mánadagur 13. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2006
Løgtingið skal nú
samtykkja, at enda
málið við ferðslu
lógini skal vera, at
ongin skal doyggja
ella fáa álvarsligan
skaða í ferðsluni
Nullhugsjón
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Endamálið við ferðslulógini
skal vera, at ongin skal
doyggja ella fáa álvarsligan
skaða í ferðsluni.
Tað heldur Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Hann hevur nú lagt uppskot
fyri Løgtingið, har hann vil
hava tingið at samtykkja og
sostatt at staðfesta, at enda
málið við ferðslulógini skal
vera, at ongin skal doyggja í
ferðsluni, ella fáa álvarsligan
skaða.
Herfyri var aðalorðaskiftið
í Lgtinginum og tað vísti,
at stór undirtøka er fyri
at endamálið við ferðslu
politikkinum skal vera, at
ongin skal doyggja í ferðsl
uni.
Tað er tað, sum vanliga
verður nevnt nullhugsjónin.
Kortini endaði tað orða
skiftið ikki við, at Løgtingið
gjørdi nakra formliga samtykt
um at seta nullhugsjónina í
gildi í Føroyum.
Nullhugsjónin
vísast í verki
Tí vil Bjarni Djurholm nú
hava Løgtingið at samtykkja,
at ferðslulógin skal hava null
hugsjónina til endamál.
– Sostatt skal nullhugsjónin
verða stavnhaldið fyri ferðslu
politikkinum framyvir.
Bjarni Djurholm sigur, at
fyri at nærkast málinum um,
at eingin skal doyggja ella
verða álvarsliga skaddur í
ferðsluni, verður neyðugt
at gera eitt miðvíst arbeiði
á fleiri økjum.
Eitt nú skal upplæring og
upplýsing um ferðslutryggan
hugburð og atburð raðfestast
so høgt, sum til ber.
Somuleiðis skal eftirlitið
við ferðsluni gerast so gott,
sum til ber.
Harafturat má ferðslulógin
alsamt verða endurnýggjað
og dagførd, so at hon fylgir
við teimum broytingum, ið
henda.
Eisini skulu akførini
verða útgjørd við nýggjastu
trygdarfyriskipanum, so at
tey lúka fremstu trygdar
krøv
Tað er eisini neyðugt, at
bæði kommunalir og lands
vegir verða gjørdir alsamt
tryggari við munagóðum
og miðvísum ábótum.
Prutl koyra skjótari
Bjarni Djurholm ger eisini
greitt, at hann fer at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at prutl skulu sleppa at koyra
45 km um tíman. Sum er,
kunnu tey koyra 30 km um
tíman.
Men hann sigur, at bólkur
in, sum viðger henda spurn
ing, vildi hava betri stundir at
gjøgnumarbeiða uppskotið,
og tí verður tað ikki lagt fyri
Løgtingið fyrrenn beint eftir
Ólavsøku.
Tað var Bill Justinussen,
sum vildi hava løgtingið
at samtykkja at prutl skulu
sleppa at koyra 45 km um
tíman, tí mett var, at tað var
vandamikið fyri ferðsluna,
at prutlini orkaðu so illa at
koyra í mótbrekku.
– Nøkur prutl eru so tung,
at ein 16 ára gamal ikki til
fulnar megnar at hava tamar
haldið, um hann missir ferð
ina í eini mótbrekku. At fá
óhapp henda í hesum sam
bandi er tí, at so at siga ongi
prutl eru lóglig og tí koyra
skjótari enn 30 km um tíman,
segði Bill Justinussen og tað
tók Løgtingið undir við of
eftir ólavsøku verður tað so
eftir ætlan sett í gildi.
Forkvinnan í Ráð
num fyri Ferðslu
trygd sigur, at tað,
sum hendir nú, er
tað, sum tey hava
bíðað eftir í nógv
harrans ár
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er tað, vit hava bíðað
eftir í nógv harrans ár.
Rúna Sivertsen, for
kvinna í Ráðnum fyri
ferðslutrygd, er ómetaliga
fegin um, at ætlanin nú er
at fáa løgtingið at staðfesta
í sjálvari ferðslulógini, at
endamálið við henni skal
vera, at ongin skal doyggja
ella koma álvarsliga til
skaða í ferðsluni.
Tað er hetta, sum verður
kallað null-hugsjónin og
sum greiddu frá á Portalin
um í gjár.
Tískil vónar hon sjálv
sagt, at Løgtingið fer at
samtykkja uppskotið.
Men hon vísir á, at tá ið
tað verður staðfest í sjálvari
ferðslulógini, at null hug
sjónin er endamálið við
ferðslulógini, er tað bara
byrjanin, tí tað er ikki
fyrrenn tað er samtykt, at
arbeiðið byrjar av álvara.
– Eitt tað fyrsta, vit eiga at
gera, er at fáa eina føroyska
tjóðar ferðslutrygdarætlan,
sum staðfestir endamálið
við allari ferðslu á luftini,
á landi og á sjónum.
Hon sigur, at tað, at null
hugsjónin nú verður staðfest
í fersðslulógini, fer at vinda
øll, sum hava við ferðslu at
gera, tað er Løgting, Lands
verk, Akstovu og øll onn
ur, til altíð at hava ferðslu
trygdina er aðalmálið í øll
um sum gjørt verður.
Rúna Sivertsen heldur, at
enn hava vit langt á mál á
hesum øki.
– Viðvíkjandi flúgving
ivast ongin í, at tað er trygd
in, sum skal raðfestast
hægst. Men tá ið vit koyra
í bili, hava vit lyndi til at
slaka krøvini, tí tá krevja vit
at verða flutt skjótt frá staði
til stað, men vit góðtaka, at
hetta krevur síni offur.
Kortini heldur hon, at
hugburðurin er broyttur, tí
í nýggju, landsumfatandi
samferðsluætlanini hjá
Landsverkið, er trygdin
hornasteinurin og tað er
at fegnast um, sigur Rúna
Sivertsen.
Annars heldur forkvinn
an, at skal hon nevna nøkur
ítøkilig átøk, sum tað er
átrokandi at fremja fyri at
bøta um ferðslutrygdina,
kemur hon at hugsa um
tvey tiltøk.
– Í fyrstu atløgu er at hjá
teimum ungum sum taka
koyrikortið, skal tann fyrsta
tíðin verða royndartíð. Í
øðrum lagi heldur hon, at
klippikortini skulu setast í
gildi í Føroyum, har ávís brot
á ferðslulógina kosta klipp í
kortið og tá ið kortið er fult,
kostar tað koyrikortið.
Hon sigur, at eitt, sum
royndarkoyrikortið til ungu
kann føra við sær, er, at tey
hava færri klipp enn tey
eldru.
– Og í serliga grovum brot
um á ferðslulógina, kann tað
vera so, at løgreglan kann
taka koyrikortið frá teimum
ungu á staðnum, sigur Rúna
Sivertsen.
Ein ógvuliga týdningarmikil byrjan
Løgtingið skal staðfesta at
ongin skal doyggja í ferðsluni
Nú skal tað verða eitt ítøkiligt og miðvíst endamál, við ferðslupolitikkinum, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í
ferðsluni og tað vil Bjarni Djurholm nú hava Løgtingið at staðfesta
– Vónandi tekur løgtingið væl undir við ætlanini. Talan er
um fá orð, men tey fara at fáa sera stóran týdning, sigur Rúna
Sivertsen