hósdagur 9. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 49 - 9. mars 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Man plagar
at siga at tað er gott at fáa
tingini uppá avstand og
kanska síggja tað frá einum
ørum sjónarhorni, tá man
so er staddur í Brasilien,
skuldu tey kriterini verði
uppfylt, eg má tó siga, at
tað ikki hevur broytt mína
fatan, heldur øvugt. Tunnilin
sær líka lovandi út, sæddur í
fiskaperspektivi, og vegurin
hjá Bjarna, Kjartan, Oyvindi
o.ø. er passaliga langt burt
uri og mestsum hvørvur úr
eygsjón.
Eingin kvøður betur enn
hann kann.
Las eina viðmerking hjá
Heina Olsen, hvar hann
helt at nú mátti føroyingurin
nokk vamlast av hesum tjaki,
tað er væl møguligt, onkur
heldur at tað er skemtiligt,
sjálvur havi eg langt í verð
ini síðan fingið vaml, uttan
at eg skal koma nærri inn á
tað! Annars var einki í við
merkingini sum eg kann
taka undir við, annað enn
tað sum hann sjálvur helt at
byrja við, at tað kanska var
betur um hann tagdi.
Eg havi í hvussu er ikki
atlanir um at tiga, áður enn
spakin er settur í, antin oman
fyri, niðanfyri ella undir,
vónandi undir, og um ikki
alt ov langa tíð.
Tøkk.
Vil takka tykkum løgtings
limum sum stuðla/u, baði
Leirvíkar bygdaráði og
okkum sum ynskja bygdini
tað besta og ikki vilja gera
framtíðina hjá okkara ung
dómi upp í krónum og
oyrum, men síggja longri
fram í tíðina. Standi nú
stinnir og gjøgnumføri
hesa tunnilsloysn, sum allir
leirvíkingar (næstan) og tit
við, síggja sum tað einasta
rætta fyri framtíðar menning
í bygdini og eisini vil vera tað
góða fyridømi sum, millum
annað Bárður Nielsen er so
bangin fyri!
Fimmarin.
Tað var ført fram í Fimmar
anum, at nú fara allar bygdir
í Føroyum at krevja tunlar
ella aðrar ábøtur, har, sum
vegakervi ikki er útbygt sam
svarandi ferðsluna! Fyri at
nýta úttalilsi hjá Bárð Niel
sen.
Man ásannar at tað eru
ferðslutrupulleikar, har
landsvegur verður førdur
gjøgnum bygt øki, og so vil
man gud hjálpi mær bara
leggja eina bygd aftrat øllum
teimum sum vóru nevndar,
ístaðin fyri at siga at nú gera
vit eitt gott dømi um hvussu
ein slíkur trupulleiki kann
umgangast, so mugu tey
næstu 50 árini vísa okkum
hvussu stórt “balli”, sum
Bjarna Djurholm óttast fyri,
verður.
Skal man hugsa á handan
hátt, so kann man jú ikki taka
nakra avgerð í okkara landi,
ið ber á tað rætta borði, í
berum ótta fyri hvat onnur
munnu fara at biðja um.
Um tann fyrsti undirsjóvar
tunnilin ikki var komin, ja
so var tann næsti sjálvandi
heldur ikki komin, tað er
logikkur fyri búrhøsn, og
fakta er at vit høvdi ikki
kunna verði teir (altso tunlar
nar), fyri uttan í dag og tann
triði er longu avgjørdur, hetta
kallar man fyri framburð og
ikki eitt ball!
Mangar vóru
viðmerkingarnar.
Ein handilsmaður ringdi úr
Havn, sum helt at vegurin
skuldi liggja “omanfyri”
bygdina samstundis sum
hann helt tað vera skilagott
sum Ólavur Olsen, ið rekur
Bowling og Statoil, segði. Vil
bara viðmerkja, at hann ikki
hevur lurta væl eftir, Ólavur
tosaði um møguleikarnar hjá
vinnuni við einum tunli niðri
í bygdini, altso tað mótsatta
av tí sum havnarmaðurin
tosaði um, ja ja máli er fløkt,
so tú ert umskiltur, men eg
haldi eisini at tað sum Ólavur
segði var sera skilagott.
So argast hvør, sum hann
eldist.
