Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 13 Tað er, sum tað skal vera, at gjøgnumskygni verður í skattagjaldingini, so skatta­ borgarin veit, hvat hann rindar hvørjum – landinum og kommununi. Men motivini hjá lands­ stýrissamgonguni fyri at fara undir eina slíka natúrliga upplýsing vóru ikki serliga háborin, skula vit meta okk­ um eftir orðaskiftinum á tingi. Tey tykjast eina og aleina vera stýrd av, at tað ikki eydnaðist teimum til fulnar at fyrigykla fólki ein skattalætta, sum teir sjálvir tóku inn aftur við hinari hondini, tá fíggjarlógin varð samtykt. Tá kommunurnar skuldu yvirtaka nøkur málsøki frá landinum, skuldi landið lækka sín skatt við tí kostn­að­inum, sum landið slapp at kasta av sær, og kommunurnar hækka sín skatt at fíggja tær nýggju skyldur, sum tær átóku sær. Men landið lækkaði ikki sín skatt við teimum pengunum, sum tað spardi. Teir hildu fram at taka teir pengarnar inn, sum teir spardu av útleggingini. Har­ aftrat lovaðu teir ein skatta­ lætta, sum teir sjálvir ótu upp. Tað sigur seg sjálvt, at kommunurnar kundu ikki átaka sær nýggjar skyldur uttan at fáa fleiri inntøkur, tvs hækka kommunuskattin. Tí var tað markleysur frekleiki av løgtingsmonnum fyrst at uppihalda sínum inntøkum og so haraftrat krevja, at kommunurnar skuldu gjalda skattalættan. Máti skal vera við at vilja rista breiðar álir av øðrum! Tá tað er sagt, so gleða vit okkum sjálvandi eisini til, at borgarnir veruliga sleppa at síggja, hvat teir fáa fyri skattapengarnar, sum teir rinda kommununi, og hvat teir fáa afturfyri pengarnar, sum teir rinda landinum. Tað verður eisini spennandi at síggja, hvussu glaðir borg­ arnir í eitt nú Tórshavnar kommunu verða tann dagin, tá kommunuskattur, goldin í Havn, skal flytast øðrum kommunum at dusa sær við. Vónandi verða løgtingið og landsstýrið til ta tíð lika altráð eftir at syrgja fyri, at tað kemur við á kontoúrritið frá fíggjarmálaráðnum, hvar kommunuskatturin verður brúktur – har, sum skattaborgarin býr og virkar, ella onkra heilt aðrastaðni, har botnurin er farin undan karinum. VIÐMERKINGAR – Ein stór føroysk hand­ ilssendinevnd, mannað við 26 vinnulívsfólkum við løg­manni á odda, er júst aft­ urkomin úr India Tað er eingin loyna, at samskifti og samstarv mill­ um tjóðir, felagsskapir, fyri­ tøkur og einstaklingar eru lyklaorð í heiminum í dag, og tí er neyðugt, at føroyingar, í nógv størri mun enn higartil, fara inn á altjóðapallin. Sambandsflokkurin gong­ ur inn fyri, at uttanríkismál framhaldandi skulu vera ríkismál, ið danska stjórnin formliga hevur ábyrgdina av. Men hetta eigur ikki at forða fyri, at føroyingar sjálvir vinna fram í uttanríkispolitiskum høpi. Tvørturímóti skulu vit nýta kunnleikan og drúgvu royndirnar, sum Dan­mark hevur á økinum til at vinna okkum fyrimunir. Og tað var júst hetta sum Indiaferðin hjá føroysku handilssendinevndini er gott dømi um. Danska sendistovan í New Delhi gjørdi eitt sera gott fyrireikingararbeiði til ferðina, við eini viðkomandi skrá fyri bæði løgmann og vinnulívsfólk. Øll sum vóru við á ferðini rósa arbeiðinum hjá sendistovuni. Samstarv Tað eigur at vera uppgávan hjá føroyingum at greiða umheiminum frá, hvørji vit eru, og hvat vit hava at bjóða. Føroyingar eru best førir fyri at røkja føroysk áhugamál í umheiminum, og í tøttum samstarvi við onnur gerst úrslitið uppaftur betri. Ígjøgnum ríkisfelags­skap­ in hava Føroyar diplomatiskt samband við umleið 180 lond, og sendistovur í sløkum 70 londum. Harumframt er ríkið umboðað í stórum altjóða felagsskapum sum til dømis ST og ES. Løgmaður skal tí hava tøkk fyri, at hann soleiðis vil ganga undan, tá tað kemur til at gera brúk av ríkis­ felagsskapinum og teimum fyrimunum sum