Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 51 - 13. mars 2006 Meðan tað stóra DMA tiltakið heiðrar tí kommersiella, heiðrar lítla DMA tiltakið góðsku, hetta var skoðsmálið í DMA- Folk fekk á stóru útvarpsstøðini P4. Um hetta er so, so er Eivør verulig góðska, tí hon vann tvær heiðurslønir á DMA- Folk leygarkvøldið. DMA-Folk Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Símun Jóannesarson Formaðurin í nevdini fyri DMA-Folk Peter Abra­ ham­­sen bjóðaði fólki væl­ komnum Hann fegnaðist um, at hendan heiðurslønar handanin var voksin so nógv, síðan hon varð hildin á fyrsta sinni fyri seks árum síðan. Hann hugleiddi eitt sindur um munin á hesi heiðursløn, og navnabróðrinum Danish Music Awards, ið var hild­­in sama kvøld í Keyp­ mannahavn. Her endurgav hann útvarpsrásina P4, ið hevði kalla DMA-Folk ” den lille DMA”. Útvarpsmaðurin hevði lýst munin á tí lítlu DMA og tí stóru DMA, at tann stóra heiðraði tí kom­mersiella og tann lítla heiðr­aði góðsku. Hetta var eitt skoðsmál, ið Peter Abrahamsen uttan at ivast tók til sín. At ein føroysk songkvinna er í uppskoti til seks av 12 heiðurslønum á góðsku DMA, kunnu vit føroyingar bara gleðast um. Serlig gleði Peter Abrahamsen bjóðaði síðan Eivør á pallin, og vísti á, at tað var honum ein serlig gleði at bjóða Eivør á pallin, tí hetta var ein songkvinna, ið kanska allir danir ikki kendu enn, men at skjótt fór allur heimurin ivaleyst at kenna hesa røddina. Eivør vann tvær Eivør var í uppskoti til seks heiðurslønir, sum Ársins danska songrødd, Ársins danska vísufløga, Ársins danska útgáva, Ársins danski artistur (nútímans), Ársins danski sangskrivari og Ársins danski fólkatónasmiður. Hon vann tvær av hesum Ár­sins danska songrødd og Ársins danska vísufløga. Ser­frøðingar, ið vit tosaðu við, søgdu, at serliga heiðurs­ lønina sum besta songrødd, var Eivør stórur favorittur. Hennara rødd er so stórsligin og frálík, at eingin kundi avbjóða henni í hesum bólki. Eivør segði eisini sjálv, at hon var serliga glað fyri hesa heiðursløn. Ið var tann hon ynskti sær mest, tá hon fór heiman í frá. Alt á gosi Heiðurslønin fyri bestu song­ rødd, var triðja heiðurslønin, ið varð handað. Tá navnið Franka Abrahamsen læs navnið hjá Eivør upp, sum besta songrødd mundi langa borðið har Eivør og tey sótu, koppa, ølll familjan og vinirnir hjá Eivør lupu á føtur. Tað var týðiligt, at tey vóru sera glað, glaðast tyktist Sædis, mamma Eivør. Hon lýsti sum ein sól, so stolt hon var av dóttrini. Eivør visti næstan ikki hvørjum beini, hon skuldi standa á. Komin upp á pallin, segði hon, at hon var málleys og helst ikki vildi siga ov nógv, tí so segði hon bara okkurt býtt. Men hon takkaði bara fyri, at danir tóku so væl ímóti sær. Tað var heldur eingin ivi um, at Eivør var ein sera vælumtóktur vinnari. Hvørja ferð hennara navn varð nevnt í uppskotunum, so klappaðu fólk hart og floyt­aðu. Besta vísu fløgu Tá Eivør eina løtu seinni vann heiðurslønina fyri bestu vísufløgu, var hon enn meira tikin av bólið, hon var júst á veg inn í høllina, so hon stóð mitt á gólvinum og helt um høvdið. Á pallinum segði hon, at hon var so glað, at hon hevði hug at klemma okkum øll. Aftaná segði Eivør við Sosialin, at hetta var ein fantastiska deilig upp­liv­ ing, og bað okkum føla eftir hvussu tungar heið­ urs­lønirnar vóru. Hon var greið yvir, at hesar heiðurslønir kunnu brúkast í marknaðarføringini, men mest gleddist hon bara yvir, móttøkuna í Danmark. Eitt land hon júst er flutt til. Prátið varð tó avbrotið, tí pápi Eivør ringdi, hann hevði lisið um heiðurslønirnar á Portalinum, har vit løgdu úr­slitini út so hvørt. Nú ringdi hann at siga tillukku við dóttrina. Hon hevði ann­ars úr at gera, TV2 gjørdi samrøðu við hana, og alt og øll vildu heilsa uppá songfuglin. Hon man ivaleyst hava verið nakað eym í hondliðnum av at skriva á allar fløgurnar, ið fólk høvdu keypt. Eivør var ein sonn stjørna hetta kalda kvøldið í Tønder. Tønderhallen 1 var á tremur við vælnøgdum áskoðarum leygar­ kvøldið, tá danski fólka­tón­leika­ ídnaðurin heiðraði síni bestu fólk DMA-Folk Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Meðan KB-Høllin í Keyp­ manna­havn var karm­ur um stóra DMA til­tak­ið, heiðraði danski fólka­tón­ leikarídnaðurin síni bestu listarfólk í Tønder Hallen 1 í Tønder. Eitt hanagleiv úr Týsklandi liggur hugnaligi lítli býurin Tønder. Kavarok og bítandi kuldi var hetta kvøldið, men hetta fekk ikki fólk at verða sitandi heima. Atgongumerkini til DMA-Folk vóru útseld fleiri vikur áðrenn tiltakið, og fólk vóru komin úr øllum Danmark og pørtum av Týsklandi fyri at uppliva hetta stórfingna tiltak. Fólk vóru væluppløgd, og høllin var veitsluskrýdd. Ein kensla av spenningi fekk í luftini. Men eisini hugni. Hóast talan var um eina ítróttarhøll, so var somikið væl pyntað, við stórum dúk­ um undir loftinum, longum borðum við dúkum settum upp kring høllina, og hóp­ in av tænarum gingu frá borð til borðs og tóku ímóti bíleggingum av drykki­ vørum. Ein lítil spælimansbólkur gekk frá runt í høllini við violinum og kassagittara og undirhelt við glaðum spælimanstónleiki. Her var nógv gjørt burturúr. Danskir og týskir fjøl­miðl­ ar vóru vælumboðaðir, og so sjálvandi eisini vit frá Sosialinum. Tað vóru annars ikki nógvir føroyingar at síggja millum fólki. Hetta hóast Tønder liggur stutt frá Esbjerg, ið er ein sannur miðdepil fyri føroyingar. Men familjan hjá Eivør og onkri vinfólk vóru komin til Tønder, og sótu saman við songkvinnuni við eitt langt borð mitt í høllini. Her var allur danski fólka­ tón­leikarídnaðurin umboð­ að­ur, bæði útgávufeløg, kon­ sertfyriskiparar, festivalar og miðlar. Nógv var gjørt burturúr tí tøkniliga, báðu­ megin pallin hingu risa sjónvarpskíggjar, har myndir av teimum innstillaðu vórðu vístar. Ljóðannleggi var stórt, og ljóðaði sera væl. Tiltakið var góðska úr enda í annan. Eivør Pállsdóttir er besta songrøddin í Danmark Hugnaligt kvøld í Tønder Eivør spældi eina sera sannførandi konsert, ið trøllabant fullu Tønderhallen