Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 49 - 9. mars 2006 Í august kemur ein nýggjur uppdateraður Ford Transit á marknaðin. Størstu broytingarnar eru framman og í kabinuni. Eisini vera tveir nýggir Duratorq TDI dieselmotorar við í programminum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ford kundu í fjør hátíðarhalda at 40 ár vóru liðin síðan Ford Transit fyrstu ferð kom á marknaðin. Tað eru nú nøkur ár síðan hesin Transit, sum nú fær eina sonevnda facelift, kom á marknaðin. Tað sum eyð­ kennir bilin eru tær lodd­ røttu síðurnar og rúm­liga vøru­rúmi. At síggja til er størsta broyt­­ ingin framman við nýggj­um kúfangara, køl­ara­­­gittari, lykt­um og tí størsta Ford- búmerkinum (ovalinum) í evro­pe­­iska modell-pro­ gramm­­inum. Kabinan er nýggj við nýggj­um instrumentborði og ratti og nú situr gir­ stongin í sjálvum in­stru­ment­ borðinum. Seks ymiskir dieselmotorar vera at velja ímillum, harav tveir eru nýggir: 2,2 litur og 2,4 litur Duratorq TDI við antin fimm ella seks-trins girkassa. Transit er bert tann fyrsti av fleiri nýggjheitum frá Ford í ár, seinni koma ein nýggjur S-MAX og Galaxy. Nýggi Ford Transit kemur á marknaðin í august. Nýggjur Ford Transit í august Goodyear sølustjórin Carl Ole Olofsen, sum seinastu meira enn 25 árini hevur vitjað hendan vegin, gevst nú hjá Goodyear, men hóast tað hevur ongar ætlanir um at gevast við at koma til Føroyar Dekksøla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Goodyear dekkfyritøkan sendir javnan sølufólk og tekniskar ráðgevar til Før­ oyar, Ísland og Grønland, at vitja teirra kundar og sølu­ umboð. Ein av teimum, sum hev­ur vitjað hendan vegin í meira enn 25 ár, er Carl Ole Olof­ sen, sølustjóri, sum hesi árini hevur fingið nógv vinfólk í Føroyum. Carl Ole, ið er 63 ára gamal, gevst nú hjá Goodyear, men hann hevur ætlanir um at koma aftur til Føroyar at vitja. Eitt nú í samband við at Norðoyartunnilin letur upp síðst í apríl. Nakað síðan hevði Sonne Smith samrøðu við Carl Ole Olofsen á Rás2, har hann segði frá, hvussu tað var at koma til Føroyar fyrstu ferð, og hvussu infrastruktururin er broyttur hesi árini. Í hansara stað eru komnir tveir aðrir mans, tað eru Lars Gladov, sølustjóri, og Torben Nielsen, tekniskur ráðgevi. Teir hava verið her og sett seg inn í føroysku viðurskiftini hvat akførum, dekkmarknaði og veganeti viðvíkur. Goodyear umboðs­menn­ inir siga, at vit hava eitt fram­úr gott veganet, og tað at vit skjótt kunnu koyra úr Vágum til Klaksvíkar, halda teir vera eitt stórt framstig á samferðsluøkinum. Goodyear er tað dekk­ merki, sum man hava verið selt longst í Føroyum, heilt síðan fyrst í 30-unum, tá P/F Vilhelm Nielsen var umboð fyri Goodyear. Sp/f Super Dekk: Goodyear umboð á vitjan Fríðrikur Bláhamar frá Sp/f Super Dekk, Goodyear umboðsmaður í Føroyum, og Lars Gladov, nýggjur sølustjóri hjá Goodyear í Danmark Mynd: Magnus Gunnarsson Torben Nielsen, tekniskur ráðgevi hjá Goodyear, og Carl Ole Olofsen, sølustjóri, sum nú gevst hjá Goodyear Mynd: Jens Kristian Vang Størstu broytingin framman eru nýggjur kúfangari, kølaragittar, lyktir og størsta Ford-búmerki (ovalurin) í evropeiska modell- programminum Kabinan er nýggj við nýggjum instrumentborði og ratti - nú situr girstongin í sjálvum instrumentborðinum