liggja í hon­ um. Framtíðar menning Heimastýrislógin gevur føroyingum rætt til at seta umboð við sendistovurnar í teimum londum, har Føroyar hava serligan vinnuligan áhuga. Hetta skuldi verið ein góður møguleiki hjá føroy­ ingum at mennast í einum góðum umhvørvi saman við fakfólki við drúgvum royndum. Sambandsflokkurin hevur fyrr mælt til at vit seta okkum sum mál, at innan fá ár skulu í minsta lagi 15 føroyskir ungdómar starvast við sendistovur ríkisins úti í heimi, so hesi kunnu fáa upplæring og royndir í altjóða samstarvi, fyri at kunna bera hesa vitan heim aftur til føroyska samfelagið. Hetta eiga vit at fáa í lag sum skjótast, - og hví ikki byrja við New Delhi? – Eg fari enn eina­ ferð at heita á menta­ málaráðharran um at fáa greiðari regl­ur viðvíkjandi Ment­ anargrunninum, greiðari lógir, so vit sleppa und­ an hesum skilaleysa játtanarpolitikki sum verið hevur seinni árini, ella síðan Ment­anargrunnur Landsins fór at virka, skrivar Ólavur í Beiti, rithøvundur í við­ merking til kjakið um Mentanargrunn Landsins Nú sá eg tíverri ikki Ment­ ana­rtáttin í Svf, tá hann var sendur fríggjakvøldið, men tað eru ráð fyri tí, tí úti á heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru møgu­ leikar at fáa sendingina niður á telduna, og har var aftur tikið afurí aftur starvslønarprátið, sum verið hevur í seinastuni. Formaðurin sigur at enda í samrøðuni nakað sera sera áhugavert, og tað er, at hann er komin í eitt »dilemma« – ikki yvir fyri Jústinus L Eidesgaard, men yvir fyri Føroya fólki. Hann sigur, at søkir Jústin­ us L Eidesgaard um starvsløn til komandi fund, so fara fólk at siga, um Jústinus ikki fær, at Mentanargrunnurin revsar hann, og fær hann, ja so fara fólk at siga, at tað loysir seg at finnast at! Hetta var sera áhugavert, at formaðurin steig nøkur fet her niður í henda jarðarheim, tí hetta er nakað sum vit onn­ ur skilja, og hetta er eisini júst soleiðis sum vit onnur leggja alt hetta út sum vit hava sæð seinastu dagarnar! Eftir hvønn fund Men eg kundi hugsað mær, at hetta er eisini júst sama »dilemma« formaðurin er í eftir hvønn fund, tá umsóknir um starvsløn hava verið til viðgerðar! Formaðurin heilsar jú upp á hesar afturvendandi høv­undarnar dagliga á Havn­ argøtum! Ikki sannheit! Men ikki fyrr enn listin var almennur, nústani er formaðurin í einum dilemma yvir fyri Føroya fólki, áðrenn hevur tað bert verið yvir fyri teimum, sum hann aftur og aftur játtar til, og sum hann hittir javnan í Havn! Teimum sum hann er ment­ anarfaðir at! Úrvaldir høvundar Nú hava vit hoyrt formannin í Fimmaranum, í Sjónvapinum og sæð eitt aftursvar frá hon­um í Sosialinum, og út frá hesum fái eg ikki ann­ að enn spurt formannin fyri Mentanargrunnin ein spurning: Ætlar Mentanargrunnurin, at bert høvundar sum grunn­ urin játtar starvslønir til – og sum vit hava sæð á listanum – skulu skriva í Føroyum? Hevur grunnurin lagt sær eina strategiska ætlan, at bert hesir høvundar skula fáa pening ár undan ári? Er tað veruliga hetta, sum Mentanargrunnurin vil?! Og vit kundu eisini spurt, at tá ein høvundur søk­ir um eitt ára starvsløn til eitt verk, og hann ikki verður liðugur við tað, skal so Mentanargrunnurin last­ast fyri tað? Skal so Mentanargrunnurin bøta fyri tað? Skal Mentanargrunnur­ in so hanga upp á tað og játta til høvundin verður liðugur? Er tað soleiðis tað hongur saman?! Fimmarin Heimasíðan hjá kringvarp­ inum hjálpti mær eisini við Fimmaranum. Tað er alt so lætt í dag, tøknin hevur gjørt alt somikið lættari, og fært tú ikki stundir at fordjúpa teg í eini sending, tá hon verður send, ja so tekur tú hana bara niður á telduna og spælir hana so ofta tær lystir seinni. Soleiðis var eisini við Fimmaranum, tí eg var spentur at hoyra júst henda Fimmaran! Men eg gjørdist skjótt eitt sindur órógvaður av at hoyra formannin í Ment­ anargrunninum, tí hann var í so svárari neyð, og alt var ein tvístøða at hoyra! Tí var tað eisini at eg tók mær Fimmaran niður og havi hann á RealPlayer á telduni og havi spælt hann umaftur nakrar ferðir at vita, um eg kundi fáa nakað burturúr tí, sum formaðurin segði! Um eg fann ein reyðan trá – ella eina ætlan – ella eina grund at játtað verður til ein, og ikki ein annan! Onkur hevur sagt eftir Fimm­aran, at hatta var ein hálur formaður! Ein annar hevur sagt, at har var hvørki høvd ella hali á tí, ið formaðurin førdi fram! Uppaftur ein annar, at has­ in formaðurin ljóðaði ikki at vera serliga væl fyri henda dagin! Hetta eru alt føroyingar, vanligir borgarar, sum for­ maðurin sigur seg verða komn­an í »dilemma« av! Lógin greiðari Og eg sigi tað sama, og eg sigi eisini, at vit mugu hava eina nógv greiðari lóg fyri Mentanargrunnin so ikki sami skilaleysi játt­ anarpolitikkur verður førdur, sum er førdur higartil! Tað eigur at standa greitt í lógini um grunnin, at trý ára starvslønin verður veitt einaferð til somu verk­ætl­ an! Og tað eigur eisini at standa greitt í lógini, at eitt ára starvslønin verður bert veitt einaferð til sama verk ella verkætlan! Og tað eigur at standa greitt í lógini viðvíkjandi tíðarskeiðum undir eitt ár, hvussu nógvir mánaðir aftrat kunnu í mesta lagi veitast til sama verk ella verkætlan! Ein kapasitetur Tað ringdi ein dama inn til Fimmaran, sum Dan Reinert Petersen segði um, at hetta er ein kapasitetur! Henda daman hevur sitið í fleiri nevndum upp gjøgnum árini, og hon situr kanska enn i onkrum teirra, eg veit tað ikki, men hon hevur so sitið í nevndini, sum instillar til stóru norðurlendsku virðis­ lønina! Daman legði áherðslu á, at annar av høvundunum í Fimmaranum fekk »næstan« hesa virðisløn, so hetta átti at verða ein sera »stórur« høvundur, skuldi áhoyrarin vita! Til hetta skal fyrst sigast, at allir norðuslendskir høv­ undar, sum instillaðir verða, fáa »næstan« hesa virðis­ løn! Men tað er bert ein, sum fær hana, onkuntíð tveir! Síðani hoyrdu vit hesa damu, sum sigst verða ein kapasitetur, so niðurgera og undirmeta og eyðmýkja allar aðrar bókmentir enn tær, sum hon instillar til norðurlendsku virðislønina. Vit sóu rættiliga innvølin í hesum persóni, og fingu aft­ ur eina áminning um, hvussu ómetaliga umráðandi tað er, at vit í Føroyum fáa røttu persónar til røttu nevndirnar, so vit ikki aftur og aftur gera okkum fyri skommum og innstilla bert tað, sum tvassar í sama runudýki! Fleiri ferðir áður havi eg víst á hetta, bæði í greinum og bókum, men tað tykist ikki sum ger tað mun! Áheitan Men eg fari enn einaferð at heita á mentamálaráðharran um at fáa greiðari regl­ur viðvíkjandi Mentanar­ grunninum, greiðari lógir, so vit sleppa undan hesum skilaleysa játtanarpolitikki sum verið hevur seinni árini, ella síðan Mentanargrunnur Landsins fór at virka. Og eisini fáa greiðari reglur viðvíkjandi, hvussu leingi ein formaður sleppur at sita sum formaður, og tó ikki meiri enn 3-4 ár. Ja kanska tú kundi sagt at hann skal ikki sita longur enn at játta eina trý ára starvsløn! Og eg ivist onga løtu í, at mentamálaráðharrin hevur fylgt við skrivingini, ið verið hevur, og eisini tí sum komið er fram í loftmiðlunum, tí hetta er ikki minni týðandi mál fyri okkara mentan enn so mong onnur mál, ja eitt sera týðandi mál eisini! Okkara opna andlit út­eft­ ir! Formaðurin er komin í eitt »dilemma« Rithøvundur Ólavur í Beiti Hevndarsamir stjórnarmenn Varaborgar­stjóri í Havn Jógvan Arge Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen Okkara sendistova í New Delhi