mánadagur 13. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2006
7
Magni Arge sær nú
fram til at tað gongur
skjótt og smidligt
hjá Løgtinginum at
avgreiða málið um at
einskilja Atlantsflog,
tí so kann hann ikki
krevja meiri
Einskiljingin av
Atlantsflogi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg eri sera fegin um, at alt
talar fyri, at tað er at kalla
full semja í Løgtinginum um
framtíðina hjá Atlantsflogi.
– Tað sigur Magni Arge,
stjóri í flogfelagnum.
Hann hevur altíð sagt, at
hann vil ikki gera viðmerk
ingar til, um tað er rætt ella
ikki at einskilja Atlantsflog
og í so fall, hvussu stórur
partur av felagnum skal ein
skiljast.
Og hann leggur dent á, at
tað vil hann framvegis ikki
gera viðmerkingar til.
– Tað er ikki mítt borð at
taka støðu til tað, tí tað er ein
politiskur spurningur burt
urav, sum Løgtingið eigur
at taka støðu til.
Men nú er eitt uppskot
lagt fyri Løgtingið um at
einskilja Atlantsflog og
Magni Arge fylgdi sjálvsagt
við kjakinum fríggjadagin.
Og hann dylir ikki fyri,
at hann er sera fegin um
orðaskiftið í Løgtinginum.
– Eg eri sera fegin um,
at tað vísir seg at vera so
stór semja í Løgtinginum
tvørturum samgongu og
andstøðu um framtíðina hjá
Atlantsflog.
Hann er eisini sera feg
in um, at tað varð eitt siði
ligt og uppbyggjandi orða
skiftið í Løgtinginum um
flogfelagið.
Tað heldur hann, hevur
sera stóran týdning fyri fram
tíðina hjá felagnum.
Magni Arge heldur, at tað
hevur sera stóran týdning,
at framtíðin hjá Atlantsflogi
ikki verður eitt politiskt
stríðsmál, sum Løgtingið
skal hava til politiska við
gerð, hvørja ferð, vit fáa eina
nýggja samgongu.
– Tað einasta, sum nú
manglar, er, at málið verður
avgreitt bæði skjótt og
smidligt í Løgtinginum, tí so
kann eg ikki krevja meiri.
Stjórin í Atlantsflog sigur,
at skuldi Atlantsflog enda í
einum politiskum slagsmáli,
hevði tað órógva felagið og
starvsfólk og tað hevði eisini
ávirkað felagið.
– Tað er aldrin gott at vera
í óvissu um, antin felagið
rekur hendavegin ella hin
vegin og tí hevur tað stóran
týdning, at tingmenn sum
heild draga somu línu.
Hann heldur, at tað virkaði
eisini sum um at tinglimir
vóru ógvuliga tilvitaðir um,
hvønn týdning tað hevur fyri
felagið, at tað hevur tryggar
karmar at virka undir.
Tí heldur hann eisini, at
tað hevur stóran týdning, at
ein greið avgerð nú verður
tikin um framtíðina hjá
Atlantsflog, hvør avgerð tað
so enn verður.
Og hann heldur eisini, at
tað hevur stóran týdning, at
tingið verður so samt sum
gjørligt um avgerðina, so at
felagið ikki alla tíðina skal
órógvast av spurninginum
um, hvussu leingi avgerðin
nú fer at halda. Tí vónar
hann ikki, at avgerðin
dregur út, uttan tó at hann
vil hava løgtingið at hurla
málið ígjøgnum, tí hann
sær eisini týdningin av eini
dyggari viðgerð og eini væl
umhugsaðari, politiskari
avgerð.
Hann heldur ikki, at
tað higartil hevur nervað
felagið, at framtíðin hevur
verið óviss.
– Tað er ikki komið hartil
enn, men tað er altíð torført
at vita, hvussu vit skulu
fyrihalda okkum, so leingi
spurningurin um framtíðina
ikki er avgreiddur og tað
ávirkar sjálvsagt onkus
vegna.
– Tí er tað ein lætti, at
málið nú er komið so langt,
sum tað er komið.
Nú stjórin í Atlantsflogi
sær fram til at málið verður
avgreitt bæði smidligt og
skjótt, merkir tað á ongan
hátt, at hann heldur at tað er
rættast at einskilja Atlants
flog.
Hann hevur heldur onga
meining um, antin tað er
rættast at einskilja 33% ella
66% í hesum umfari.
