Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 51 - 13. mars 2006 Í komandi mánað byrjar ein røð av boringum á Atlants­ mótinum. Hetta kann vera byrjanin til eina nýggja tíð í hesum stóra økinum, sum Føroyar eru partur av. ”Stille før stormen” kundi man kallað útviklingin, nú tað í fleiri ár hevur verið rættiliga avmarkað borivirksemi á Atlantsmótinum. Men tað hevur tikið sína tíð at gera neyðugu fyrireikingarnar til komandi boringar í føroyskum og bretskum øki. Og vónandi fara hesar neyvu fyrireikingar at fáa okkum aftur á beint og raka við kolvetni í undirgrundini. Fyrsti brunnurin, Benbecula, sum serstakur áhugi er fyri, verður boraður í apríl. Tað er væl sunnan fyri føroyska markið, har tað er gjørt eitt stórt gassfund nøkur ár herfyri. Vísir tað seg at enn meira gass er í hesum økinum enn tann fyrsta boringin vísti, so er ætlanin at fara undir eina útbygging av hesum økinum. Tað er hetta, sum komandi brunnurin, skal gera greitt. Og er tað so, at her er meira gass enn higartil hildið, so verður ein gassleiðing løgd hagani og til Skotlands umvegis longu kendu olju- og gassleiðirnar við okkara mark. Ein slík útbygging kann tí fáa týdning fyri komandi kolvetnistilgongd í okkara nærumhvørvi eisini. Eftir hetta verður boripallurin Transocean Rather fluttur longur norður. Her skal hann bora ikki færri enn tríggjar metingar- og avmarkingarbrunnar (appraisal) rundan um longu kenda Rosebank/Lochnagar fundið. Hesir brunnar verða allir boraðir skamt frá føroyska markinum. Úrslitið av teimum hevur tí eisini stóran týdning fyri okkum og eini framtíðar tilgongd á okkara landgrunni. Vónirnar eru sera stórar skilst. Sum rosinan í pylsuendanum verður loksins boraður ein brunnur inni á føroyska landgrunninum í juli mánað, á tí sokallaða Brugduprospektinum. Hetta er sjálvandi tann mest áhugaverdi brunnurin fyri okkum, tó at vit ikki á nakran hátt eiga at undirmeta týdningin av hinum fýra brunnunum. Sum skilst verður nú seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til komandi Brugduboringina. Á høvuðssætinum hjá Statoil í Havn er stórt virksemi í løtuni, nú tilboðini skulu út og nú endaliga umsóknin skal latast myndugleikunum. Her er nógv, sum skal fáast uppá pláss, soleiðis at tíðarætlanin heldur til at seta borin í undirgrundina fyri ólavsøku. Vit kunnu so bara staðfesta, at tað hesar komandi mán­ að­irnar fer at verða eitt sera spennandi og hektiskt borivirksemi á okkara leiðum, eitt virksemi, sum – um tað vil væl til – kann koma at fáa alstóran týdning fyri føroyskan búskap og føroyska samfelagið sum heild. 2006 kann tí koma at standa sum árið, ið av álvara broytti fyritreytirnar fyri menning av okkara samfelag. Hinvegin mugu vit eisini vera fyrireikað til, at tað kann ganga báðar vegir. Men tað at altjóða oljufeløg vilja brúka milliardir av krónum til tess at finna kolvetni um okkara leiðir er undir øllum umstøðum eitt ljóspunkt, sum vit her búleikast eiga at fegnast um. Tað í sær sjálvum bendir á, at her eru møguleikar. DAGSINS MEINING Sosialurin Nú nærkast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hetta er ikki nýtt fyri­ brigdi, men tað er økt í stórum seinastu tíðina, og kann forkoma eini menning úti um landið og soleiðis føroyska samfelagnum Føroyska samfelagið er lít­ið, kensluborið og sera við­brekið við óstøðugum til­gongdum av rávøru. Høvuðsstaðurin – sum fyri tað mesta verður fíggjaður úr danska ríkiskassanum, føroyska landskassanum og fyritøkum, sum vaksnar eru upp saman við hesum bú­skapi – tosar sítt mál, meðan økini har rávøran verður viðgjørd og verður útflutt, so føroyska samfelagið hevur kunnað ment seg, tosa annað mál, ella hava annað innihald í samrøðuevnunum. Ofta kann tykjast torført hjá hesum pørtum at skilja hvønn annan, hóast landið er so lítið og átti at verið lætt at farið um. Næraberg – Dimma­ lætting og SVF Eg fari tí at nevna nøk­ur dømi um, hvussu ávirk­an­in kann vera í og so av­ger­andi frá lands- og komm­unu­politik­ arum í høv­uðs­stað­num, sum ofta verða vardir og mentir av høvuðsstaðarfjølmiðlunum. Fara vit eitt sindur aft­ur, eini tvey ár, sóu vit Dimma­ lætting í forsíðu-grein­um liggja úti eftir svart­kjafta­ royndunum