Ja so var tað Eirikur Just
inussen sum, millum ann
að, lat ógvuliga hánt um
undirskriftirnar, sum vóru
komnar inni á Statoil.
Eftir úttalilsinum at døma,
hevur hann nokk tosa við
Kjartan Joensen, sum á
samgongufundi skal hava
sagt at: “mammurnar lyftu
børnini upp til diskin, fyri
at skriva undur”! Fyri mær
kunna tit kannað baði nøvn
og føðingardagar, tað broytir
ikki uppá tann veruleika, at
80 % av bygdarfólkinum
eru fyri tunnilsloysnini.
Í hesum førinum, har tað
hevur við framtíðina hjá
okkara ungdómi at gera,
hevur ein undirskrift frá
einum 15-17 ára gomlum,
líka nógv og helst meiri
virði fyri mær, enn tann hjá
Eiriki hevði havt, tað er jú
okkara eftirkomarar tað snýr
seg um. Annars er tað besta
dømi um undirtøkuna fyri
tunli, nokk borgarafundurin
(sum Jógvan Lias hevur skírt
at vera “bestiltan”, men hann
var jú almennur.!!) har 187
Leirvíkingar, í bestu árum,
vóru møttir og heili
90 % søgdu seg vilja hava
tunnil.
Eirikkur nevndi eisini
ørskapin, skilaloysi og and
styggiligheitina við at fjerna
ein stóran part av neystun
um. Í verandi líkið eru fleiri
av neystunum ein ampi fyri
bygdini tá illveður er, og tað
er jú ikki so sjáldan, og ikki
kann man siga at tey eru
nakað prýði, heldur tvørtur
ímóti. Við tunnilsloysnini
fáa tey – ið vilja hava tað –
nýggj neyst, og uttan at vita
tað sikkurt, so vænti eg at tað
verður tann minna helvtin,
veit um fleiri sum høvdu
verði glað við, heldur at
fingið nøkur oyru afturfyri,
av tí at neystini eru meiri til
ampa enn nyttu.
Ja Eirikur - tú mást ikki taka
tað illa upp – men tíðirnar
broytast og slupptíðin er
altso farin afturum, men eg
havi varhugan av, at var tað
upp til tín, so stóðu vit við
snellu í hond, enn tann dag
í dag.
Har sum tú ert ikki
sjálvur, ert tú ikki meiri
enn hálvur.
Og síðani var eisini ein klaks
víkingur, Karl Heri Joensen,
sum næstan fekk tað at ljóða
sum um at vóru teir ikki
til, so gingu vit í Leirvík
framvegis uppum fjall.
Hann hevði eisini blint
álit á, at tá LV mælir til
vegin “omanfyri” so má tað
absolutt vera tað rætta, men
tað halda so ikki allir teir,
sum LV er ráðgevi fyri, teir
hava tvørtur ímóti givið LV
eina dygga misálitisváttan
og seta stórt spurnartekin
við ta ráðgeving teir fáa ser
veraða.
Annars er tað tann sama
endurtøkan, tá man hoyrir
tann meiniga Føroyingin
úttala seg um vegin “oman
fyri”, at tey hava ikki tann
allar fjernasta ide um
hvussu verkætlanin sær út
í veruleikanum og tí heldur
ikki vita hvat tey tosa um. Tað
havi eg uppliva nú fer eftir
fer, tá fjølmiðlar, politikarar
og onnur ferðandi hava verði
framvið. Úttalilsini hava
verði tey somu hvørja fer:
“Áh sær tað soleiðis út ” –
“er tað her vegur/tunnil skal
vera” – “er vegurin so nær
bygdini” – “er vegurin so
høgur” o.s.fr. og niðurstøðan
hjá teimum hevur verið tann
sama hvørja fer: “ja, eg
skilji tykkum væl”. Man
plagar at siga at gløgt er
gestsins eyga!
Hansara kvørn melur
ikki altíð kveiti.
Var ikki sørt bilsin av at
hoyra Kjartan Joensen leggja
doyin á, í Tinginum, at tað
var eitt samt bygdaráð sum
heitti á Løgtingi um ikki at
útseta freistina, havi ikki havt
varhugan av, at hann annars
hevur lagt so nógv í hvat
bygdaráði hevur samtykt,
tey hava jú eisini samtykt
(einmælt) at tað skal vera
tunnil og ikki vegur, hvar er
stuðulin tá?