- Tað leggi eg meg als ikki
út í. Tað, sum hevur týdning
fyri meg, er, at Løgtingið
kemur til eina semju um
framtíðina hjá Atlantsflogi,
hvat tað so verður, tí so vita
vit, hvat vit hava at halda
okkum til, sigur Magni
Arge.
Í fjør hevði Atlants
flog eitt uppaftur
størri avlop enn í
fyrrárið og tá var tað
14 milliónir eftir skatt
Atlantsflog
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Atlantsflog økir alsamt um
flúgvingina.
Í summar fer Atlantsflog
at hava heilar 50 fráferðir
av flogvøllinum í Vágum
um vikuna. Samstundis
fara flogfør hjá felagnum at
koma til flogvøllin í Vágum
50 ferðir um vikuna.
Sostatt fara fer Atlantsflog
at hava fleiri fráferðir og
komur um flogvøllin í
Vágum hvørja einastu viku,
enn føroyingar høvdu eitt
heilt summar fyri einum 20
árum síðani.
Samstundis hevur Atlants
flog fleiri fráferðir úr Dan
mark og úr Noregi til onnur
ferðamál enn Føroyar.
Alt hetta merkir, at í
summar fer Atlantsflog at
flúgva uppaftur meiri enn
tað gjørdi í fjør og ferðslan
í ár verður tann mesta í søgu
felagsins higartil.
Magni Arge sigur, at øking
in í ferðsluni byrjar so smátt
seinast í hesum mánaðinum
og kemur í hæddina síðst í
juni.
Størsta økingin verður í
flúgvingini til og úr Jútlandi í
Danmark, tí hon fer at økjast
tríggjar túrar um vikuna í
háárstíðini, men Atlantsflog
fer eisini at flúgva tvær ferðir
afturat um vikuna til Íslands
um vikuna
Magni Arge sigur, at hend
an økingin hevur onki við
tað at gera, at Faroe Jet fer
at taka kappingina upp nú
í vár.
– Summarferðaætlanin
varð løgd í september í
fjør og tá vistu vit ikki so
nógv um Faroe Jet. Men at
vit fáa eitt flogfelag afturat,
hevur so fyribils heldur ikki
fingið okkum at endurskoða
ferðaætlanina, sigur stjórin
í Atlantsflogi. Vit hava lagt
eina ferðaætlan útfrá einum
mettum tørvi, so fáa vit at
síggja, hvussu tað verður,
leggur hann afturat.
Magni Arge minnir á, at
tá ið Maersk Air gavst at
flúgva, vóru tað mong, sum
vóru rættiliga svartskygd um
flúgvingina, tí tey mettu, at
tað fór at verða bæði verri
og dýrari.
Men hesa tíðina, Atlants
flog hevur verið einsmalt
um flúgvingina, er ferðslan
økt hvønn einasta mánaða.
Í fjør vaks ferðafólkatalið
um flogvøllin í Vágum 10%
og tað er størsta økingin í
flúgvingini nakrantíð upp
á eitt ár.
Í fjør ferðaðust sostatt
190.000 fólk umvegis flog
vøllin í Vágum.
Magni Arge dylir ikki fyri,
at hann er errin av úrslitin
um.
– Hetta úrslitið kemur í
eini tíð, har stígur annars var
í føroyska búskapinum. Men
hetta er eitt úrslit av, at vit
hava havt fleiri ferðatilboð,
bíligari prísir og eina smid
liga prísskipan.
Annars er Magni Arge
vælnøgdur við fíggjarligu
gongdina í Atlantsflogi.
Hann er enn ikki til reiðar
at avdúka úrslitið fyri í fjør.
– Men tað sær gott út, sig
ur hann kortini.
Í 2004 hevði Atlantsflog
17 milliónir í avlopi fyri
skatt og 14 milliónir eftir
skatt.
Og Magni Arge staðfestir,
at úrslitið í fjør er uppaftur
frægari, sjálvt um felagið
hevur havt eyka útreiðlur av
olju og av ringum veðri.
Ein lætti at ein
avgerð nærkast
Koma og fara 50 ferðir um vikuna
– Tað er ein lætti, at spurningurin um framtíðina hjá
Atlantsflogi nú av álvara nærkast eini endaligari avgerð, sigur
Magni Arge, stjóri í felagnum
Atlantsflog hevði aftur eitt gott ár í fjør og í summar fer felagið at flúgva so nógv sum ongantíð
fyrr