mánadagur 13. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2006
11
– Eg tori við stórari vissu
at siga, at vanlig fólk
eru rættuliga líkaglað
um, hvussu lutfallið er
millum tað, tey gjalda
í kommunuskatti og
landsskatti ella øvuðgt.
Tað sum telur er samlaða
skatta- rokningini,
sigur Poul Michelsen,
løgtingsmaður
Fyrispurningurin hjá Jørgen
Niclasen til Bárð Nielsen er
tó viðkomandi. Tað at skatta
uppgerðin vísir, hvussu nógv
verður goldið í landsskatti,
og hvussu nógv í komm
unuskatti er í fínasta lagi.
Men fyrispurningurin
hevði eitt týðuligt yvirorðnað
sikti – nevnliga at gera eina
roynd at lovprísa landsins
fíggjar- og skattapolitik
upp á bekostning av teimum
føroysku kommununum.
Landið hevði lækkað skatt
in, meðan kommununar
hækkaðu skattin í fleng!!
Fólkaflokkurin stendur
í front, tá tað snýr seg um
at leggja uppgávur út til
kommununar. Fólkaflokk
urin vil skapa álit millum
løgting og kommunur í hesi
sera týdningarmiklu gongd
– í teirri sannføring, at tá
kommununar yvirtaka máls
økir, sum natúrliga hoyra nær
samfelagnum, verður tænastan
munandi betri. Hetta hava vit
longu fingið prógv fyri.
Tí er tað sera óheppi, at
fólkaflokksmenn - umvegis
fyrispurningin – renna saman
við javnaðarmonnum í eini
misálitisherferð á ætlanina
um at leggja uppgávur út til
kommununar at røkja. Hetta
gagnar ikki okkum, men er
»søti« musikkurin í oyrunum
á javnarpolitikkarum, sum
goyma sterkar kreftir ímóti
kommunalari menning – og
hetta hoyrdu vit av tingsins
røðarapalli henda dagin.
Ætlanin við at flyta upp
gávunar út til kommununar
eru m. a. at fáa virksemi
spreitt kring landið, fáa tætt
ari samband við borgaran og
geva kommununum nýtt og
fjølbroytari innihald og ikki
minnst at flyta landsins pen
ingarensl frá landskassanum
til kommunukassarnar.
Men bæði Óli Breckmann
og Jørgen Niclasen eiga at
vita, at kommununar í sam
ráðingunum um yvirtøku
hava góðtikið, at tær – tá
tær yvirtaka málsøkir – bert
fáa pening fluttan yvirum
svarandi til tað tænastustøðið,
landið hevur yvirtøkudagin.
Øll menningin og hækkaðan
av tænastustøðinum skulu
kommununar bera einsa
mallar.
Eg eri sannførdur um, at
nýggja uppgávubýtið mill
um land og kommunu, er
eitt vinnaraprojekt fyri allar
partar – fyri land, komm
unu og ikki minst fyri borg
aran. Tí haldi eg, at fyri
spurningurin um broytingar
í skattauppgerðini – sæð í
mun til hvussu orðaskiftið
fall út – á ongan hátt gagnaði
politikki Fólkafloksins í hes
um máli.
Tað er ongin botnur í pá
standinum um, at kommunur
og kommunupolitikkarar
ikki eru minst líka dugnaligir
og ábyrgdarfullir at umsita
skattin hjá hvørjum einstak
um borgara, og tingmenn
eru tað!
Hesa somu fatanina hava
fólk flest.
Spurnartekin kann
kanska eisini setast
við, hvørt tað er rætt,
at eitt so lítið land sum
okkara skal ‒ skapa
eina skrivandi elitu. So
langt eru vit als ikki
komin. Vit mugu grulva,
áðrenn vit kunnu ganga,
sigur Dagny Joensen,
rithøvundur, sum ger
viðmerkingar til kjakið
um Mentanargrunn
Landsins
T
að er áhugavert, at kjak
ið um møguleikarnar hjá
skrivandi fólki er kyknað á
føroyska mentanarpallinum.
Umstøðurnar at menna og
stimbra rithøvundar hevur
kanska ongantíð áður verið
so fáum til gagns sum nú
á døgum, hóast samfelagið
annars er komið fyri seg sein
astu árini. Tað prógva upp
lýsingarnir, sum Jústinus
Eidesgaard herfyri leitaði
fram. Takk til vinmannin
fyri tað.
