mánadagur 13. mars 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tey heimleysu í Før-
oyum eru nú løgd fyri
Løgtingið og gongst
sum Hans Pauli
Strøm vil, skal tað
enda við, at Løgtingið
samtykkir, at tey
skulu hava betri um-
støður
HEIMLEYS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu tey heimleysu í
Føroyum hava betri um-
støður.
Tað heldur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almannamálum,
Hann hevur nú lagt upp-
skot fyri Løgtingið, har
hann vil hava tingið at sam-
tykkja, at tey heimleysu
skulu hava betri umstøður.
Tí vil hann hava Løgting-
ið at samstykkja, at eitt
miðvíst arbeiði skal fara í
gongd fyri at bøta um kor-
ini hjá teimum heimleysu.
Sostatt vil landsstýris-
maðurin hava Løgtingið at
samtykkja,
at
bústaðir
verða útvegaðir til tey
heimleysu.
– Her skal talan vera um
bústaðir til tann bólkin av
heimleysum, sum er ringast
fyri og har krøvini til bú-
fólkini verða avmarkað.
Tað merkir, at talan skal
vera um bústaðir í einum
vardum umhvørvi sum tey
kunnu kalla teirra heim
Samstundis vil hann hava
Løgtingið at samtykkja, at
nakrir bústaðir eisini verða
útvegaðir til tann bólkin av
heimleysum, sum hevur
brúk fyri resosialiserandi
stuðli í styttri tíð.
Tey heimleysu skulu eis-
ini hava tilboð um persón-
ligar samrøður, virknis-
skapandi tilboð, búvenjing
og onnur sosialt og persón-
liga mennandi tilboð
Harafturat er ætlanin at
bøta um møguleikarnar hjá
heimleysum at hava eitt
herbergi at fara um nætur-
nar.
Hans Pauli Strøm hevur
eisini í hyggju at samskipa
tilboðini
hjá
teimum
sjálvbodnu
felagsskapu-
num, landinum og kommu-
nunum fyri at fáa ein sam-
anhang í arbeiðið.
Men av tí sama er eisini
neyðugt, at aðrir stovnar,
sum veita hjálp, eitt nú Al-
mannastovan og Heima-
røktin, eru við í hesum
samstarvi.
Men hann ætlar eisini, at
ábyrgdin fyri at útvega
heimleysum bútilboð, verð-
ur lagt undir kommununar.
Hóast Kommunurnar fáa
ábyrgdina fyri at hava til-
boð at vísa heimleysum á,
er tað ætlanin, at landið og
kommunurnar skulu býta
fíggjarligu ábyrgdina
35 heimleys
Hans Pauli Strøm sigur, at
tað eru eini 35 heimleys í
Føroyum í dag. Av hesum
búgva 15 fyribils í búfel-
agsskapum hjá Bláa Krossi
og Frelsunarherinum. Hini
20 hava onki fast tilhalds-
stað.
Hann metir, at fyrst árið
verður neyðugt at játta ein-
ar 3,6 milliónir fyri at fáa
gongd á hjálpina til tey
heimleysu.
Eftir galdandi skipan let-
ur landskassin 1,15 millión
í stuðuli stuðul til sjálv-
bodnu felagsskapirnar, og
600.000 verða latnar frá
Tórshavnar Býráði, so til-
samans er stuðulin 1,75
millión.
– Tekur Løgtingið undir
við ætlanini, fer landsstýrið
at leggja uppskot fyri Løg-
tingið eftir Ólavsøku um at
broyta forsorgarlógina og at
seta í hana, hvørji serlig til-
boð tey heimleysu skulu
hava og har er samstundis
har
greitt
ábyrgdarbýti
millum land og kommunur
verður staðfest, sigur Hans
Pauli Strøm.
4
Nr. 51 - 13. mars 2006
Heimleys í Føroyum virðiligar umstøður
Tað eru eini 35 heimleys í
Føroyum og tey skulu nú
hava virðiligari umstøður,
sigur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður