mánadagur 13. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 51 - 13. mars 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Fyri stuttum
kunngjørdi krígs
brotsmannadóm
stólurin fyri gamla
Jugoslavia, at málið
ímóti fyrrverandi
forsetanum Slobodan
Milosevic skuldi enda
um fimm mánaðir, og
at dómur fór at fell a í
ár. Nú er málið endað
uttan dóm
Molisevic deyður
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað drúgva rættarmálið ímóti
fyrrverandi jugoslaviska for
setanum Slobodan Milosevic
fekk ein bráðan enda um
vikuskiftið, tá tann ákærdi
varð funnin deyður í kliva
sínum í Haag.
Í gjár kunngjørdi krígs
brotsmannadómstólurin
fyri gamla Jugoslavia, at
Milosevic var deyður av
einum hjartatilburði, men
at nærri kanningar skulu
gerast. Tað ljóðar sannlíkt, at
tann 64 ára gamli Milosevic
doyði av hjartanum, tí hann
hevur í fleiri ár havt ov høgt
blóðtrýst og ringt hjarta. So
seint sum í februar bað hann
um at sleppa til Russlands til
kanningar, men dómdtólurin
helt tað ikki vera neyðugt, tí
niðurlendskir læknar kundu
gera kanningarnar.
Kortini vildi høvuðs
ákærin í krígsbrotsmanna
dómstólinum, Carla del
Ponte, ikki útihýsa tí møgu
leika, at Milosevic tók lívið
av sær, men hon vildi ikki
gera nakrar viðmerkingar til,
hvussu hann kundi hava beint
fyri sær inni í klivanum.
Dripin
Í Serrbia ivast fjølmiðlarnir
ikki, at Milosevic varð fyri
beindur. Haag myrdi hann
stóð á forsíðuni á bløðunum
Press og Glas Javnosti, og
á forsíðuni á Kurir stóð
orðið Dripin við stórum
stavum oman á einari mynd
av honum. Størsta serbiska
blaðið, Vecernji Novosti,
hevði havt samrøðu við ein
lækna, sum kannaði Milo
sevic í november í fjør.
– Teir vildu hava lívið
av honum, sama hvat tað
kostaði, tí so kundu teir dylja
sannleikan. Nú Milosevic er
deyður, er sannleikin eisini
deyður, sigur læknin Vukasin
Anddric við blaðið.
Blaðið Politika, sum
plagdi at stuðla Milosevic,
men sum hevur vent sær frá
honum í seinastuni, heldur
uppá, at gamli forsetin
hevði verið frídømdur í
Haag, hevði málið ímóti
honum komið til dóms.
Blaðið heldur, at altjóða
samfelagið eigur at kanna
virksemið hjá krígsbrots
mannadómstólinum, tá havt
verður í huga, at dómstólurin
noktaði Milosevic at leita
sær læknahjálp í Russlandi.
Politika spyr eisini, hvussu
tað ber til, at fyrrverandi
forsætisráðharrin í Kosovo,
Tamush Haradinaj, sleppur
at reka politiskt virksemi úr
kliva sínum í Haag. Hann er
eins og Milosevic ákærdur
fyri krígsbrotsverk.
Elvt til split
Krígsbrotsmannadómstólur
in fyri gamla Jugoslavia
kunngjørdi í gjár, at líkið
av Milosevic skuldi latast
teimum avvarðandi í dag, og
at tað síðani er teirra avgerð,
hvar hann verður jarðaður.
Samstundis kom fram, at
tey avvarðandi eru ósamd um,
hvar Milosevic skal jarðast.
Einkjan, Mira Markovic, og
sonurin, Marko, sum búgva í
Moskva, vilja hava líkið flutt
til Russlands og jarðað har,
men tað vil dótturin, Marija,
ikki. Hon sigur, at pápin skal
jarðast í heimbygdini Lijeva
Reka. Ein eldri bróður fyrr
verandi forsetan sigur har
afturímóti, at Slobodan skal
jarðast í Beograd.
Í gjár var ikki greitt, um
einkjan ætlan sær til Haag
eftir líkinum. Serbisku mynd
ugleikarnir hava boðað frá,
at Mira Markovic fær ikki
innferðarloyvi til Serbia.
Milosevic
slapp
undan
dómi
Í Beograd tendraðu fólk ljós uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá sosialistaflokkinum til minnis um fyrrverandi forsetan
Mynd: Reuters
Slobodan Milosevic var ákærdur fyri 66 brot krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini
Mynd: Reuters
Stutt um
Milosevic
• Føddur í Pozarevac í
Serbia tann 21. august
í 1941 og sonur ein
lærara í guðfrøði.
• Las løgfrøði og kom
sum ungur saman við
Miru Markovic. Tey
fingu ein son og eina
dóttur.
• Hansara politiska
frambrot kom í
kjalarvørrinum av
politisku upploysnini,
sum var, tá gamli
jugoslaviski leiðarin
Tito doyði í 1980.
• Valdur til formann
í serbiska
kommunistaflokkinum
í 1986 og tók við
politiska valdinum
árið eftir.
• Koyrdur frá tann 5.
oktober í 2000 eftir at
hava tapt forsetavalið.
• Handtikin og latin
krígsbrotsmannadóm
stólinum í Haag tann
28. juni í 2001.
FAKTA