Um tað er stuðulsskipanin og
reglurnar í Mentanargrunni
Landsins, sum er orsøkin,
er torført at meta um. Givið
er tað, at menniskjansliga
samansetingin í nevndini er
ein orsøk, al tann tíð at tað
eru tey, sum gera av, hvat vit
føroyingar skulu meta sum
góð ella vánalig avvrik hjá
skrivandi fólki.
T
ó skal havast í huga, at
tað er politiska skipanin,
sum hevur ábyrgdina av,
hvussu høgt hon prioriterar
bókmentirnar, og hvønn leik
lut tær hava fyri eitt fram
komið samfelag.
Tað var tann tíðin í sjeytiárun
um, tá tað var sum at spæla
við eld at dytta sær til at nýta
skriftmálið. Tað sokallaða
fróðskaparføroyska málið
var í stoypiskeiðini, og
Gud náði tann, sum av óvart
ella av misgávum setti eitt
komma skeivt ella brúkti
skeiva orðing.
T
að førdi við sær, at fólk
nærum ikki tordu at
festa orð á blað. Tað mis
eydnaðist og er kanska ein
orsøk til, at skriftmálið er
fátækrari í dag, enn tað ann
ars hevði verið.
Hetta eyðkenni tykist nú at
vinna frama aftur, tá hugsað
verður um skrivandi elituna.
Bert tey útvaldu fáa stuðul
og hervið møguleikan. Tað
er eisini ein forðan fyri
nýskapan og margfalni í bók
mentum okkara og minnir
um orðingina ”vágafúsan
kapital” innan vinnulívið,
sum var so nógv frammi í
kreppuárunum.
T
að er júst eksperiment
ið, sum kann føra til okk
urt nýskapandi, sum kann
geva afturljóð á mentanar
pallinum. Tað áttu vit sum
fólk at verið so mikið at
okkum komin, at vit høvdu
dirvi og mót at viðganga.
Um føroyska samfelagið
er so fátækt, at tað ikki
hevur ráð at stuðla sínum
rithøvundum í hesum føri,
hendir júst tað, sum vit ikki
vilja viðganga – nevniliga,
at alt stendur í stað, og at
fólk ikki hava hug ella orku
at lesa tað, sum verður giv
ið út. Tað forðar fyri fram
burði.
Eg veit ikki, um rithøvundar
eru so nógv øðrvísi enn
onnur fólk, men bert tað at
sápla alt niður, sum onnur
gera, fyri síðani at reypa
sær av at verða størsta skald
seinastu 40 árini, tykist at
vera nóg mikið til at fáa
arbeiðsfrið í áravís.
At ein rithøvundur skal
fáa 800,000 krónur í stuðli
yvir fimm ára tíðarskeið,
er fyri onnur, sum einki
fáa – óhoyrt, og skapar
gróðrarbotn fyri undirluta
kenslum og ábreiðslum,
sum ikki áttu at vunnið
frama innan bókmentir okk
ara.
T
að verður so ongantíð til
nýbrot innan føroyska
mentan.
Líta vit frameftir, og sama
stuðulsskipan verður gald
andi, kunnu vit kanska meta
um framtíðar útlitini fyri
bókmentum okkara soleiðis:
Útreiðslurnar fyri nýskapan
á bókmentaøkinum fara
at kosta eins nógv og eitt
hampuligt skip.
T
á er greitt, at vit skulu
bíða í nógv ár eftir at
føroyski bókmentaheimurin
verður ríkaður og kemur á
nøkurlunda hædd við tað,
sum onnur lond bjóða sínum
lesararum.
Spurnartekin kann kanska
eisini setast við, hvørt tað
er rætt, at eitt so lítið land
sum okkara skal skapa eina
skrivandi elitu. So langt
eru vit als ikki komin. Vit
mugu grulva, áðrenn vit
kunnu ganga. Vit kunnu ikki
dúva upp á teir góðu, gomlu
rithøvundarnar og skaldini,
sum løgdu lunnar undir før
oysku bókmentirnar.
Ivaleyst hava vit eisini brúk
fyri at menna og stimbra so
nógvar ungar og gávuríkar
rithøvundar, sum til ber,
sum við sínum avrikum
við tíðini kunnu prógva, at
teir hoyra til teir bestu her
á landi.
