Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 51 - 13. mars 2006 marknaðarrák Fastir lesarar av Marknaðarráki vita, at búskapargongdin í t.d. USA eisini ávirkar virðisbrøv á okkara leiðum. Í farnu viku fingu vit enn eina ábending um, at amerikanski búskapurin enn er í góðum standi. Síðan búskaparvøksturin (BTÚ) topp­aði har í 2004 við 4,7% í mun til árið fyri, er hann javnt og samt slakkaður av. Fjórða ársfjórðing 2005 var hann komin niður á 3,2%. Vøksturin í BTÚ verður bert kunngjørdur 4 ferðir um árið, og tí hyggja búskaparfrøðingar eisini eftir einari rúgvu av øðrum hagtølum, sum verða kunngjørd títtari, og sum kunnu geva ábendingar um búskaparvøksturin. Ein tann týdningarmesta kunn­gerðin av hesum er tann mán­að­ arliga arbeiðsmarknaðar­frá­ greiðingin. Har verður serliga hugt at, hvussu nógv n‡ggj størv koma til, umframt tekin um lønarvøkstur. Fríggjadagin kom kunngerðin fyri februar mánað. Hon var betur enn væntað, við 243.000 n‡ggjum størvum. Hetta fekk evropisk partabrøv at hækka 1%. Lánsbrævarentur hækka enn Í farnu viku hildu láns­bræva­ rent­urnar á at hækka. 10- ára danska rentan hækkaði 0,11%-stig, og er nú hækkað um 0,50%-stig síðan miðan januar. Hendan gongdin sær út til at halda fram komandi vikurnar. Partabrøv Aftaná góðu arbeiðsmarknaðar­ frágreiðingina úr USA fríggja­dagin hækkaðu parta­ brøv. Norrøni parta­bræva­ marknaðurin hækkaði 0,5% og liggur nú á hægsta stigi síðan 2000. Bankarnir stóðu seg væl, og finsku skógarpartabrøvini, Stora Enso og UPM hækkaðu umleið 9%. Hetta var vegna tíðindi um keyp av stórari papp­írsverksmiðju í Brasilia, umframt eina uppmeting frá bank­anum UPS av hesum parta­ brøvum. Hesa vikuna verða eyguni m.a. vend móti Group 4 Securitas og Top Danmark ið kunngera roknskap. Mærsk er eisini áhugavert hesa vikuna, orsakað av tíðindum um møguligt keyp av nøkrum bingjuhavnum í USA. Hesa vikuna Hendan vikan verður eisini full av hagtølum, sum hava t‡dning fyri fíggjarmarknaðirnar. Tað verður mest USA, sum verður í andgletti. Haðani koma tøl fyri prísvøkstur, smásølu og ídnaðarframleiðslu. Góð tíðindi úr USA stuðla evropiskum partabrøvum Vika 11 2006 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 626,43 1,1% Lánsbrøv í DKK 102,12 -0,2% JPY 5,26 -1,1% Evru lánsbrøv 170,23 -0,5% GBP 1.081,22 -0,6% Norrøn Partabrøv 116,42 1,5% NOK 93,51 0,2% Altjóða vøkstur 73,41 -1,4% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,20% 3,40% 3,60% 3,80% 13/12 13/01 13/02 1040 1080 1120 1160 13/12 13/01 13/02 Hetta hevur – tí­betur kunnu vit siga – verið eitt stak frið­ ar­ligt vikuskifti hjá løgregluni kring landið. Á støðini í Havn hevur okkurt smávegis verið frá­boðað – herverk, rús­drekkakoyring o.a., meðan á løg­reglu­ støðunum á Tvøroyri og í Runavík hevur at kalla einki verið at gjørt løgreglutíðindi Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Fríggjakvøldið tók løgreglan í Havn nakrar smádreingir fyri herverk. Teir stuttleikaðu sær við at mála grafitti á ein vegg í Jóanesar Paturssonargøtu. Tað verður tó ikki gjørt nógv við málið, tí talan var um smádreingir. Men dreingirnir fáa ein lyftan fremstafingur, og foreldur og barnavernd fáa eisini kunning um málið. Herverk fyri tíggjutals-túsund