Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 17 Leygardagin fóru teir tríggir smádreingirnir Martin, Teitur og Niklas til gravar úr Vesturkirkjuni í Havn. Um alt landið settu fólk ljós í vindeygað at sýna samkenslu við teimum avvarandi. Í samráð við tey og Hera Joensen, prest í Vesturkirkjuni, prenta vit her partar úr prædikuni Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo mynd: Jens Kristian Vang Heri Joensen valdi at taka støðið í Rómverjabrævinum kap. 8. 38-39, har stendur: v38: Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, v39: hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara. Lat okkum halda fast við hesi vísdómsorðini úr Rómverjabrævinum. Lat tey tala, tí okkara orð eru so fátøk og lítiðsigandi, tá um hinar ytstu spurningarnar ræður. Mangt er, sum vit ikki skilja og kanska tíbetur ongantíð heldur fara at fata. “Gev okkum, kæri himmalski Faðir, vísdóm til at yvirlata tað til tín.” Tí at eg eri fullvísur í tí, sigur Paulus, at hvørki deyði ella lív, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella nakað annað, skal kunna skilja okkum frá kærleika Gudi harra okkara. Lat okkum halda fast í hesum, at onki kann skilja okkum frá Guds kærleika, sjálvt um tað, fyri okkum menniskju, ikki altíð er líka lætt. Lat okkum í dag, kæri himmalski faðir, síggja ein evarka lítlan glotta ella neista í meiningsloysinum. Eina glæmu, sum við tínari hjálp, kann veksa og lýsa upp á lívsgøtuni. Onkur hevur sagt, at vit menniskju, eg og tú, Niklas, Teitur og Martin – Jón og vinir teirra, felagar og foreldur, øll eru sett á lívsins pall at leika sín lut. Lutverkini vóru so ymisk, summi longri enn onnur. Onkur fingu bert eina løtu. Uppgávan var at leika sín leiklut væl. Martin og Teitur vóru loyalir á pallinum og høvdu Niklas við sær inn í dreymalandið. Teir vóru eina løtu av ævinleikans óendaliga tíma, og vit eru her í dag at siga farvæl og tøkk. Tí sorg er heimleysur kærleiki. Her eru skúlaflokkar, lærarar, barnagarðar, starv- sfólk, vinir og grannar, og vit siga tøkk. Vit gráti, og tá skulu vit minnast, at tárini eru lekjandi. Tey eru gáva til teirra, sum vit elskaðu. Vit gráta, tí ein er líka nógv verdur sum øll hini tilsamans. Lat okkum her halda fast við, at ONKI kann skilja okkum frá Guds kærleika. Soleiðis byrjaði Heri prædikuna. Og hann segði eina so vakra søgu, sum hann sigur, var serliga ætlað øllum børnunum, sum vóru í kirkjuni. Á eini grein, á hinum vakra leyvtrænum niðri við ánna, hekk leyvblaðið. Hetta blað hevði ein serliga vakran lit. Líggi sunnanvindurin kíndi blaðnum, so tað var nøgd við lívið og tilveruna. Vinurin, hin lítli fuglurin, sat mangan á greinini og sang fyri blaðnum. Hugnaðu tey sær saman og fóru inn í dreymalandið. Fuglurin fortaldi frá fiskunum, sum veiðumennirnir veiddu. “Hvat verður at fiskunum, tá teir verða veiddir?” spurdi leyvblaðið. “Teir doyggja,” svaraði fuglurin. Hetta helt leyvblaðið vera løgið. Men so spurdi tað: “Tá eg so doyggi, hvat hendir tá?” “Eg veit ikki,” svaraði fuglurin, “men eg haldi meg minnast, at í fjør hekk eisini eitt leyvblað, har tú nú hongur. Tað var grønt, eins og tú, men so bleiv tað gult á liti, áðrenn tað doyði og datt av greinini, niður á jørðina.” Summarið var gott, og leyvblaðið, saman við øðrum bløðum, gleddist um lívið. So loysti heystið summarið av, og ein dagin sat fuglurin har aftur. “Tá eg ikki verið grønt aftur, er best sum er,” segði leyvblaðið “farvæl kæri vinur, tað er gott at eiga trúgvar vinir, sum hugsa um ein.” “Farvæl,” segði fuglurin, “eg fari at sakna teg.” Og so fell leyvblaðið niður á jørðina. Tað var farið at kava, og kavin fjaldi leyvblaðið – og foldina. Men tá várið enn einaferð er veruleiki, vaksa aftur bløð á trænum niðri við ánna, og fuglurin fer aftur at syngja av trækrúnuni, um vin sín, leyvblaðið, sum honum var kærast, meira enn alt annað tilsamans. Hetta er ein einfald mynd av menniskjalívinum á lívsins stóra palli. Her er tað uppgávan at leika lutin væl. Lutin sum vit fingu tillutaðan. Viðhvørt er tað ikki øvundsvert at stíga upp á pallin, aðrar tíðir eru vit noydd til tess. Viðhvørt er tað okkara ábyrgd og skylda, onkuntíð er tað okkara kall. Vit skulu í dag siga tøkk fyri dreingirnar Niklas, Teit og Martin og biðja Gud goyma teir væl heima hjá sær. Helst hava teir tann eina dag okkurt gleðiligt at fortelja tykkum, skúlafeløgum, foreldrum og Jón. Inntil tá mugu vit bíða. Vit menniskju eru ikki serliga tolin í so máta. Vit vilja síggja úrslit beinanvegin. Vit eiga minuttirnar – Gud eigur ævinleikan. Og har verður ikki spurt um ár ella dag. Og Heri Joensen heitti á øll um at vísa samkenslu og at hava familjuna, vinir, felagar og grannar í huganum og at biðja fyri teimum, áðrenn hann bað bøn yvir teimum. Tí sorg er heimleysur kærleiki