at flokkurin fór
at missa stórvegis, eftir at
Ariel Sharon var vorðin
sjúkur, men nú vísir tað seg
kortini at gera mun. Tann
seinasta kanningin, sum
bleiv almannakunngjørd
týsdagin, gav Kadima 37 av
teimum 120 tingsessunum.
Flokkurin er kortini nógv
tann størsti, men eygleiðarar
siga, at tess minni hann
verður, tess truplari verður
hjá hjá Ehud Olmert at skipa
eina arbeiðsføra stjórn.
Funnið ókent skeljadjór
Pinkubarn lá í mosku
Kadima missir undirtøku
Ariel Sharon. Flokkurin
saknar hann
Í næstan 450 ár hava
jarðareigararnir stýrt
lítlu oynni Sark, men
nú skal hon skipast
sum demokrati.
Umskipan
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað avgjørdu tey umleið 600
fólkini, sum búgva á oynni, á
einari fólkaatkvøðu í gjár.
Jennifer Cochrane var ein
av teimum, sum vóru á fólka
atkvøðu, og hon sigur við
AP-tíðindastovuna, at tann
gamla skipanin hevur virkað
væl, men at hon kortini hev
ur elvt til trupulleikum hjá
teimum, sum hava keypt sær
jørð á oynni.
– Í veruleikanum snúði
tað seg um at forða fyri, at
alt skuldi standa í stað, og
hetta er eitt stórt framstig.
Okkum tørvar ikki eina
kollvelting, men nýskipanir,
sigur Jennifer Cochrane.
Sark, sum vit kenna frá
Oyggjaleikunum, er einar
18 fjórðingar úr fronsku
strondini og partur av Erma
sundsoyggjunum saman við
Guernsey og Jersey. Oyggin
er undir bretsku krúnuni,
men er kortini ikki ein partur
av Bretlandi. Sark er fimm
kilometrar long og hálvan
triðja kilometur breið.
Kofi Annan, sum fer
frá um ársskiftið,
mælir til umfatandi
broytingar í heims
felagsskapinum
ST
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í einari 33 síður langari
frágreiðing mælir Kofi Annan
teimum 191 limalondunum
til at broyta bygnaðin í ST, so
felagsskapurin verður førur
fyri at hjálpa teimum nógvu
milliónunum kring heimin,
sum líða av hungri, sjúku,
harðskapi ella yvirgangi.
Tað skal í fyrsta lagi gerast
við at styrkja leiðsluna í ST,
sigur Kofi Annan, og hetta
tilmælið er eitt beinleiðis
úrslit av einari kanning í
fjør, sum avdúkaði bæði
svik og veika leiðslu í fleiri
liðum. Tað var tí kanska ikki
so løgið, at fleiri av teimum
fremstu starvsfólkunum
høvdu leitað sær inn í salin,
tá Kofi Annan legði ætlan
sína fyri trygdarráðið, tí
fleiri teirra munnu stúra fyri,
hvørja lagnu tey fáa, skrivar
AP úr New York.
Í framløguni legði aðal
skrivarin dent á, at nógv
er broytt, síðani ST varð
stovnað í 1948, og at tað tí er
neyðugt at laga felagsskapin
soleiðis, at hann er førur
fyri at taka sær av teimum
avbjóðingum, sum tann
nýggja øldin hevur við sær.
USA hevur leingi kravt
broytingar í ST-bygnaðinum,
og amerikanska stjórnin
hevur longu sagt, at hon
tekur undir við ætlanini hjá
Annan. Tað sama sigur ES.
Ein dómstólur í New York
gjørdi í gjár av, at tann
kendi sangarin Boy George
skal gera samfelagstænastu
í fimm dagar, tí hevði
givið løgregluni eina falska
fráboðan um innbrot heima
hjá sær. Boy George viðgekk
seg sekan. Hann var eisini
ákærdur fyri at hava havt
rúsevni, men tann ákæran
bleiv slept. Á myndini er
tann kendi sangarin á veg
úr dómhúsinum aftan á
úrskurðin.
Dømdur til samfelagstænastu
Nýtt demokrati í Ermasundi
ST skal umskipast
Kofi Annan mælir til at
nútímansgera ST