– Av og á hava umboð
fyri politisku flokkarnar
á løgtingi nortið við
kommunala sjálvræðið
í sínum umrøðum, og tá
kann talan hava verið
um mál av ymiskum
slag, í hesum tíðum oft
ast mál, har fíggingin
verður býtt millum land
og kommunur, skrivar
Lisbeth L. Petersen, løg
tingslimur
Tá so er, sær tann sum fylgir
við skjótt eina linju føra aft
ur til politiskt endamál av
onkrum slag. Við hvørt er
tað ein partapolitisk hugsjón,
ið livast skal upp til, og tað
er ein erlig sak; við hvørt
er tað lokalur áhugi, og eru
grundgevingarnar góðar,
er heldur onki at havast at
í slíkum føri, men onkuntíð
hómar tú nakað annað aftan
fyri, sum eg ikki meti eigur
at krógvast burtur.
Sum fyrrverandi kommu
nalpolitikari havi eg eins og
onnur eitt vakið eyga, tá tað
snýr seg um at leggja mál frá
landi til kommunur.
Tað ber til at flyta
Eg gangi fult inn fyri, at tað
skal vera møguligt at flyta
mál yvir til kommunurnar,
tá semja kann gerast um tað.
Hetta tænir í næstan øllum
førum borgarunum best. Í alt
ov langa tíð høvdu vit eina
óhóskandi kommunulóg,
ið var ein stór forðing fyri
kommunalari menning, tí
við umleið 50 kommunum,
har hin størsta hevði mill
um triðing og helvtina av
samlaðu íbúgvunum í land
inum, kundi umstøður og
arbeiðsháttur ikki saman
berast. Sjálvandi vóru
møguleikarnir at umsita
mál kommunalt ikki teir
somu í eitt nú Tórshavnar
kommunu sum t.d. í Saks
unar kommunu, fyri bert at
nevna eitt dømi.
Tá tú nú fær ánilsi um,
at endamálið hjá summum
landspolitikarum í dag fyrst
og fremst er at fáa landsins
fíggjarlóg at síggja ”betri” út,
og argumentið er skattalætti,
ið skal kunna prógvast, so
fara ávaringarlampurnar at
blunka!
Hatta er ikki nóg gott !
Orsøkirnar ?
Nógvar orsøkir eru til at
lata kommunurnar umsita
almennar tænastur, tá tær
hava orku til tess. Landið
eigur at seta rammur við
krøvum, ið skulu uppfyllast,
so støðið verður lagt, og
kunnu kommunurnar upp
fylla krøvini, eiga tær at
sleppa at umsita økið, tí ein
kommuna kennir oftast betri
umstøðurnar og tørvin hjá
sínum borgarum. Sjálvandi
skal fíggjarliga ábyrgdin
eisini fylgja við.
Hetta skal gerast í samráð
millum land og kommunu
frammanundan.
Tað er ikki kommunalt
sjálvræði, um landið blandar
seg uppí, og ”dikterar” tað
fíggjarliga. Er semja mill
um kommunu og land at
flyta mál yvir saman við tí
fígging, ið økið kostar, so
er tað upp til kommununa
sjálva, um hon útbyggir til
boðini til sínar borgarar. Skal
landið eisini gera av, hvussu
nógvan pening kommunan
kann brúka, og tá sjálvandi
krevja inn til sama endamál,
so er tað ikki kommunalt
sjálvræði!!
Landið eigur at seta eitt
minstamark av almennum
tænastum til borgaran,
og landið eigur eisini at
hava eitt ávíst eftirlit við,
at kommunalur skattur
veruliga verður brúktur til
tað, hann er ætlaður, men
landið skal ikki steðga eini
kommunu at leggja sítt
egna støði, sum kommunan
metir er hitt rætta, sjálvt um
landspolitikarar í einum
samgonguskjali hava lagt eitt
fíggjarligt støði saman við
sínum samgongufeløgunum
egna vegna.
Veljarar í eini kommurnu
hava samb. lóg valt síni
umboð, og eru tey ónøgd, so
velja tey onnur umboð.
Sama er galdandi fyri lands
politikarar, tá talt verður
upp eftir eitt løgtingsval!
Tað eiga landspolitikarar
ikki at gloyma, antin teir
ella tey so eru løgtings- ella
landsstýrislimir.
VIÐMERKINGAR
Sjónarmið:
Ein eliter mentan – fyri tey útvaldu
Rithøvundur
Dagny
Joensen
Ein viðkomandi spurningur – men ?
Løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Poul
Michelsen
Løgtingslimur
Lisbeth L.
Petersen
Kommunala sjálvræðið