Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 51 - 13. mars 2006 Øll kunnu vit skapa okkum tað lív, vit ynskja okkum. Spurningurin er bara: Hvussu bera vit okkum at? Millum annað hetta fer Elisabeth Akursmørk, persónligur coach, at greiða frá í fyrilestri í Leikalund í kvøld kl 20 Fyrilestur Anna V Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í londunum kring okkum er tað vorðið alsamt meir vanligt at leita sær til ein coach í spurningum um persónliga menning og sum ítøkiliga hjálp til at finna røttu motivatiónina at røkka einum máli. Undir yvirskriftini ”Finn tína styrki - og skapa tað lív, tú ynskir tær!” fer Elisabeth Akursmørk at halda fyrilestur um coaching í Leikalund í kvøld. Skapa tað lív tú ynskir Ein coach arbeiðir út frá tí sannføring, at tín styrki liggur goymd í týdninginum, tú gevur lívinum. Elisabeth vísir á, at flestu av okkum vita, at vit eru før fyri at skapa tað lív, vit ynskja okkum. Avbjóðingin er bert, at vit ikki altíð vita hvussu. – Vit ráða ikki altíð yvir, hvørjum vit koma út fyri ella hvat vit uppliva. Men vit kunnu velja, hvussu vit hugsa um tað, hvønn týdning vit lata tað fáa og hvussu vit lata tað ávirka okkara lív framyvir. Men tað krevur at vit taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, sigur Elisabeth. Hesin fyrilestur setur fokus á týdningin, av at seta tær mál og at røkka teimum, hvussu tú finnur og brúkar egnar møguleikar at mennast. Økonoma og coach Elisbeth er 34 ára gomul og útbúgvin økonoma. Í seinastuni hevur hon tó valt at víðka um sína útbúgving, og hevur verið á coaching skúla í Danmark. Coaching virksemið hjá Elisabeth virkar á tann hátt, at Elisabeth fer út á virkir og skúlar, at hava fyrilestrar og skeið fyri næmingum og starvfólki, umframt at hon gevur persónliga vegleiðing til einstaklingar. Eisini hevur hon hegnisliga sameint sínar tvær útbúgvingar á klænkiskeiðum og skeiðum um at heilsugóðan mat. Elisabeth Akursmørk hevur fingið rættiliga nógva umrøðu fyri sítt arbeiði og hevur millum annað eisini svarað spurningum í ungdómssendingini “Zip”. Eftir fyrilesturin fer Maj Bjerregaard frá Húsar- haldsskúlanum at borðreiða við heitari suppu, og lagt verður tí upp til eitt hugnaligt kvøld saman. Øll eru hjartaliga væl- komin til fyrilesturin, sum er ókeypis og verður mánakvøldið 13. mars kl 20. Støðan við vantandi heilsufrøðingum á skúlum kring landið er ikki íkomin við mín besta vilja, sigur Hans Pauli Strøm, sum í løtuni fyrireikar uppskot um eykajáttan til skipanina Heilsufrøðiskipan Anna V Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast út við ein hálv mill. restar í hjá heilsufrøðiskipanini, er tað ikki eydnast lands- stýrismanninum í Almanna- og Heilsumálum at sannføra løgtingið um tørv á eykajáttan. Sambært Hans Paula Strøm fekk hansara uppskot um eina hækking til skipanina uppá 400.000 kr á fíggjalógini fyri 2006 eina sera harða viðferð av trivnaðar- og fíggjanevndini við tí úrsliti, at skipanin ikki fekk eitt oyra afturat. Stirvin skipan Sum grundgeving fyri at hækka játtanina til heilsufrøðiskipanina vísti landsstýrismaðurin á, at hóast skarvað longu er av allastaðni, ber illa til hjá skipanini at fáa endarnar at røkka saman. – So jú, tað er ein veruleiki, at tað í løtuni ikki er nóg mikið av peningi til at nøkta tørvin á heilsufrøðingum. Ein annar veruleiki er, at tað er løgtingið sum ræður í hesum landi, uttan mun til hvussu nógv eg rópi um tørv á eykajáttan, sigur Hans Pauli, sum kortini í løtuni er í ferð við at fyrireika enn eitt eykajáttanaruppskot. Hóast vantandi peningur er stóri trupulleikin hjá heilsufrøðiskipanini, gera onnur viðurskifti seg eisini galdandi. Hans Pauli vísir á, at skipanin er óvanliga stirvin, har tað millum annað nærum er ógjørligt at flyta starvsfólk millum tey ymsu økini. Ongin ivi er um, at tað hevði hjálpt munandi, um starvsfólkini heldur vóru sett sentralt á ein hátt, so tað fyrst og fremst varð tørvurin heldur enn eitt ávíst øki, sum varð dekkað. – Um skipanin virkaði á hendan hátt kundi støðan í Klaksvík verið loyst ella bøtt um við at lána resursir úr til dømis Eysturoynni. Men sum skipanini virkar í løtuni, ber tað ikki til, vísir Hans Pauli á. Samstarv Ólagalig viðurskifti, sum hesi, eru bert eitt dømi um, at heilsufrøðiskipanin eigur at endurskoðast øll sum hon er, heldur Hans Pauli Strøm. Hann vísir á, at vit júst hava fingið eina í allar mátar dagførda barnaverndartænastu, sum í nógvum førum leggur upp til eitt samstarv við heilsufrøðiskipanina. Hann