mánadagur 13. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2006
19
Eivør Pállsdóttir
hevði eina av bestu
framførslunum
nakrantíð á DMA-
Folk, tá hon spældi
seks løg á fýra
ymiskum málum, við
einum ómetaliga væl
spælandi bólki
UMMÆLI
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eivør hevði fingið heiðurin
at lata DMA-Folk tiltakið
upp við eini framførslu, sum
man teljast millum tær bestu
hjá henni.
Eivør fór á pallin við
bólki sínum. Hetta er sami
bólkur, ið spældi við Eivør
á Kvinnu konsertunum.
Flestu tónleikararnir eru
danskir, men á bassi er
Edvard Nyholm Debess.
Eisini kórgenturnar eru
danskar. Hesin bólkur dugdi
ómetaliga væl at lyfta tón
leikin hjá Eivør, geva honum
veingir.
Tey løgdu fyri við eini
inniligari útgávu av Hjarta
mítt, ið bergtók fullu Tønd
erhøllina. Fólk sótu í andakt
og lurtaðu. Tey hildu fram
við glaða svenska lagnum
hjá Eivør Om Jag Våger.
Lagið er inniligt, men sam
stundis rættiliga lívligt, sal
urin livdi allur við, og floyt
aði og klappaði, tá lagið var
liðugt.
Í triðja lagnum Mín Móður
kom hondtrumman hjá Eivør
í brúk, og bólkurin kom
veruliga við. Tað gjørdist
so ógvusligt og frumkent,
at Eivør, aftan á lagið var
liðugt, spurdi “I blev ikke
bange, hva?”.
Tey hildu fram við einum
nýggjum enskum lagið hjá
Eivør Coloured Road. Hetta
lagið fær tankarnar at leita
sær til Lenu, eitt fitt folk-
rokk lag, ið helt áskoðarunum
trøllabundnum.
Elinborg og Elisabet Maria
rørarandi lagið um systrarnar
báðar var umsettur til danskt,
og framførslan av hesum
vísti enn týðiligari málsliga
fjøllbroytni hjá Eivør, við
framførslu á fýra ymiskum
málum.
Eivør og bólkurin endaðu
við eini næstan tungmálms
kendari útgávu av Nú Brenn
ur Tú Í Mær. Hetta var ein
heilt fantastisk framførsla,
og í endanum mundi takið
á Tønderhallen fokið til
Týsklands. Eivør segði, um
Nú Brennur Tú Í Mær, at
lagið var skrivað í øði. Hon
hevði hjartasorg og skrivaði
tí hetta lag. Ongantíð havi eg
kent hesa frumkendu øðið
so týðiliga í lagnum, sum
leygarkvøldið. Var nakar
í iva um, hvør Eivør var
áðrenn kvøldið byrjaði, so
var eingin ivi aftan á.
Aftan á framførsluna tos
aðu vit við Eivør. Hon segði,
at tá hon kom á pallin var
hon í eitt sindur ringum
lag, ljóðroyndin hevði ikki
gingið væl. Men tá hon trein
á pallin framman fyri fullu
Tønderhallen, kendist tað
gott, og konsertin gjørdist
ein ordiliga góð uppliving,
eisini fyri hana.
Umframt Eivør spældu
nógvir kendir danskir fólka
tónleikarar, m.a. Lars Lil
holt, Haugaard og Højrup
og Vildnis. Allir bólkarnir
spældu sera væl, uttan
Vildnis, ið spældu illa og
sungu falskt. Eisini var ljóðið
í teirra framførslu ringt, með
an alt hitt á kvøldium ljóðaði
fantastiska væl.
Heiðurslønir á DMA-Folk
Ársins danska songrødd
Eivør Pálsdóttir – Eivør (12 Tónar/Danacord)
Ársins danska vísufløga
Eivør Pálsdóttir – Eivør (12 Tónar/Danacord)
Ársins danska útgáva
Haugaard & Høirup – Gæstebud/Feast (Go’ Danish Folk
Music)
Ársins danski artistur (nútímans)
Trio Mio – Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk Music)
Ársins danski sangskrivari
Lars Lilholt – De Lyse Nætters Orkester (RecArt Music)
Ársins danski fólkatónasmiður
Kristine Heebøll – Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk
Music)
Ársins danski artistur (siðbundin)
Trio Mio – Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk Music)
Ársins nýggja danska navn
Kristian Bugge – Kristian Bugge (DR)
Ársins danska kontri útgáva
Lasse Helner – Dreamtime (Rainbow)
Ársins besti instrumentalistur
Kristian Bugge – Kristian Bugge (DR)
Ársins danska blues útgáva
Paul Banks – One Man Band Live (Music Mecca)
Ársins útlendska útgáva
Sofia Karlsson – Svarta Ballader (Bonnier Amigo)
Harumframt vóru tvær serligar heiðurslønir handaðar, P4
heiðurslønin, ið Vildnis fekk og serliga herðaklappið, ið
Carsten Panduro fyriskipari av Tønder Festivalinum fekk.
FAKTA
Eivør var fantastisk
Eivør hevði úr at gera við at skriva á Eivør fløgur, ið fólk høvdu
keypt
Sædis var so ómetaliga errin av dóttur síni
Tá navnið Eivør varð nevnt sum vinnari av heiðurslønini fyri
bestu songrødd, mundi borðið har Eivør og tey sótu koppað
Eivør takkaði fyri, at danir
tóku so væl ímóti henni
Sigvør Laksá umboðskona hjá Eivør prátar við stjóran í
Norðurlandahúsinum Niels Halm, ið var komin til Tønder at
stuðla Eivør
Haugaard og Højrup eiga
í forvegin eitt stórt savn av
heiðurslønum, sum mest
vinnandi bólkur í DMA
Folk gjøgnum tíðirnar,
leygarkvøldið fingu teir tvær
afurat
Lars Lilholt fór á pallin
beint eftir Eivør. Hann vann
heiðurslønina sum besti
danski sangskrivari
Danacord fegnir
Vit prátaðu við eitt umboð fyri danska útbreiðslufelagið
hjá Eivør, Danacord. Hesinsegði, at felagið fegnaðist
almikið um hesar heiðurslønir. Tí hetta kundi verða
skumpið, ið sendi Eivør seinasta stigið út á danska
marknaðin.
Hann greiddi frá, at sum nú er, er Eivør rættiliga kend,
og næstan ordiliga kend í Danmark, hennara tónleikur er
væl dámdur. Men hon hevur ikki veruliga sligið ígjøgnum
hjá einum breiðum áskoðaraskara. Men hesar heiðursløn
ir kundu gerast jarnbrotini, ið gera Eivør til tí stjørnu, ið
hon hevur uppiborið at verða.