mánadagur 13. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2006
Sosialurin
15
NØVN Í VIKUNI
Tvíburðar fylla 60 ár
Í morgin, týsdagin 14. mars
2006, verða tvíburðarnir
Erna Danielsen á Toftum og
Ernst Lamhauge á Glyvrum
60 ár.
Foreldrini hjá teimum
báðum vóru Jóhannes ella
Hannebeiggi, sum hann varð
nevndur, og Fryda Lamhauge
á Glyvrum. Hannebeiggi var
í mong ár skipari. Eitt nú
fordi hann Lítlu Emmu, og
eisini sigldi hann við týskum
trolara. Hannebeiggi, sum var
bóndasonur, var í mong ár
roktingarmaður í Lamba. Sum
mest sum allar aðrar konur tá í
tíðini, so var Fryda heima, har
hon tók sær av bornunum og
fenaðinum. Tey høvdu eitt nú
kúgv, seyð og hosn.
Fryda og Hannebeiggi
fingu átta born — fimm dreing-
ir og tríggjar gentur: Andrias,
Nora, Hans Jacob, Jákup,
Suni, Ernst, Erna og Brynhild.
Andrias flutti til Danmarkar,
og Hans Jacob búði tað mesta
av tíðini í Havn. Andrias og
Hans Jacob doyðu í ávikavíst
1994 og 1997.
Jákup býr í Saltangará,
Suni, Nora, Ernst og Bryn-
hild búgva á Glyvrum, og
Erna býr á Toftum.
Tá ið 60 ára faðingardags-
bornini fyri fyrstu ferð sóu
dagsins ljós 14. mars í 1946,
var pápin staddur í Havnini,
har teir riggaðu til umborð á
Litlu Emmu. Henda morgunin
vóru telefonboð, sum sogdu
Hannebeiggja, at hann hevði
fingið ein son, og at meiri var
á veg. Fimm tímar seinni vóru
nýggj telefonboð, sum sogdu,
at nú hevði Hannebeiggi
fingið eina dóttir. Tá læt í Dia
í Kálvhúsinum av Glyvrum,
sum stóð á dekkinum, at dag-
urin var so lítið liðin, at enn
kundu tað koma fleiri!
Fyrstu fimm skúlaárini
hjá teimum báðum vóru í
Lamba, og síðani gingu tey
í skúla á Glyvrum. Millum
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi(ðsosialurin.fo
lærararnar var Karl Joensen
í Lamba.
Sum flestu dreingir fyri
hálvari old síðani, so fór
Ernst tíðliga til skips. Hann
var bara ellivu ára gamal,
tá ið hann og vinmaðurin,
Jákup hjá Stinu Miu, vóru á
sild við Selnes, sum Magnus
undir Lymbrekku fordi.
Hans Jacob (beiggi Ernst og
Ernu) var bestimaður. Seinni
var Ernst við Y vonnu, sum
Petur í Selvindi fordi, og við
Austerlitz, sum Bartal Kass
fordi. Eisini sigldi hann við
Havalduni, sum Dánjal Jákup
Hansen á Toftum fordi.
Miðskeiðis í seksti árunum
fór Ernst í handverkaralæru
hjá Zachariasi Leitisstein í
Runavík. Eftir at hann var
avlærdur, fór Ernst á maskin-
meistaraskúla í Havn, og so fór
hannatsiglasummaskinmaður.
Fyrst í nokur ár við Lómi hjá
Skipafelagnum, so við danska
reiðarínum Kosangas, áðrenn
Ernst í 1987 aftur fór at sigla
við foroyskum skipum. Ernst
hevur verið hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni, við
Tjaldrinum og Olavi Halga, og
nú er hann 1. meistari umborð
á Brimli.
Ernst giftist í 1973 við Sólr-
un, sum er dóttur Bertinu og
Henning Johansen í Sanda-
vági. Sólrun og Ernst fingu
fýra born: Hallbjorg, Fryda,
Bertina og Henning. Hallbjorg
og Bertina búgva í Danmark,
og Henning býr á Glyvrum.
Fryda var bara seytjan ára
gomul, tá ið hon doyði í
ferðsluvanlukku. Ernst eigur
tvey abbaborn í Danmark.
I frítíðini dámar Ernst væl at
flóta. Hann er innlagumaður
og tekur havhest og honum
dámar væl at vera í grind.
