Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2006 21 Mikukvøldið beindu menninir hjá Fleyr allan iva um føroyameistaraheitið burtur, tá ið teir sum væntað vunnu dystin á Nøvuni Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fleyr er føroyameistari í meistaradeildini hjá mon- num í flogbólti. Tað varð endaliga staðfesta mikukvøldið, tá ið seinasti teoretiski møguleikin fyri, at Mjølnir kundi fáa Fleyr aftur, var fingin av vegnum. Fleyr spældi ímóti Nøvuni á Eiði, og Fleyr vann sum væntað dystin 3-0. Nøvan hevur einki sett vunnið í hesum kappingarárninum, og tí endaði dysturin eisini sum tann avgreiðsluspurningurin, sum tað varð lagt upp til frammanundan. Fleyr er nú trý stig frammanfyri Mjølnir áðr- enn seinasta umfarið, har Fleyr spælir ímóti Mjølni í Klaksvík. Tey, sum høvdu vónað, at hetta fór at gerast finalan um FM, mugu nú taka til takkar við einum týdningarleysum dysti millum føroyameitaran og steypavinnaran 2006. Settúrslitni í dystinum ímillum Fleyr og Nøvuna vóru 25-16, 25-14 og 25- 14. Fleyr hevur vunnið meistaradeildina hjá monnum í flogbólti Gott 300 fólk vóru til Gallaveitsluna í ítróttarhøllini í Runavík leygarkvøldið. Ítróttarfeløgini NSÍ, Støkk, Tjaldur og Kappróðrarfelagið NSÍ skipaðu fyri veitsluni, sum var sera væleydnað Ítróttargalla Tíðindaskriv Karmarnir um veitsluna vóru framúr góðir og hugnaligir, høllin var pyntað við blómum og perum, so allir teir fínu ballkjólarnir hóskaðu væl til tað stásiliga veitsluhøli, sum var pyntað við hjálp frá Anette og Sámal Erik úr blómuhandilinum Orkis av Glyvrum. Nógv spennandi var á skránni til borðhaldið, sum varð stýrt av Magna Poulsen av Skipanesi. Borgmeistarin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, bjóðaði vælkomin og megnaði alt fyri eitt at seta lív í veitslufólkið. Seinni vórðu ársins ítróttarfólk 2006 kosin fyri hvørt felagi. Fyri Kappróðrarfelagið NSÍ varð Jón Rosenblad úr Lamba kosin ársins rógvari. Jón er búðsitandi í Danmark og hevði tískil ikki møguleika fyri at taka ímóti heiðursgávuni. Fyri NSÍ bleiv Kristian Høgni Jacobsen úr Saltangará kosin ársins fótbóltsleikari, fyri Støkk varð Silja Højgaard úr Rituvík kosin ársins fimleikari og fyri Tjaldur bleiv Anna Hansen av Glyvrum kosin ársins hondbóltsleikari. Heiðursgávurnar, sum blivu handaðar ítróttarfólkunum, vórðu latnar av Runavíkar býráð. Jákup heiðraður ÍSF-forsetin Heðin Mortensen var gestarøðari á veitsluni, og tá hann var liðugur við sjálva røðuna, rósti hann Jákup Mortensen fyri sítt stóra arbeiði fyri NSÍ, bæði sum undangongumaður, tá felagið fór í holt við fótbólt, og fyri sín 10 ára innsats sum NSÍ-formaður. Eftir hetta heiðraði ÍSF-forsetin Jákup Mortensen við silvurmerki og skjøldri frá ÍSF. Jónsvein Olsen úr Rituvík undirhelt við sangi og spæli og eftir hetta settu 11 frískir fimleikarar lív í fólkið við dansi og sangi á pallinum. Karla Maria Gaardbo úr Runavík setti dám á við síni kraftigu rødd. Borðhaldið endaði við góðum skemti frá lokalum kreftum. Eru teir nevndir so eru teir kendir. Umframt góðan felagssang og undirhald til borðhaldið, var maturin frá Sjókaféini í Runavík sera góður. Tá borðhaldið var liðugt spældi Showmenn til dans. Samanumtikið ein sera væleydnað veitsla, sum er við til at betra samstarvið millum tey fýra feløgini. Frá fyriskiparunum frættist at Ítróttargalla í Runavík er komið fyri at vera. Við fýra mála sigri á grannunum hava Neista-kvinnur skapt sær eitt gott útgangsstøði undan leygardegnum, tá seinna hálvfinalan er á skránni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrsta hálvfinalan í Sunset-kappingini varð spæld mikukvøldið, tá Neistin og Kyndil spældu framskundaða dystin. Framskundaður, tí Kyndil skal halda føðingardag um vikuskiftið, og at tað tí illa ber til, at spæla bæði leygar- og sunnudagin. Undan dystinum vóru Neista-kvinnur stór- favorittar, og við sigrinum livdu tær sum so eisini upp til vónirnar. Men tað var samstundis greitt, at Kyndil í størri mun enn seinasta sunnudag hevði lisið uppá, hvat tær ikki skuldu gera. Í øllum førum ansaðu tær hesa ferð væl betur eftir kviku mótálopunum, sum Neistin ferð eftir ferð setti ferð á sunnudagin. Tað var tó fyri tað nógva ein ávísur styrkismunur millum liðini, og bara fimm minuttir fyri dystar- lok stóð 24-16 á talvuni. Kyndil fór tó ikki niður við nakkanum. Tær hildu áhaldandi fram at stríðast, og tær fingu eisini løn fyri hetta, tá tað eydnaðist at minka munin niður í fýra mál seinastu løtuna. Ein munur, sum framvegis ger Neistan til favoritt, men enn kunnu tær bláu tó ikki siga game, set and match. Fleyr staðfesti FM Runavík heiðraði síni bestu Ársins ítróttarfólk í Runavík 2006. Frá vinstru: Sofus Hansen formaður Kappróðrarfelagið NSÍ (Jón Rosenblad staddur í DK), Andrias Lamhauge formaður í NSÍ, Kristian Høgni Jacobsen ársins fótbóltsleikari, Silja Højgaard ársins fimleikari, Unn Steingrund formaður Støkk, Anna Hansen ársins hondbóltsleikari og Niels Petur Beck formaður Tjaldur Neistin-Kyndil 24-20 (12-8): Neistin nærkast finaluni Neistin-Kyndil 24-20 (12-8) Málskjúttar Neistin: Nicoleta Radu Hansen 7, Ása á Neystabø 5, Mildrið Jacobsen 3, Kára á Dunga r3, Rakul Augustinussen 2, Katrin á Neystabø 1, Gunnvá Brockie 1, Unn Kragesteen 1, Annika Thomsen 1 Kyndil: Randi S. Wardum 7(3), Anja Heinadóttir 6, Jórun S. Ludvig 4, Lina Adriulyte 3(1) Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 5 Útvísingar: Neistin 4 Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason FAKTA v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kyndil 9 6 - 1 - 2 512 449 63 21 2 VÍF 8 6 - 1 - 1 496 464 32 19 3 H71 8 4 - 0 - 4 473 420 53 16 4 StÍF 8 5 - 0 - 3 452 448 4 16 5 KÍF 9 3 - 0 - 6 468 504 -36 8 6 Neistin 8 0 - 0 - 8 455 571 -116 1