Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 23 Nr. 51 • mánadagur • 13. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Andrew spældi væl Fremad Amager spældi leyg­ a­dagin venjingardyst ímóti Herfølge, og liðið samdust um javnleik 1-1. Andrew av Fløtum byrjaði dystin á vøllinum, og hann var við í nógvum hjá Fremad Amager, til hann varð skiftur út góðar 10 minuttir fyri tíð. Andrew hevði bæði royndir sjálvur og spældi upp til aðrar, og tað einasta, sum manglaði hjá honum, var, at hann skoraði. Málið hjá Fremad Amager skoraði Martin Skov, meðan Herfølge javnaði 10 minuttir fyri tíð. – Hóast vit bara fingu javn­­leik, so var hetta ein góður endi á okkara venj­ ing­ardystum. Vit høvdu kjansir til at vinna dystin og gjørdu eitt mistak, tá ið teir javnaðu, men sum heild eri eg væl nøgdur við dystin, sigur venjarin Benny Jo­hansen við heimasíðuna hjá Fremad Amager. Todi legði upp til mál Todi Jónsson spældi við frá byrjan, tá ið Start fríggja­ dagin spældi venjingardyst ímóti Tromsø. Todi hevur havt ein skaða at dragast við, men hann spældi við í meira enn ein tíma, áðrenn hann sum avtalað varð skiftur út. – Eg havi havt trupulleikar við hælsinuni, men tað gong­ur støðugt fram á hjá mær, sigur Todi Jónsson. Todi gjørdi um seg í álopinum hjá Start. Hann hevði fleiri royndir, og hann legði upp til málið hjá Start. Todi spældi álops­ felagan Jon Midttun Lie frían frammanfyri málið, og so kundi Start javna til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Næsti venjingardysturin hjá Start verður ímóti Rosenborg hósdagin. Rógvi og teir taptu Leygardagin spældi KR dyst ímóti Keflavík í einari av steypakappingunum undan sjálvari landskappingini, sum byrjar í mai. Dysturin endaði við, at Keflavík vann 3-1. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR. – Hóast vit taptu dystin, so var venjarin væl nøgdur. Vit hava arbeitt við okkara spæliskipan seinastu tíðina, og hann var væl nøgdur við hendan partin, sigur Rógvi. KR minkaði til 2-1 eftir ein góðan tíma, men tá ið liðið síðani royndi at fáa útjavnandi málið, hevði tað við sær, at Keflavík fekk triðja málið stutt fyri leiklok. Enn eru samráðing­ ar­nar millum FSF og Formula.fo ikki heilt lidnar. Men nógv bendir á, at teldu­fyritøkan aft­ur í ár verður høv­uðs­ stuðul fyri bestu fót­ bóltsdeildina sponsor-avtala Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stóri knúturin í sam­ráð­ing­ unum millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya var nýtslan av sponsor- nøvn­um. Altso kappingar, sum verða navngivnar eftir einum høvuðsstuðuli. Tá alt kom til alt, end­ aði hetta við einum slag av millumloysn, har Kring­ varpið »viðurkennir« nýtsl­ una av slíkum nøvnum. Men har sama Kringvarp tó ikki treytaleyst hevur bundið seg at nýta hesi. Júst tunga samráðingar­ til­gongdin hevur eisini verið høvuðsatvoldin til, at Fótbóltssambandið og Formula.fo ikki enn hava longt sínamillum stuð­uls­ avtaluna. Ein avtala, sum varð gjørd fyri tvey ár, men har partarnir tó høvdu rætt at siga hana upp eftir fyrsta árið. Kanska serliga við atliti til, hvussu navnið fór at fella í munnin og knappaborðið hjá miðlunum. Í farnu viku sessaðust part­ arnir tó við borðið, og sum skilst, so er ein nýggj avtala við at koma undir land. Áki Johansen á Formula. fo, sigur, at samráðingarnar hava gingið væl. – Enn eru tó einstakir smá­ lutir eftir at fáa upp á pláss, men vit vóna, at hava eina endaliga avkláring upp á støðuna fyrrapartin av hesi vikuni, sigur hann. Formula-logo brúkast sum mynd Hóast Kringvarpið ikki treytaleyst hevur játtað at nýta sponsor-heitini, so tykist talan aftur í ár gerast um sponsor-avtalu millum FSF og Formula.fo. Hóast hon undan Dan­ish Open segði, at kappingin var ein liður í venjingini hjá henni, so svam Heidi Andreassen seg til fimm gullmerki í al­tjóða kappingini í Esbjerg Svimjing Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Var talan um ein venjing, ja, so gjørdist tað ein gylt venjing hjá Heidi Andrea­ sen. Um vikuskiftið var hon við í Danish Open í Es­bjerg, og ÍSB-svimjarin kom heim aftur til við fimm gullmerkjum. Hetta var fyrsta altjóða kappingin hjá henni síðani 2004, so talan var um eitt rimmar come­ back. Undan kappingini segði Heidi, at kappingin í Esbjerg var ein liður í venjingini hjá henni, og tí snúði tað seg ikki fyrst og fremst um at vinna, men at koma í gongd aftur við kappinginar og fáa nakað burturúr. Heidi viðurkendi tó, at hon altíð royndi at vinna heið­ursmerki í eini kapping, og tað fór hon eisini at royna í Esbjerg. Bara gull Heidi Andreasen var við í fimm kappingum, og hon vann gull í øllum. Fríggjakvøldið legði hon fyri við at vinna kappingina í 100 metra frísvimjing við tíðini 1.11,58. Leygardagin vóru tríggjar kappingar – og tríggjar gull – á skránni. Heidi svam 100 metrar rygg, 200 metrar frí og 400 metrar frí. Og sunnudagin varð punkt­ umið sett við kappingini í 50 metrar frísvimjing, har Heidi vann við tíðini 32,93 sekund. Harafturat var Heidi við í trimum sokallaðum multi­ finalum, og har gjørdist hon tvær ferðir nummar 2 og einaferð nummar 3. Heidi Andreasen fyrireikar seg til HM í Suðurafrika síðst í november, og ætlanin er, at hon skal verða við í onkrari altjóða svimjinkappingar afturat áðrenn tað. Millum annað er upp á tal, at hon skal verða við í British Open í juli mánaði. Formula-merkið verður verandi Heidi gjørdi eitt gylt comeback Heidi Andreasen var við í fimm kappingum í Danish Open um vikuskiftið, og hon vann allar. Hetta var fyrsta altjóða kappingini hjá henni síðani 2004