Tá ið moguleiki er fyri tí,
vitja hann og konan yngru
ættarliðini á flatlondum.
Eftir lokna skúlagongd á
Glyvrum fór Erna til Eiðis at
vera í húsinum hjá Elfrydu,
sum frammanundan hevði
tænt hjá Frydu á Glyvrum.
Seinni arbeiddi Erna hjá
Konradi Skaale í Havn,
og uppaftur seinni var hon
hjá Richardi Mortensen á
Argjum. Tá id flakavirkið
Nykur á Toftum fór at taka
ímóti fiski í 1969, taldist Erna
millum flakakvinnurnar, og alt
síðani hevur hon verið knýtt
at virkinum. I 2004 fekk hon
gávu frá Foroya Fiskavirking
fyri 35 ára trúgva tænastu.
Erna giftist í 1965 við
Helga Danielsen á Nesi.
Foreldrini hjá honum vóru
Jóhanna og Jóhannus Daniel-
sen (Jóhannus uppi í Forna).
Erna og Helgi giftust inn á
Nesi, men síðani 1970 hava
tey búð á Toftum.
Tey bæði eiga fýra born:
Jóhannus, Jónfríð, Arnbjorn
og Helen. Tey búgva oll í
Nes kommunu. Erna eigur
níggju ommuborn, og teim-
um dámar Erna væl at vera
saman við. Hon syngur í
kórinum í Friðrikskirkjuni.
Erna er rættuliga áhugað í
fótbólti, og hon fylgir væl
við, hvussu tað gongst B68,
sum bornini og nú eisini
ommubornini hava verið og
eru virkin í. Hon hjálpir til í
ítróttarfelagnum, kirkjuni og
missiónshúsinum, tá ið heitt
verður á hana.
Tvíburðarnir fara leygar-
dagin at halda foðingardagin
saman við teirra næstu.
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
foðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát og jarðarferðir
Anna Maria Nystrom,
Klaksvík, andaðist á
Landsjúkrahúsinum
sunnumorgun 80 ára
gomul. Jarðarferðin
verður kunngjord
seinni.
Randi Christensen,
fødd Davidsen, ættað
av Sandi, busitandi
å Tvøroyri, andadist
12. mars å Suduroyar
Sjukrahusi 57 åra gomul.
Jaðarferðin verður
kunngjord seinni.
Ólavur Justinussen 70 ár
Leygardagin 11. mars fylti
Olavur Justinussen í Havn,
Olavur hjá svínoyinginum,
70 ár.
Olavur er yngsti sonur
Mariu fodd Thomsen, ættað
úr Króki í Hvalba, og Soren
Meinert Justinussen, oftani
nevndur svínoyingurin,
ættaður uppi í Húsi í
Svínoy. Tey bæði giftust
í 1932 og búsettust í
Rabarbukvarterinum, har
Olavur eisini býr í dag.
Systkini vóru 7 í tali. Eigil
var elstur, hann doyði í
1974, næstur var Kjartan,
hann doyði í 1982, síðani
var Anna, hon doyði 2 ára
gomul, tá ið Olavur var
nýfoddur, so er Olavur,
síðani Anna, hon doyði í
2002 og so eru Tórhild og
Asa, tær búgva á troðni
uppi við Villingadalsvegin,
sum Søren Meinert í síni
tíð saman við verfaðirinum
breyt upp úr nýggjum.
Tá ið Olavur var fermd-
ur í 1950, fór hann sum
messudrongur við Oyrna-
fjall. Oyrnafjall var í Gron-
landi við útgerð, og tók ímóti
fiski frá útróðrarbátum.
Sjólívið hjá Olavi varð
ikki drúgt. Hann fór í snikk-
aralæru hjá Hartvig Han-
sen, og í 1956 fór hann á
handverkaraskúlan í Haslev,
har hann tók sveinastykkið.
Hann arbeiddi síðani eitt
stutt skifti í Danmark.
Heimafturkomin fór hann
at smíða ymsa staðni, fyrst
hjá Lamhauge og Waagstein,
síðani í nógv ár hjá Hilmari
Dam, og tá ið Hilmar Dam
gavst, fór Olavur saman við
Haraldi Debess at smíða hús,
og tað gjordi hann, til hann
gjordist sjúkur. Olavur er
tiltikin vælgjordur smiður.
Dagurin í morgin
14. mars. Euthycius,
deyður umleið ár 740.
Tikin av dögum í Meso-
potaniu.