Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 51 - 13. mars 2006 Atlantsflog 22,5 mill. í avlopi í fjør Í tilfari, sum flog­ felagið hevur latið landsstýrinum, sæst at felagið væntandi fer at lata 10 milliónir í vinningsbýti Atlantsflog Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað gongur betur og bet­ ur hjá Atlantsflogi og árið í ár verður tað besta nakrantíð. Í aðrair grein í blað­ numvil Magni Arge ikki avdúkað, hvussu stórt av­lopið hjá felagnum var í fjør. Men hann segði kortini, at avlopið í 2005 verður størri enn tað var í 2004 og tá var tað 14,1 millión eftir skatt. Men í tilfari, sum At­lants­flog hevur latið lands­stýrinum, upplýsir felag­ið, at í fjør vaks sølan munandi afturímóti søluni í 2004. – Sambært tølunum fyri 2005 var sølan í fjør einar 340 milliónir krónur og tað fer væntandi at geva eitt ársúrslit upp á einar 22,5 milliónir, sigur felagið. Felagið sigur eisini, at tað rindaði tvær milliónir krónur í vinningsbýti í 2004. Men vinningsbýtið fyri 2005 verður væntandi 10 milliónir krónur. Samstundis upplýsir felagið, at eginognin við árslok 2005 var einar 150 milliónir krónur. Sambært ársroknskap­ inum hjá Atlantsflogi, er nettosølan vaksin frá 130 milliónum krónum í 1999 til 234,4 milliónir krónur í 2004. Í 2005 er netto­ sølan munandi vaksin og sumnevnt, verður mett, at hon var 340 milliónir í fjør. Tal av starvsfólki er vaksið frá 64 ársverkum í 1999 til 111 ársverk í 2004. – Eftir tí, sum higartil er komið fram, verður klárt at selja Atlantsflog í heyst, sigur Bjarni Djurholm Einskiljingin av Atlantsflogi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Gongst sum ætlað, skuldi tað verið klárt at selt At­lants­ flog í heyst. Tað metir Bjarni Djur­ holm, landsstýrismaður í vinnu­málum. Sum tað sæst í aðrari grein, heldur hann, at so at siga alt Løgtingið sum tað er, var so jaligt sum sjáldan fyrr, táið málið var til viðgerðar í gjár. Tí vónar hann, at tann víðari viðgerðin í Løgtinginum verður líka jalig, tó so ikki útlit verið fyri trupulleikum á vegnum og tískil eru útlit fyri, at tað fer at ganga skjótt hjá Løgtinginum at avgreiða málið. Táið málið er endaliga avgreitt í løgtinginum, kann landsstýrismaðurin fara undir at fyrireika sjálva søluna. – Tað fyrsta verður, at vit lýsa eftir einum ráð­­gev­ ara. Før­oyski virðis­­bræva­ marknaðurin er lim­ur í ís­lendska virðis­bræva­markn­ aðinum, ISEX og talan skal tískil vera um ein ráðgevara, sum ISEX, góðkennir. Her kann talan vera bæði um ein føroying ella ein útlending. Tað tekur vanliga ein mán­ aða at lýsa eftir og at finna ein ráðgevara. Ráðgevarin skal síðani gera eitt prospekt, ella eina allýsing av Atlantsflogi til møguligar keyparar. Samstundis skal ráðgevarin seta upp allar tær treytir, sum landsstýrið hevur, sum blokerandi minniluti. Ein treyt er, at Atlantsflog skal hava høvuðssæti í Føroy­ um. Bjarni Djurholm sigur, at tað er eitt arbeiði, sum vanliga tekur tríggjar mán­ aðir. Tá ið tað er liðugt, er klárt at lýsa virðisbrøvini til sølu og gongur sum ætlað, verður tað sostatt einaferð í heyst. Í fyrstu syftu verða 33% av Atlantsflogi seld í fríari sølu til almenningin. Fyri at kunna skrá­seta felagið á virðisbræva­markn­ aðinum, skulu minst 300 partaeigarar verða, men ongin kann eiga meiri enn 10%. Táið talið er rokkið, verður Atlantsflog skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Spurningurin er so, hvat síðani hendir. – Samtykkir løgtingið at selja 66% av Atlantsflogi í einum, verður støða tikin til, nær og hvussu hini 33% av partabrøvunum skulu seljast til ein ella nakrar sterkan íleggjara. Eitt, sum fleiri løgtingslimi síggja eitt stórt virði í, er, at Atlantsflog framhaldandi hev­ur støð í Føroyum. Lands­ stýrið hevur ført fram, at tað skal tryggjast við einum partaeigarasáttmála, har landsstýrið setir sum treyt fyri