hjá ”Nærabergi”, meðan hesir bardust fyri at fáa veiðuna burðardygga bæði fíggjarliga og at fram- leiða hana til mannaføði, sum jú norðurlond øll leggja so stóran dent á. Hetta vardi so í eina tíð, inntil Sjónvarp Føroya – føroyski landskassa-goldni public service stovnurin – tók um endan og greiddi øllum Føroya fólki frá, at nú kom Kjell Inge Røkke úr Noregi til Klaksvíkar at ”sløkkja og læsa”, og so var hetta ”fornøjilsi” av. Her kom onnur menning við ”Atlantic Navigator”. Hvussu leingi hon varðar, vita vit ikki, men vóna, at hon heldur á, tí er talan um at vera burðadyggur, so átti henda veiða at verið stuðlað, bæði av teirri orsøk, at skipið kann hava verið nýtt sum ”skúlaskip” og úflutningstølini við meiri framleiddari vøru til mannaføði eru týðiliga økt. Røktarheim og tunnil Onnur dømi, sum eg í fyrstu syftu fari at nevna, er hetta, sum havnar-politikarar nú hava fingið sær fyri, at ”so skulu vit eisini hava”. Bert tvey dømi! Ein Suðuroyarætlan varð gjørd, lat hana so verða hvat hon er. Beinanvegin tað kom fram, at Suðuroyggin skuldi hava eina serksipan í sam­band við fígging av røkt­ arheimi, kom Beata L. Sam­ uelsen og segði, at ”skulu suðringar hava, so skulu vit eisini”. Síðani skuldu leirvíkingar hava ein tunnil. Her kom borgarstjórin í Havnini á pallin: ”So skulu vit eisini hava ein tunnil”. Álvaratos! Havnin, sum vit øll eru góð við, og sum vit eru errin av, og fíggja, meta tit hetta er hóskiligt, at einki skal kunna gerast úti um landið, uttan at havn­ arpolitikarar siga, at ”so skulu vit eisini”. Hetta kemur ikki fyri, tá eitt og annað verður framt í Havnini, at økini uttanfyri siga, at ”so skulu vit eisini”. – Hvat er hetta fyri nakað! Hesin óskikkur er kanska ikki nakað nýtt, men hann er álvarsliga øktur. Hetta minnir meg um eina lítla søgu, har tvær kvinnar tosaðu um, at tær ”høvdu sovorið vaml”. Ein lítil fittur fýra ára gamal drongur gekk har á gólvinum, hann hyggur upp á tær í tí hann sigur ”eg vil eisini hava vaml”! Fáið annan hugburð Eg fari tí at heita á bæði lands- og kommunupolitikarar í fræga høvuðs-staði okkara, hugsið breiðari, djúpri og hægri enn bara um tykkara egna avmarkaða umhvørvi, og latið økini uttanfyri eisini fáa nakað, tey eiga, fyri at kunna menna bæði vinnu, mentan, sosial viðurskifti og heilsu. Hevði ætlað mær at nomið nakað við áhugaverdu grein­ ina, sum John Eli Olsen herfyri hevði í sosialinum um handverkaraviðurskifti, men tað verður at bíða. Men einaferð enn til kommunu- og landspolitik­ arar í høvuðsstaðnum, haldi uppat - fyri at forkoma tí, sum kann menna økini úti um landið og harvið øllum samfelagnum - at siga, at ”so skulu vit eisini hava”! Fútarætturin/Sýsluskriv­ stovan í Runavík framt ólóg­ liga úttøku í sethúsaogn, við eftirfylgjandi tvingsilssølu. Staðfest í dómi tann 29. nov. 2004 Meldað til Løgregluna í Rúnavík Meldið til løgregluna varð síðani beint til Mogens Nepper- Christensen fyrv. Fúta. Nepper kveistrar dóm­ in til viks, og sigur, at her er alt í fínasta lagi, og einki revsivert er farið fram, og at einki er at koma eftir. Henrik Møller hevur í dómi tann 29. nov. 2004 stað­ fest, at úttøkan varð ólóglig, og sostatt eisini eftirfylgj­ andi tvingsilssøla. Lógarbrotið hjá Fúta­rætt­ inum/Sýsluskrivstovuni, varð fyrstu ferð avdúkað við dómi tann 29. november 2004. Mogens Nepper- Christ­ ensen er sostatt ikki samdur við staðfestingina hjá Henrik Møller Dómara. Hvat vigar so meira, dóm­ urin hjá Henrik Møller, ella persónliga metingin hjá Mogens Nepper- Christen­ sen? Justitsministeriets Civil- og Politiafdelingen sak nr. 2005-2001-0080 Løgmálaráðið/Justits­ minist­er­iets Civil- og Politi­ af­delingen skal nú taka støðu til, um Fútarætturin (Danski Staturin) er endur­ gjaldsskyldugur. Avgerðin hjá Løgmálaráð­ num kemur at hava ávirkan á rættartrygdina. Undurritaði er sannførdur um, at Justitsministeriets Civil- og Politiafdeling vil geva málinum eina sakliga viðgerð við óheftum eygum. Tað sum higartil er farið fram í hesum málið hevur verið til stóran skaða fyri rættartrygdina í Føroyum. So skulu vit eisini hava, siga politikarar í Havnini Løgtingsmaður Jógvan við Keldu Húsastuldur Bagsværd Annfinn Hansen