Fríggjakvøldið varð somu­ leiðis umfatandi her­verk í eini útstykking í Hoy­vík. Fólk høvdu brotið inn í nakr­ ar arbeiðsskúrar. Men verri er, at tey stjólu eisini ein rennigravara og koyrdu runt í útstykkingini við honum. Tað førdi til brotin kloakkrør og aðrar oyðileggingar. Løgreglan metir, at talan er um herverk fyri einar 30.000-50.000 krónur, leyðsliga mett, so avgjørt ein dýrur koyritúrur. Legði nummarið eftir til løgregluna Leygarkvøldið tók løgreglan í Havn ein bilførara, sum verður skuldsettur fyri at koyra við kenning. Løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur hevði rent á eitt skelti uppi í Hoyvík, men at førarin var rýmdur av staðnum við bilinum. Mál­ið varð kannað, og tá ið løgreglan kom á staðið, kundi hon ikki annað enn ásanna, at bilførarin var rýmdur av staðnum. Men bilførarin var so óheppin og løgreglan so heppin, at tá ið bilførarin rendi á skeltið, datt nummar­ plátan av bilinum og lá eftir niðurvið skeltinum. Við nummarplátuni í hondini var skjótt hjá løgregluni at finna tann, sum átti bilin, og hann varð síðani tikin. Illgruni er um, at bilførarin ikki var edrúur og verður sostatt skuldsettur fyri at koyra við kenning. Flúgvandi takpláta Í Runavík hevur vikuskiftið eins og í Havn verið rættiliga friðarligt. Tó var ein heldur sermerkt hending á skránni leygarnáttina, tá løgreglan koyrdi til Leirvíkar. Tá løg­ reglumenninir komu til brenni­støðina, kom brádliga ein takpláta flúgvandi við fullari ferð beina kós móti bilinum. Sum vera man hvukku løgreglumenninir við, men komu tó so heppis­ liga fyri, at takplátan tíbetur varð føst í einum pela. Sløkkiliðið kom alt fyri alt á staðið og staðfesti síðan, at takplátuna átti NCC í Leirvík. Friðarligt hjá løgregluni Áhugin fyri páska­ ferðunum hjá Norr­ ønu er sera stórur, og á Smyril Line verður upplýst, at skipið er við at fyllast Ferðavinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Smyril Line hevur aftur í ár lagt seg eftir at bjóða før­­oyskum familjum pakka­ferðir til Danland frí­ tíðarmiðdeplarnar, og hetta hevur víst seg at geva úrslit. Sera stórur vøkstur Hendrik Egholm, markn­ að­­arleiðari hjá Smyril Line, sigur, at tað hevur gingið serstakliga væl við pakkaferðunum á pásk­um. – Vit hava tveir túrar, sum vit rópa fyri páskatúrar, og tann fyrri av teimum, sum er av Havnini 6. apríl, er næst­ an fullur, meðan tað er eitt sindur betur pláss á túrinum, sum er eina viku seinni. Í fjør gekk einki ser­­ligt við páskatúrunum, men í ár hevur tað gingnið av­bera væl, so vøksturin er sera stórur, sigur Hendrik Eg­holm, sum væntar, at túr­arnir skjótt fara at verða útseldir. Royndirnar hjá Smyril Line vísa, at føroyskar barna­familjan dámar sera væl at ferðast á tann hátt, at farið verður við bili til Danmarkar, har gist verð­ ur á frítíðarmiðdepli við al­skyns hentleikum, og hetta slagið av ferðum vinn­ ur støðugt fram, verður upp­ lýst hjá Smyril Line. Norrøna við at fyllast páskatúrarnar Tey, sum ætla sær við Norrønu á páskum, men ikki enn hava tryggjað sær ferðaseðil, noyðast at gera skjótt av, tí skipið er við at fyllast páskatúrarnar. savnsmynd Hesin rennikravarin varð stolin í Hoyvík um vikuskiftið og førdi við sær herverk á 30.000 - 50.000 krónur