søluni, at felagið verður verandi í Føroyum. Hinvegin føra onnur fram, at onki álit er í einum slíkum sáttmála, tí tað ber altíð til at máa støðið undan honum. Men tað heldur Bjarni Djurholm er ein ógrundaður ótti. – Vit hava brúkt nógva tíð upp á at útgreina ein slíkan partaeigarasáttmála. Tað er eitt undirskrivað skjal ímillum tveir partar og tað brýtur annar parturin ikki órevsaður, sigur lands­ stýrismaðurin. Upprunaliga var ætlanin, at ein slíkur partaeigarasáttmáli skuldi vara í sjey ár í fyrstu syftu, men í uppskotinum, sum nú er lagt fram, er onki áramál sett á. Hann verður tískil bindandi so leingi Løg­ tingið vil hava, at hann skal vera bindandi. – Eg var ovfarin at hoyra, hvussu jaligir løgtingslimir vóru fríggjadagin, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Einskiljingin av Atlantsflog Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fríggjadagin var eg ein glað­ ur maður! Tað viðgongur Bjarni Djur­holm, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað, sum gjørdi hann so fegnan, var tað, sum politik­ arar á Føroya Løgtingi høvdu at siga um ætlan hans­ara at selja ein part av tjóðarflogfelagið okkara, Atlants­flogi. Hann dylir ikki fyri at hann frammanundan hevði ein ávisan ampa á sær fyri, hvat tinglimir fóru at siga um um ætlanina, serliga tí ið hugað verður um, at politikarar, bæði úr samgongu og andstøðu hava verið sera atfinningarsamir. Løgtingið viðgjørdi málið í gjár og tá ið avtornaði, kundi Bjarni Djurholm ikki annað enn staðfesta, at tinglimir sum heild tóku sera undir við ætlanini at einskilja Atlantsflog og at tað er stórur meiriluti í Løgtinginum fyri ætlanini. – Bæði samgonga og and­ støða viðgjørdi uppskotið sera sakliga og hetta er eitt fullgott prógv um, at tað ber til at viðgerða eitt mál siðiliga og sakliga tvørtur um floksmark og ímillum andstøðu og samgongu. – Tað, sum eg var serliga fegin um, er, at andstøðan var so jalig. Tað vísir, at hetta er ikki bara ein ætlan hjá samgonguni, men ein ætlan hjá øllum Løgtinginum. – Tað er heilt týðiligt, at Løgtingið er komið inn í eitt tíðarskeið, har tað veruliga er sinnað at seta hol á eina miðvísa einskiljingar-til­ gongd. – Í so máta var talan um eina sermerkta og søguliga viðgerð og tað var eg ómeta­ liga glaður fyri. Bjarni Djurholm heldur, tað er ikki bara gott fyri ein­ skiljingar-tilgongdina, at politiska semjan er so stór. – Tann størsti vinningurin er kanska fyri Atlantsflog sjálvt, tí hevði stór ósemja tikið seg upp í tinginum, hevði tað elvt til órógv og óvissu og tað kundi verið til stóran ampa fyri felagið. Bjarni Djurholm hevur skotið upp at selja 33% av Atlantsflogi. Ætlanin var so, at Løgtingið einaferð seinni einaferð skuldi samtykkja at selja 33% afturat. Men nú tingið viðgjørdi málið, er hann serstakliga fegin um, at nógvir tinglimir, heltu til at venda aftur til upprunaligu ætlanina um at selja 66% av Atlantsflogi. Verður tað úrslitið, verður tað ein stórur fyrimunur fyri møguligar keyparar, tí so vita teir frá fyrsta degi, hvat teir hava at halda seg til, heldur enn at 33% verða seld nú og so skulu teir dúva upp á at løgtingið ger eina samtykt afturat, sum teir í veruleikanum onga trygd hava fyri. Men tað er eisini ein fyri­ munur fyri Atlantsflog, tí nú veit eisini felagið, hvørjar karmar tað hevur at halda seg til. Men endar tað við, at bara 33% verða seld nú, er tað tann næstbesta loysnin og als ikki nøkur vánalig loysn, heldur hann. Í heyst er klárt at selja Atlantsflog Bjarni Djurholm ovfarin Tað tekur nakrar mánaðir at fyrireika søluna av Atlantsflogi, men skal metast eftir viðgerðini í Løgtinginum higartil, verður føroyska flogfelagið klárt at selja einaferð í heyst – Eg føldi tað sum um eg var til roynd fríggjadagin, eg kundi standa royndina, men eg kundi eisini dumpað. Eg haldi, at eg stóð hana, sigur Bjarni Djurholm