Nú bleiv freistin so útsett,
visti ikki rættuliga hvat eg
skuldi halda um tað, men
kom til tað niðurstøðu at
tað sikkurt var líka gott,
tí tá Kjartan, við sjógv á
baki, knappliga vildi stuðla
bygdaráðnum, segði mín
útrokning tað, at okkurt
dult politiskt mátti liggja
aftanfyri, men ikki allur
Fólkaflokkurin tók undir við
honum, so har er kanska vón
enn, hvør veit.
Mangur hevur valið og
tekur skalið.
Haldi at tað er rættiliga
ørkymlandi at uppliva tað,
at allir Eysturoyar ting
menn og fleiri aðrir, gera
manngarð um ynski hjá
Leirvíkar bygdaráð og
fólkinum, meðan Kjartan,
sum er valdur inn á Ting av
okkum, setur seg ímóti, tað
má bestemt verða eindømi
í Føroyum! Tað er eingin
skomm at siga: “EG haldi at
vegurin ”omanfyri” er tað
besta fyri bygdina, men eg
stuðli mínum demokratiskt
valda bygdaráði og mínum
bygdafólki”, men tað
kanska kemur, livst so spyrt,
enn er tíð at hálsa um. Sjálvt
um tað ikki er nøkur løtt
avgerð, so hevði tað verið
ein góð avgerð, baði fyri
Kjartan og Fólkaflokkin! og
ikki minst fyri bygdina.
Fái meg illa at trúgva at
Kjartan skal hava rætt og øll
onnur fara skeiv, havi heldur
ikki enn hoyrt eina einastu
sakliga grundgeving fyri hví
vegurin “omanfyri” skuldi
verði tað rætta, so hvat tann
veruliga grundin er, kann
man bara gita um.
Pengar, hevur man hoyrt
aftur og aftur, men sum
sagt áður, so kann man ikki
gera ALT upp í pengum, tað
burdi Kjartan eisini vita sum
vinnulívsmaður, at tað ikki
er skilagott at “spara eftir
reyv”, sjálvandi hava pengar
ein leiklut, men eingin av
tykkum, sum vilja trumla
okkara besta byggilendi nið
ur, skemma náttúruna og
seta trygdina og trivnaðin til
viks, kunna veruliga halda
tað, at munurin millum
eina skilagóða loysn við
tunli niðri í bygdini (har
vit fáa í posa og sekk, og
hvat skuldi verið galið í tí)
og eina lappaloysn við vegi
omanfyri, er so stórur, at tað
skal vera alt avgerandi. Eg
eri vísur í, og nógv fakfólk
við mær, at tá ið samanum
kemur, er møguliga talan
um einar 20-25 mill á muni,
og ikki tey mannipulerandi
tølini, sum millum annað
Bjarni
Djurholm
og
Oyvindur Brimnes, sleingja
um seg við, at tað skal vera
2 og 3 ferðir so dýrt, ja
enntá 4 ferðir haldi eg meg
hava hoyrt í einari knappari
vending, men tað eru tíverri
nógv sum hoppa uppá tað !
Eg sigi sum Henrik Old
segði á Tingsins røðarapalli,
at skal vegurin omanfyri
gerast fyri 40 mill, so verður
tað síðsta lopi langt, oman
gjøgnum bøin.
Eg vóni at politikkarnir
virða okkum so mikið, at
teir ikki fara at kroysta nak
að omanyvir okkum, tíans
heldur aðrar kommunur í
landinum, sum vit/tær ikki
hava biði um, og enntá frárátt,
tað er vánaligur politikkur
og sera ódemokratiskt.
Tað er mangur leikur í
longum talvi.
LV er tykkara ráðgevi,
gamaní, men teir eru eisini
“bara” ráðgevar, tað for
bjóðar ikki politikarum at
hugsa sjálvstøðugt og vera
kritiskir - tit áttu at sett
stórt spurnartekin við ráð
gevingina hjá LV, eftir tann
lemjandi kritik teir fingu
frá fleiri løgtingsmonnum
tá máli um tíðarfreistina var
fyri.
