Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Gunnleivur heldur fram sum formaður Leygardagin var aðalfundur í Starvsmannafelagnum. Spenningur var um for- mansvalið, tí Heini Joensen stillaði upp ímóti sitandi formanni, Gunnleivi Dals- garð. Tað eydnaðist kortini íkki avbjóðaranum at koppa for- manninum, hóast hann fekk 144 atkvoður. Gunnleivur Dalsgarð fekk 188 atkvaður og heldur tí fram sum formaður næsta skeiðið. Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi(ðsosialurin.fo Kristianna Nesá 80 ár Í morgin týsdagin 14. mars verður Kristianna Nesá 80 ár. Kristianna er fodd í Króki á Toftum. Foreldrini vóru Inga Maria og Amaliel Hojgaard. Hon er næst elst av seks systkjum. Eftir á lívi eru bara Kristianna og Dávur, sum býr í barnaheiminum. Mamma og vinkonan Jenny fóru sum ungar til Havnar at halda hús hjá Sunnuvu og Poul Muller bónda. Har var mamma í tvey ár, til hon fór inn aftur á Toftir at arbeiða á skrivstovuni hjá D.P. Hojgaard. Har arbeiddi hon til hon giftist við pápa Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar faðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. okkara Mads, sum var son- ur Elsebeth og Tummas í Gerðinum. Vit eru 10 systkin og tá pápi var á sjónum, var sjálvsagt nógv hjá mammu at síggja til sum heimagangandi hús- móðir. Mamma bleiv einkja bert 54 ára gomul, tá pápi doyði av sjúku í 1981. I dag eigur mamma 25 ommuborn og 16 lang- ommuborn,og tað metir hon sum eitt stórt ríkidomi. Góða mamma. Vit takka tær hjartaliga fyri tað trygga heim, sum tú og pápi góvu okkum. Vit ynskja tær hjarta- liga tillukku við degnum, og má Harrin geva tær nógv góð ár afturat. Barndomstid hos far og mor: Glem den ej nár du blir stor: Hvad du lærte i dit hjem, vil dig fore sikkert frem. Bornini, ommubornini og langommubornini Forelskað? Vís tað í Sosialinum Tórsavnar alfraði: Konfirmantar í 1909 Konfirmantarnir 3. oktober 1909: Vit kenna bert 4 av teimum 9 dreingjunum, sum sita aftast f.v.: nr. 2) Hans Olaf Hansen (Havn), nr. 4) Hans Frederik Joensen »Lenvig« (Hestur), nr. 5) Niels Ferdinand Petersen „Niels á Botnic (Nólsoy) ella Christian Djurhuus (Havn), nr. 8) Poul Eli Hansen (Havn). Av teimum 12 konfirmant- unum í miðraðnum kenna vit bert teir triggjar, teir eru f.v.: 1) Otto Meinhardt Bech (Havn), nr. 3) Maren Malene Hansen (Nólsoy) og nr. 11) Carl Johan Bech (Havn). Avteimum 8 konfirmantun- um í næstfremstu roð kenna vit bert tvær, tær eru f.v.: nr. 5) Cathrine Malene Nicolaisen (Nólsoy) og nr. 6) Susanne Malene Joensen (Nólsoy). Tær báðar genturnar fremst eru Ókendar. 32 konfirmantar vórðu fermdir í Havnar kirkju tann 3. oktober 1909, 17 av teimum vóru dreingir og 15 vóru gentir. Á myndini síggjast 16 dreingir og 15 gentir. Teir konfirmantarnir ið ikki eru navngivnir á myndini eru: Hans Nicolai Niclasen, Hans Pauli Nolso, Guttorm Hans Egede Reinert Joensen, Cornelius Christian Frederik Reinert, Zacharias Hansen, Bjorn Sofus Bjarnason, Johan Henrik Fritz Udban, Marie Louise Margareth Egholm, Hanne Cathrine Rasmine Hansen, Hansine Jacobine Mouritsen, Andrea Vilhelmine Caroline Viglund, Nicoline Josefine Lambaa og Pouline Christine Dimonica Kærbo, hesi vóru all úr Havn. Hini vóru: Thomas Sigvald Reinert (Norðradalur), Hans Sivert Colbjørnsen (Hestur), Hans Andreas Andreasen (Velbastadur), Marianna Thomasia Rasmussen (Kolt- ur), Johanne Marie Juliane Joensen (Kaldbak), Jette Thomasia Sofie Ulrikka Jac- obsen (Kaldbak) og Olga Jose- fine Jacobine Niclasen (Vel- bastadur), og so eru tad tvær gentur, sum ongan heimstad hava, tær eru Andrea Marie Augusta Reinert og Jane Marie Reinert. Vit fara so inniliga at heita å lesararnar um at hjålpa okkum vid at fåa røttu nøvnini á rottu persónarnar. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen tel. 314647 ella 214647.