Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 51 - 13. mars 2006 Dósir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin í Restorffs Bryggjaríi, Jóhan Mortensen, hevur einki ímóti, at sonevnda em­balasjulógin verður broytt, soleiðis at íslendskar fyritøkur kunnu senda dósir við øli, sodavatni og øðrum leskidrykkjum inn á føroyska marknaðin. Hann er soleiðis ikki samd­ur við stjóran í Føroya Bjóri, Einar Waag, sum er hart ímóti, at eingangsíløt av slíkum slagi koma inn á føroyska marknaðin. Tað er innlendismálaráðið, sum í sambandi við sátt­ mál­an millum Føroyar og Íslandi, ætlar at broyta embalasjulógina. – Jú, eg haldi, at lógin skal broytast, soleiðis at forðið verður tikið av. Hópur av íløtum Jóhan Mortensen vísir á, at vit longu hava hópin av eingangsíløtum í Føroyum, og tað hava vit havt í nógv Harrans ár. – Vit hava eitt nú fruktblikk og onnur blikk við, sum eru eingangsíløt. Stjórin í Restorffs Bryggjaríi heldur, at vit før­oyingar mugu hugsa real­istiskt, og hann held­ur ikki, at nakrar hald­góðar um­hvørvisligar grund­ gevingar eru fyri at uppihalda hesum forboði. Spurdur, um Restorff Bryggjarí ikki væntar sær harðari kapping, um ein­ gangsíløt koma inn á føroyska marknaðin, sigur hann. – Nú hava vit bara øl og ikki sodavatn. Tá ið fleiri eru um marknaðin, verður kappingin sjálvsagt størri, men tað verður so út­boðið eisini. Hinvegin mugu vit eisini síggja hesa broyt­ing sum ein part av al­heimsgerðini, ið vit ikki sleppa undan at taka støðu til. Jóhan leggur dent á, at ætlaða broytingin av em­balasjulógini bert verður galdandi fyri samhandilin millum Føroyar og Ísland. Pantiskipan – Sjálvandi skulu vit eisini hava eina pantiskipan fyri eingangsíløt við øli og øðrum drekkavørum í dósum. Stjórin í Restorffs Bryggj­ aríi vísir á, at panti­skip­anin við fløskum, bæði glas­ fløskum og plastfløskum, virkar væl, tí hvør einasta fløska, sum liggur og rekst, verður tikin upp og seld. Men ein pantiskipan hevði verið upp á sítt pláss við øðrum eingangsíløtum á marknaðinum. – Eg haldi, at politisku myndugleikarnir í Føroyum eisini áttu at sett í verk eina pantiskipan fyri onnur eingangsíløt, eitt nú íløt við frukt og øðrum, so hesi ikki sleppa at dálka og skemma føroyska náttúru, sigur Jóhan Mortensen. Dós smakkar væl – Ein øl í dós kann hava praktiskan týdning fyri øl- drekkarar, og eg haldi, at ein slík øl smakkar væl. Hon er eisini sera væl egnað til ávís høvir, eitt nú til útferðir. Jóhan er tó sannførdur um, at tað altíð verður fløskan, ið verður tað dominerandi, sum hann tekur til. –– Í Danmark hava dósir verið á marknaðinum í mong, mong ár, men kortini er tað fløskan, sum selir nógv meira enn dósin. Hann sigur seg kortini ikki vita um nøkur tøl í so máta. – Men øl-drekkarar fara við vanlig høvi altíð at taka fløskuna fram um dósina, leggur stjórin aftrat. Sterkari og betri Jóhan Mortensen vísir á, at Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór, leingi hevur roynt at slóðað fyri, at føroysku bryggjaríini sleppa at bryggja sterkari øl, men hetta hevur higartil verið til fánýtis. Hann sigur, at í hesum sambandi hevur serliga verið hugsað um útflutning av føroyskum øli. – Føroya Bjór hevur eitt gott øl, og eg stuðli avgjørt sjónarmiðinum hjá Einari um at sleppa at bryggja sterkari øl í Føroyum. Jóhan vísir á, at millum øl-drekkarar smakkar ein sterkari øl betur enn ein veikari, og tí høvdu møgu­ leik­arnir fyri útflutningi ver­ ið munandi betri, um bryggj­ ar­íini fingu hetta loyvi. – Eg veit, at Einar Waag ikki er so fegin um ætlaðu bryotingarnar í em­balasjulógini, men eg iv­ist onga løtu í tí, at Føroya Bjór skal nokk finna út av tí. Alheimsgerðin Jóhan heldur, at bæði Rest­ orffs Bryggjarí og Føroya Bjór noyðast at laga seg til alheimsgerðina, sum eisini kemur at ávirka økið hjá føroysku bryggjaríunum. Men kappingin um markn­ aðin harðnar, staðfestir stjórin: – Í føroysku rúsdrekka­lóg­ ini stendur, at føroyskum bryggjaríum er loyvt at selja egna framleiðslu gjøgn­­um egin sølustøð, men í broytingini, sum nú liggur í løgtinginum, verður orðið ”føroyskum” strikað, soleiðis at eisini íslendskar fyritøkur í framtíðini kunnu selja sínar drekkavørur her við depotum, sigur stjórin í Restorffs Bryggjaríi, Jóhann Mortensen. Forboðið móti øldósum eigur at – Føroya Bjór hevur eitt gott øl, og eg stuðli avgjørt sjónarmiðinum hjá Einari Waag, stjóra, um at sleppa at bryggja sterkari øl í Føroyum – eisini til útflutnings, sigur Jóhan Mortensen – Tá ið fleiri eru um marknaðin, verður kappingin sjálvsagt størri, men tað verður útboðið eisini. Vit mugu síggja hesa broyting sum ein part av alheimsgerðini, sigur Jóhan Mortensen, stjóri í Restorffs Bryggjaríi – Vit kunnu ikki uppihalda for­boðn­ um móti øl-og soda­vatnsdósum, og vit halda ikki, at nøkur umhvørvislig grundgeving finst, sum kann halda ver­andi forboði uppi, sigur Jóhan Mortensen, stjóri í Restorffs Bryggjaríi Arbeiða hýsu og – Vit fáa ikki tey fólk, sum eg kundi hugsað mær, sigur Jason Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen