Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 3 Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur at tilboðini upp á Farmaleiðir hjá Strandferðsluni vóru á góðari leið FARMALEIðIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tilboðini upp á Farmaleiðir hjá Strandferðsluni vóru á góðari leið. Tað heldur Jacob Vester- gaard. Landsstýrismaðurin í innlendismálum er sostatt nøgdur við tey tilboð, sum komu inn upp á at keypa Farmeleiðir hjá Strand- ferðsluni. Tá ið avgerð varð tikin um at einskilja Farmaleiðir hjá Strandferðsluni, vóru tær bodnar út í almennari sølu. Freistin at lata inn tilboð, var úti í gjár og tá vórðu eisini tilboðini latin upp. Tilsamans komu trý til- boð inn. Tað vísti seg, at Heri Thomsen í Gøtu hevði hægsta boð, sum var upp á fýra milliónir. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað var nakað niður til mittasta boðið og at tað lægsta boðið var rættiliga nógv lægri. – Hetta var at kalla sum vit høvdu væntað. Vit høvdu ikki væntað, at tað fór at vera gravgangur eftir at keypa Farmaleiðir og vit høvdu heldur ikki væntað okkum, at tilboðini fóru at vera stórt hægri enn tey eru. So samanumtikið eri eg nøgdur, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at metingin var kanska eina millión hægri enn tað besta tilboð- ið, sum kom inn. Upprunaliga hevði lands- stýrið mett seg at fáa 15 milliónir fyri Farmaleiðir. Men tað var fyri at ein- skilja allar ognirnar í sam- bandi við Farmaleiðir. – Tað, sum er einskilt nú, er bara ein partur av Farma- leiðum og sostatt høvdu vit als ikki roknað við eini inn- tøku upp á 15 milliónir fyri hendan partin av Farma- leiðum. Summi av amboðu- num, sum eru seld, eru eis- ini nakað gomul, so virðið er avmarkað. – Eitt stórt virðið, sum liggur eftir hjá Strand- ferðsluni, er eitt grund- stykki í Hjalla omanfyri Havnina, sum Tórshavnar Kommuna hevur forkeyps til. Strandferðslan hevur eisini eitt pakkhús í Vági eftir, men tað er ætlanin at selja fyri seg. Harumframt eru nakrar frystilastir, nakr- ir bilar og onnur útgerð eft- ir í sambandi við pakkhúsið í Suðuroy og í sambandi við koyring í Sandoy og ymiskt annað. Jacob Vestergaard sigur, at nú verða tey ymsu til- boðini samanborin og so verður endaliga støða tikin um søluna. Hann sigur, at ætlanin er at avgreiða søl- una skjótt og at tað helst verður longu í nøstu viku, at avgerðin verður tikin. Hampiliga væl nøgdur við boðini – Prísurin var kanska ikki tann stóri, men hetta var áleið tað, sum vit høvdu væntað at fingið fyri tann partin av Farmaleið- um, sum nú eru seld, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismað- ur