nevnir sum dømi, at eitt nú nýggja ráðgevandi virkisøkið hjá heilsfrøðiskipanini kundi verið lagt saman við barnaverndartænastuna ella samskipast á ein hátt so arbeiðsorkan bleiv brúkt so effektivt, sum til ber. Coaching í Leikalund Elisabeth Akursmørk er ein av heilt fáum føroyingum, sum virkar sum persónligur coach. Í kvøld fer Elisabeth at greiða frá sínum virksemi í fyrilestri í Leikalund Føroysk kórbók. Kórsatsir eftir Knút Olsen er heitið á nýggjari bók í eini røð, har ið tónaskøld og kórsangur eru í miðdeplinum Kórbók Nýggja kórbókin er teldutøk og øllum til skjals á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni www.fsg.fo Bókin er gjørd í samstarvi við Kórsamband Føroya, eins og fyrsta bókin í røðini, ið fevndi um kórsatsir eftir Karl Clausen. Føroya Skúlabókagrunnur er farin miðvíst undir at gera teldutøkar bøkur, sum kunnu lesast og brúkast, bara teldan er íbundin alnótina. Á somu heimasíðu er teldutøkt eintak av nýggjari útgávu av Sálmabók Føroya Kirkju lagt út við loyvi frá Grunninum Føroyskt Kirkjumál. Teldutøkar bøkur, sum eisini fevna um ársfrágreiðingar og kanningar frá øðrum stovnum, eru í støðugari menning. Málbólkurin er skúlaverkið, lærarar og næmingar, men eisini foreldur og myndu- gleikar. 38 satsir Í nýggju teldutøku kórbókini Føroysk kórbók. Kórsatsir eftir Knút Olsen eru 38 kórsatsir eftir tónaskaldið Knút Olsen, sum í november fór um tey 60. Kórverkini stava frá tíðarskeiðnum 1972– 1998. Longu í 1972 gjørdi Knút Olsen lag og sats til fosturlandssangin hjá Pól F. Joensen ”Føroyar, mín móðir”, og sama ár gjørdi hann nýtt lag til jólasálmin hjá Jacob Jacobsen ”Jólaklokkan aftur ringir”. Knút Olsen eigur 11 løg í Sálmabókini, sum í nýggjastu útgávu er teldutøk á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni. Tónaskaldið Knút Olsen er føddur í Sandavági 1945 og býr í Havn. Knút tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Haldarsvík, og í Tórshavnar Kommunu- skúla síðani 1978. Hann var á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole í Danmark 1972-73 og á Fróðskaparsetri Føroya 1984-85. Umframt at røkja lærarastarvið hevur Knút arbeitt nógv við at skriva løg og leggja til rættis kórverk. Teldutøkir varðar Føroya Skúlabókagrunnur lagar í løtuni ein varða við bókmentanarligum klassikarum, teirra millum William Heinesen, Heðin Brú og Martin Joensen, sum nú eru teldutøkir við skúlaútgávunum ”Stjørnuskaldið undir Varða”, ”Men lívið lær” og ”Fiskimenn”. Føroysk kórbók Kórsatsir eftir Knút Olsen er fyriskipað av Kórsambandi Føroya, Knút Olsen gjørdi nótarnar, Frits Johannesen teknaði permumyndina og Føroya Skúlabóka- grunnur tilevnaði teldutøku útgávuna, sum kann lesast og brúkast á opnu heimasíðuni www. fsg.fo Teldutøkir kórsatsir Nýggja Kórbókin við kórsatsum eftir Knút Olsen er nú tøk á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni, www.fsg.fo Landsstýrismaðurin: Heilsufrøðiskipanin sera harða politiska viðferð Hans Pauli Strøm fer nú enn einaferð et royna at sannføra løgtingið um, at heilsufrøðiskipanini tørvar út við eina hálva millión fyri at nøkta mest átrokandi tørvin Hans Pauli Strøm hevði ongar grundgevingar at vísa á, fyri at játtanin til heilsufrøðiskipanina skuldi hækkast. Tí var umbønin um eykajáttan ikki gingin á møti, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen Jørgen Niclasen leggur afturat, at í viðmerkingunum til umbønina um eykajáttan vísti Hans Pauli Strøm á, at nýggja lógin fyri heilsufrøðiskipanini ikki var mett at hava fíggjarligar avleiðingar í mun til galdandi skipan. –Tískil sat trivnaðar- nevndin i eini støðu, at hon onga grundgeving hevði fingið fyri, hví játtanin skuldi økjast. Um vit ikki høvdu sett spurnartekin við eina slíka umbøn, høvdi vit ikki gjørt okkara arbeiði, sigur Jørgen Niclasen. Í eini roynd at fáa innlit í, hvat peningurin møguliga skuldi brúkast til, bað trivnaðarnevndin Hans Paula Strøm tískil um eitt yvirlit yvir virksemið hjá skipanini. –Svarið frá landsstýris- manninum var tá, at skipanin ikki hevði tøkniliga ella fíggjarliga orku til at gera eitt slíkt yvirlit. Samanumtikið eydnaðist tað okkum sostatt ongantíð at fáa at vita, hví játtanin skuldi hækkast, ella hvat virksemið hjá skipanini umfatar. Ùt frá hesum metti fíggjarnevndin tí heldur ikki, at orsøk var fyri at hækka játtanina til heilsufrøðiskipanina, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen. ave Formaðurin í trivnaðarnevndini: Fekk ongar grundgevingar fyri eykajáttan