hósdagur 9. mars 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á frítíðarskúlanum í
Løkjutúni á Argjum
hava børnini tær
seinastu vikurnar
arbeitt við einum
kreativum projekti,
sum líkist tí sum
var eitt hitt fremsta
fritíðarítriv hjá smá
dreingjum í 50- og
60-unum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Á frítíðarskúlanum í Løkju
túni á Argjum hava børnini
tær seinastu vikurnar arbeitt
við einum projekti, ið var at
byggja ein kassabil, sum er
eitt sindur øðrvísi.
Børnini sita væl í einum
góðum leðurstóli við góðari
verju á síðini.
Alt tilfarið til bilin hava
børnini sjálvi fingið til vega.
Máling og setur hava tey
eisini funnið sjálvi.
Tað eru børnini úr 2. klassa
A og B, sum hava verið við
til at gjørt kassabilin. Tað eru
tey bæði, Anna Sofía Gaard
og Ingemar Johansen, sum
hava hjálpt børnunum.
Hetta við kassabilum er
rættuliga áhugavert, tí tað at
gera heimagjørdir kassabilar
var eitt hitt fremsta fítíðarítriv
hjá nógvum smádreingjum
fyrr, serliga í 50- og 60-un
um.
Kassabilar er rætta orðið,
tí teir flestu tá í tíðini vóru
nevniliga gjørdir úr silda
kassum, ið vóru sera væl
egnaðir sum ”karossarí”.
Vanliga vóru hjólini av
barnavognum e.l., onkur
var so flott koyrandi, at han
hevði sekkjavognshjól.
Róðurgreiðirnar vóru
antin at stýra við bandi, ella
varð eitt hjól sveisað fast í
ein aksil, sum bandið síðan
varð snúrað rundan um. Fyri
at skána bandið, og fyri at
bilurin skuldi vera lættur
at venda við, gekk bandið
gjøgnum smár taljur.
Kappingin millum smá
dreingirnar var, um hvør
hevði tann flottasta kassa
bilin. Teir vóru málaðir í
ymiskum litum, ofta tvílittir
og líktust bilunum tá, t.d.
teimum amerikansku frá
umleið 1960 við stórum
velum aftan. Nógvir høvdu
eisini kúfangarar, lyktir og
pyntilistar á síðunum.
Spælið við kassabilunum
varð ógvuliga ymiskt, og
har fleiri bilar vóru í einum
grannalagi, gekk tað ofta út
upp á bilarnir koyrdu frá eini
bilstøð og vórðu sendir túr,
eins og hýruvognarnir. Tá í
tíðini vóru sera fáir privat
bilar, bilar vóru arbeiðstól
sum t.d. hýru- og vøruvognar
og lastbilar.
Í onkrum heimi í Havn við
fleiri dreingjum, høvdu teir
so nógvar og flottar kassa
bilar at mamman ta einu
tíðina var nevnd ”kassabila
mamman”.
Kassabilur við leðursetrum
Nr. 49 • hósdagur • 9. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
”Motorlúkan” kann latast upp, fyri at tað skal vera lætt at
koma inn og úr bilinum. Bilurin er sera kreativt málaður
Ingmar Johansen saman við børnunum, ið eru sera stolt av sínum projekti. Ein kassabilur sum í
gomlum døgum