Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 9 – Stóri tørvurin á arbeiðsmegi, sum er kring landið, tarnar bæði virksemi og menning, sigur Vinnuhúsið, sum hevur kannað eft­ ir, hvussu stór­ur tørvurin á arbeiðs­ megi er kring landið Arbeiðsmegi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinnuhúsið hevur gjørt eina kanning, sum l~ýsir, hvussu stórur tørvurin á arbeiðsmegi er – innan hvørji øki hann er, og hvar í landinum tørvurin er. – Fyri sløkum mánaði síðani vístu vit á, at tørvurin á arbeiðsmegi í Føroyum er stórur. Til tess at fáa tøl um veruligu støðuna, hava vit havt samband við 49 virkir kring landið. Av hesum eru 23 virkir innan virking av fiskavørum, 17 innan byggivinnuna og 9 innan annað virksemi. Munandi tørvur Vinnuhúsið vísir á, at hóast tølini skulu takast við ávísum fyrivarni av tí, at talan er um lutfalsliga fá virkir, vísa tølini kortini týðiliga, at tørvurin á arbeiðsmegin kring landið er stórur. – Tørvurin á arbeiðs­megi er størstur innan fiska­ ídnaðin, men hann er eisini stórur í byggivinnuni. Vinnuhúsið vísir á, at ein ávísur munur er á tørvinum í Havn og uttanfyri Havnina. – Innan byggivinnuna uttan­fyri Havnina vanta helmingurin av virkjunum arbeiðsfólk, meðan triðing­ urin av virkjunum í Havn vanta fólk. Arbeiðsávísing Vinnuhúsið spurdi eisini virkini, um tey høvdu søkt eftir fólki og við hvørjum úrsliti. – Tey flestu virkini, sum vantaðu fólk, høvdu vent sær til ávísingina hjá ALS, og fleiri høvdu eisini roynt lýsingar í bløðunum. Ymiskt var, hvussu hetta hevði eydnast, men felags fyri øll hesi virki var, at tey ikki høvdu fingið neyðugu fólkini frá ALS, og at tey annars vóru samd um, at ávísingin hjá ALS ikki virkar yvirhøvur. Talið: 43% Samanlagt vantaðu 43% av virkjunum, sum Vinnuhúsið setti seg í samband við, arbeiðsmegi. – Lítið er at ivast í, at hetta tarnar teirra virksemi og soleiðis eisini menningini – bæði av einstaka virk­ in­um, men eisini av sam­ felagnum sum heild, heldur Vinnuhúsið. Stórur tørvur á arbeiðsmegi: Tørvurin størstur innan fiskiídnaðin – Tørvurin á arbeiðsmegi er størstur innan fiskaídnaðin, sigur Vinnuhúsið Mynd: Vilmund Jacobsen Byggivinnan er illa fyri, tá ið ræður um arbeiðsmegi verða tikið av Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági, sigur, at tey fáa ikki tey fólk til framleiðsluna, ið hann sum virkisleiðari kundi hugsað sær Fiskiídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Fiskavirking í Miðvági arbeiða eini 70 fólk, men á virkinum hava tey brúk fyri eini 4-6 fólkum aftrat. Hesi fólk fáa tey ikki fatur á. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at ein stórur partur av teimum, sum arbeiða á virkinum, eru tilkomin fólk. – Vit hava eisini yngri fólk á virkinum, men hesi arbeiða sjáldan leingi. Tey steðga eina tíð; so fara tey aðrastaðni, antin í skúla ella í onnur arbeiði, sigur hann. Arbeiða hýsu Á virkinum hevur verið rætti­ liga fitt av arbeiði í hesum árinum. – Vit keypa og virka hýsu, sum fer til portiónir, og tá ið heldur lítið hevur verið á marknaðinum av hýsu, arbeiða vit nakað av upsa, sum eisini fer til portiónir. Jason sigur, at tey soleiðis kunnu arbeiða hýsu einar 3-4 dagar í vikuni, og síðan verður fylt upp við upsa, tá ið tað er neyðugt. Hækkaðir prísir Hann sigur, at prísirnir á hýsu vóru lægri herfyri, men nú er hýsuprísurin komin uppaftur. – Hýsan er ymist til støddar, og prísurin er har­ eftir, men eg vænti, at ein miðal hýsuprísur í dag liggur um einar 10-11 krónur fyri kilo, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari. fylla upp við upsa