Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • hósdagur • 9. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tað var um reppið, at Kyndilsmenn eisini máttu boyggja seg fyri KÍF. Men tá alt kom til alt, so megnaðu teir grønu kortini at vissa sær finaluplássið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hesa ferð hevði tað einki við undirmetan av nøkrum slag at gera. KÍF hevur við sigrum á StÍF og H71 longu sent somikið greið ávaringartekin út, at Kyndil væl og virðiliga mundi vara seg fyri at taka ov lætt upp á uppgávuna. Kundu lukkað Teir grønu byrjaðu eisini við buldur og brak. Fyrstu 20 minuttirnar koyrdi spælið við fullari ferð, og sum frá leið tóktist talan bara vera um avgreiðsluspurning. Men kollfirðingarnir góv­­ust tó ikki. At Kyndil eitt skifti setti ferðina nið­ ur, samstundis sum fleiri út­­skiftingar órógvaðu rútm­ una, gjørdu vertirnir sær skjótt dælt av. Seianstu 10 minuttirnar undan steðgin­ um hvarv munurin millum liðini at kalla, og so var dyst­ urin aftur víðopin. Kyndil mundi kanska eis­ ini kenna nakað av fjálturi á sær, tá farið varð út til seinna hálvleik. Verjan megn­­aði í fráveruni av Hans Áka Dal Christiansen ikki í nóg stóran mun at byrgja fyri kviku kollfirðingunum. Eisini hóast hesir somuleiðis vóru skerdir, nú fótbólturin helt Gert Hansen burtur frá hendan dagin. Fjálturin merkti eisini, at Kyndil ikki megnaði at taka av, tá møguleikin fyri avgerðini beyðst. Bara eftir steðgin misnýttu teir fýra brotskøst – harav tvey á rað við støðuni 18-19. Slíkir møgu­­­leikar eru júst av slag­­­num, sum kunnu lukka ein hond­bólts­dyst, men tá Kynd­il ikki tók av, so helt spenningurin sær. Johan bjargaði Og hann helt sær so heilt fram til tað allar seinasta. Kyndil hevði fyr tað nógv hildið KÍF beint aftan fyri seg, og tá teir ein minutt fyri leiklok øktu til 28-26, tóktist liðugt. Men KÍF gav seg ikki. Teir minkaðu um munin, og bara 15 sekund fyri leiklok høvdu teir gyltan møguleika at javna, men annars væl spælandi Johan Danielsen toygdi seg í hvørjari lykkju, tá Daniel Rápa royndi seg við lobbi av strikuni. Og tá Kyndils-bonkurin so tók sær eitt time-out undan seinastu sekundunum, kundi høvdið haldast kalt. Bara eitt mál á muni er eisini nóg mikið til tvey stig, og tað var fyrst og fremst hetta, sum Kyndil fór eftir. Tvey stig, sum bera við sær, at teir við 100% vissu verða partur av FM-finaluni í mans­­hond­ bólti 2006. Helgi tapti Mikukvøldið tapti før­ oyski telvarin Helgi Dam Ziska fyri fyrstu ferð í Reykjavík Open. Eftir ein sigur og eitt remis ímóti sterkum altjóða meist­­arum, telvaði Helgi mikukvøldið ímóti Ivan Ivanisevic úr Serbia og Montenegro. Helgi fær tó aftur sterka mótstøðu í talvinum í kvøld. Hesaferð er mót­ støðumaðurin úr Estlandi, og hann eitur Jaan Ehlvest. Hann er styrkismettur sum nummar átta í Reykjavík Open. 8 lið eftir í Champions League Týskvøldið og miku­ kvøld­­ið vórðu seinnu 1/8 finalurnar spældar í Champions League fót­­bólts­kapp­ing­ini. Onk­ ur óvænt­að úr­slit vóru, og millum liðini, sum ruku úr kappingin, vóru vinnararnir frá sein­asta kappingarárið – Liver­ pool. Átta lið verða nú eftir í kappingini, tá ið Ajax og Inter hava spælt sín seinna dyst í næstu viku. Liðini eru Lyon, Arsenal, AC Milan, Benfica, Juventus, Villareal, FC Barcelona og Ajax/Inter. Fríggjadagin verð­ur lutakast um, hvussu spælt verður í fjórð­ings­final­ unum og í hálvfinalunum. Finalan í kappingini verð­ ur í Paris tann 17. mai. Danir vilja hava finalu Danska fótbóltssam­band­ ið liggur fram við eftir at fáa finaluna í UEFA- Cup fótbóltskappingini til Danmarkar í 2009. Europeiska fótbólts­ sam­bandið fer á næstu ráðstevnu sínari at gera av, hvar hendan finalan skal spælast. Fyri seks árum síðani var finalan í UEFA-Cup kappingini spæld í Parkini í Keyp­ mannahavn, og DBU hev­ur gott mót um, at tað fer at eydnast at finaluna í 2009. Frem spældi javnt Frem spældi í gjár sein­ asta venjingardystin und­ an steypadystinum sunnu­ dagin ímóti Randers FC. Dysturin var ímóti FC Roskilde, o g úrslitið var javnleikur 1-1. Jónas Tór Næss byrjaði dystin sum høgri bakkur, men 35 minuttir fyri tíð skifti venjari alt liðið út. Tá kom Atli Gregersen á vøllin. Málmaðurin Gunnar Niel­ sen, sum hevur skaða at dragast við, var ikki við í dystinum Glaðir fyri stigini KÍF-Kyndil 27-28 (14-15): Kollfirðingar vístu aftur tenn Ein av teimum heilt royndu spælarunum í Kynd­ils-hóp­ inum, er Jónleif Sólsker. Í dag er leiklutur hansara kanska meira átøkur tí hjá einum stuðuls-pedagogi, so­leið­is at hann kann hjálpa yngru kreftunum at bera lið­ið. Men hugurin eftir at vinna tykist tó framvegis vera tann sami. Og júst sigurin var eisini tað, sum hann tóktist mest fegin um eftir dystin miku­ kvøldið. – Vit burdu kanska lukk­að dystin longu í fyrra hálv­leiki. Men eg ivist kortini í, um hetta ber til móti KÍF. Teir blíva bara við við at stríðast, líkamikið hvussu støðan er. Og tá kanst tú ongan tíð taka tær av løtt­um, helt hann. – Men tað var fyrst og fremst sigurin, sum taldi. Nú hava vit staðfest plássið í finaluni, og tað í sjálvum sær er ein veldugur lætti. Bæði vit og onnur lið hava fleiri ferðir kiksað, tá tingini skuldu setast upp á pláss. Men hesa fer ð gekk tað, og n´kunnu v it veruliga fara at hugsa um seinastu fyrireikingarnarl, helt veteranurin, sum møgu­ liga er ávegis sínum 11. meistaraheiti í bestu mans­ deildini. Og um so er, so sínum næsta gullmerki í ár, tí hann var eisini partur av 1. deildarliðnum hjá Kyndli, sum seinasta sunnudagin vissaði sær gullið. -mørk Tilgongdin av Daniel Rápa tykist veruliga hava sett ferð á kollfirðingarnar, sum hava argað flestu av favorittunum seinsta mánaðin Mynd: Álvur Haraldsen KÍF-Kyndil 27-28 (14-15) Málskjúttar KÍF: Damir Oros 8, Sune Davidsen 5, Daniel Rápa 4, Ingi V. Johannesen 4, Karl Johan Djurhuus 4, Rógvi Weihe 1, Jóan Pauli Olsen 1 Kyndil: Janus Einar Sørensen 8(5), Ragnar Stakksund 7, Rókur Akralíð 3, Høgni Klein 3, Josef Abrahamsen 1, Hjalti M. Jacobsen 1, Hanus Johansen 1 Brotskøst: Kyndil 10 Útvísingar: KÍF 1 Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Jacobsen FAKTA UM DYSTIN