Og mín sann um so ikki
Oyvindur (LV) nú knappliga
vil hava ein tunnil! Hann,
sum skalv við tankanum
um at skula koyra eitt strekki
uppá 350 m undir jørð,
heldur nú at tað er betur at
koyra 2000 m gjøgnum ein
annan tunnil sum ferð at
kosta nógv meir, tí sum hann
sigur, at skal man brúka
pengar allíkavæl, so kann
man líka so gott gera nakað
heilt annað enn tað sum
bygdaráði í Leirvík hevur
biði um, og sum vil vera
við til at menna bygdina.
Og hettar kemur hann við,
eftir at hann fyri stuttum
hevur sagt fyri Føroya fólki
at sjálvt um tunnil niðri í
bygdini bleiv bíligari enn
vegurin so var hansara til
mæli framvegis vegur, tí
LV borar ikki tunlar har sum
vegur kann gerast! Ja, “her
er sama tógvið á snælduni”.
Hvør ein ráðgeving...nei
heldur falitterklering so
tað stendur eftir.
Tað ringasta er at hann við
føgrum orðum, fær nógv at
halda, at tað sum hann sigur
er skilagott.
Ein ferðandi skrivar í ein
ari viðmerking at vit mugu
minnast til at landi skal
gjalda fyri at leirvíkingar
kunnu fáa í posa og sekk,
men samstundis er tað í
lagi at landi skal gjalda upp
aftur nógv meira fyri at Leir
vík ongan ágóða fær, bara
viðkomandi sleppur undan
at koyra 50 km/t á einum
vegastrekki uppá góðar 500
m, og hann lovprísar hes
um “nýggja” prosjekti hjá
LV, sum slett ikki er nýtt,
tí tað er fleiri ár síðan at
LV kom við hasum fyrstu
ferð, men tá var tað rokna
sum ørvitiskapur, eg vil
bara siga við viðkomandi
persón at vilt tú vita nakað
um manipulering, so skalt
tú bara seta teg í samband
við LV, tí tað hava teir víst í
verki at vera meistarar í.
Oddagreinin í Dimmalætt
ing Hósdagin, var eisini inni á
hesum og hevur nú reduserað
ynski hjá leirvíkingum at
umfata eina bensinstøð og
eina bowlinghøll, ja nógv
skal man hoyra í hesum, fyri
hann, skemtiliga tjaki. Tann,
ið rekur hesi baði støðini er
EIN persónur í øllum hesum
og fyrr var illa um hann ikki
stríddist fyri at varðveita sítt
livibreyð.
Tað er bara óskiljandi,
at tá í ein loysn fyriliggur,
har Leirvíkar bygd kann fáa
baði ágóðan og sleppa av við
vansarnar, at man tá fer at
tosa um at nýta enn meiri
pening fyri at tað absolutt
ikki MÁ henda.
Nú er alinin av og
sponnin eftir.
Vit í Leirvík gleða okkum,
saman við Norðoyggjunum
og restina av Føroyum, til
tunnilin opnar 29 Apríl, tað
er bara syrgiligt at so nógv
hava fingið tað fatan, at okk
ara krav um ein tunnil og
kravi um at byrja verður, ella
í øllum førum avgerð tikin,
áðrenn Norðoyatunnilin
opnar, er tað sama sum at vit
eru ímóti Norðoyatunnlinum
og at Norðoyingar eru
óynsktir, men tað er tíbetur
ikki so, tvørturímóti.
Ein tunnilsloysn/lokrenna
í Leirvík, er ikki bara til okk
ara besta, men so sanniliga
eisini fyri øll sum skulu
ferðast undir fjørðin, so
eitt sindur meira forstáilsi/
stuðli norðaneftir hevði ikki
verði so galið, men óansæð
so skulu tit vera hjartaliga
vælkomnir yvirum, og tað
tíðina, sum ferðslan skal
ganga gjøgnum bygdina,
skulu vit nokk hóra undan,
ikki minst um vit vistu at ein
góð loysn lá á gáttini.
Við vón um skjóta og posi
tiva viðgerð frá politiskari
síðu, tí tað er har í bólturin
liggur.
gregor@kallnet.fo
Tunnil úr Brasil – Og viðmerkingar til høgru og vinstru !
Filip G.D.
Hansen