Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 51 - 13. mars 2006 Samlaði sigurin á VB gjørdist ikki minni enn 19 mál, tá Stjørnan um vikuskifti reistist eftir tungu gongdina seinastu vikurnar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Trýstið var á Stjørnunni und­an teimum báðum hálv­ finalunum móti VB um vikuskifti. Við eini tungari gongd, sum hevði borið trý tap í fýra dystum við sær, vóru fleiri farin at ivast í styrkini hjá liðnum, sum annars í alt ár hevur verið roknað sum tað á pappírinum sterkasta í kvinnukappingini. Reistust í Vági Men knívurin á barkan, sum Stjørnan hevði leygardagin, var helst akkurát tað, sum skuldi til, fyri at spælararnir av álvara tóku seg saman. Í Vági var tað annars VB, sum tóktist koma betri frá byrjan. Stjørnan fekk tó um endan, áðrenn farið varð til hálvleiks, og so gekk tað bara annan vegin. Eftir steðgin stormaði Stjørnan avstað, og var tað ikki fyri Daivu Toumaite, so vildi talan verið um rættiliga sorl hjá VB. Ikki færri enn 17 av teimum 22 VB-málunum stóð langlimaða litaviska lands­ liðskvinnan fyri, og tað sigur nakað um, hvønn týdn­ ing hon hevur fyri liðið. Ellar rættari, hvussu tengt liðavrikið hjá VB er av henni. Avgreiðsluspurningur Trivaligi sigurin í Vági gjørdi sjálvandi sítt til, at spenningurin ikki var tann heilt stóri undan seinna dyst­ inum. Stjørnan hevði at kalla vissað sær finalusessin, og tí gjørdist talan ongan tíð um tann stóra intensitetin. Nakað, sum eisini var sjón­ ligt í áskoðaratalinum. Eitt áskoðaratal, sum helst er tað lægsta í nógv ár, tá talan um dyst millum Stjørnuna og VB. VB var heldur ongan tíð í nær námind at hótta samlaða sigurin hjá heimaliðnum, sum við einum 30-20 sigri gjørdist í alt 19 mál til stødd ar. Endin av gyltu árunum Meira enn nakað, so mundi greiða tapið eisini staðfesta, at gylta tíðarskeiðið hjá VB nú er av á hesum sinni. Nak­ ar skelkur man hetta tó ikki vera sum so, tí frá­fallið hjá liðnum hevur veru­liga verið massivt hetta kapp­ ingarárið. Undan kappingarbyrjan stóð greitt, at liðið mátti klára seg uttan Ausku Vysniaskaite, sum í fjør lið­num ein hollur stuðul. Gurið Mortensen var fram­ vegis í Danmark, og hóast hon hevur ferðast heim til nógvar dystir, so er hetta ikki heilt optimalt. Og verður so fráfallið av Lailu Jespersen, Rannvá Augustinussen og Christinu Holm í endaspælinum lagt afturat, stendur greitt, at nær­um eitt heilt lið í lands­ liðsflokki ikki longur var tókt hjá vágbingunum. Ein frágongd, sum neyvan nakað lið í landinum kundi staðið ímóti uttan víðari. Armarnar niður Í so máta var talan kanska eisini um eina hálvgum bíliga bakgrund hjá Stjørnuni. Sjálv­andi fingu tær einki forerandi í dystinum, men VB anno 2006 er altso ikki nær námind VB anno 2005. Og hjá spælarunum í Klaksvík er helst eisini alt­av­gerandi at skriva sær niður, at eitt gott avrik í hálv­finaluni ikki av sær sjálvum merkir ein sigur í finaludystinum. Har skal Stjørnan mest sannlíkt spæla ímóti Neistanum, og tað í sjálvum sær eigur eisini at vera nóg mikið til at motivera spælararnar. Ikki bara tí FM- heitið tá stendur á skránni. Men eisini tí júst Neistin við steyapasigrinum var liðið, sum setti gongd á niðurtúrin, sum Stjørnan strídd ist við fram til leygardagin. Stjørnan leikandi lætt í finaluna Hóast finaluplássið mest sum var víst, longu áðrenn dysturin sunnudagin byrj­ aði, so var talan um stóran fagna á spælarunum hjá Stjørnuni eftir dystin. Eftir ein keðiligan mánað, har úrslitini hava verið langt ífrá nøktandi, hevði Sjtørnan aftur reist seg, soleiðis at tær nú tykjast vera til reiðar at vinna ætl­aða meistaraheitið heim til felagið. Eftir dystin hittu vit Unu Olsen á orði, og hon ásannaði eisini, at seinasta tíðin hevur verið strævin. – Nú sær tað so út til, at vit komu ígongd.Trupulleikin í ár hevur kanska verið skipanin av kappingini. Í endaspælinum hevur verið ov lítið at spælt um, og tað hevur merkt okkum. Tá vit so hava onkran truplan dyst á skránni, hava vit kortini ikki megnað at motivera okkum nóg væl. Og hetta sæst eisini aftur. Sjálvandi vilja vit vinna, tá vit fara á vøllin, men onkursvegna vita vit jú kortini, at tað kortini ikki hevur so nógv at siga. – Men eg haldi, at hesir báðir dystirnir hava verið øðrvísi. Gejsturin og viljin at vinna vóru nakað heilt annað nú, so tað byrjar at líkjast. Vóru tit kanska eisini byrjaðar at ivast í egnari megi, undan dystinum í Vági í gjár? – Skal eg siga akkurát, sum er, so haldi eg, at vit allar sum ein smekkaðu nevan í borðið í gjár. Vit søgdu við okkum sjálvar, at nú skuldu vit stríðast alt tað, sum vit vóru mentar. Um vit so skuldu grulva av vøll­inum, so skuldi tað eisini gerast. Og so rigg­ aði alt knappliga betri. Skotini sótu, málverjarnir bjargaður, og kontraálopini riggaðu. Og nú eru so tveir ella tríggir dystir eftir at spæla. Tað verður væl við sama viljanum, sum tit sýndu í gjár og í dag? – Tað hopi eg. Um nakað, so skulu vit tá stríðast enn meira, segði Una Olsen at enda. -mørk VB-Stjørnan 22-31 (12-14) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 17(9), Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1, Mryna Zhylko 1, Monika Samuelsen Stjørnan: Alina Olaru 11(3), Una Olsen 5, Louisa Andreasen 5(2), Bára S. Klakstein 4, KAtarina Stepanov 3, Joan Midjord Djordjevic 1, Maria við Neyst 1, Durita Christoffesrsen 1 Brotskøst: VB 11, Stjørnan 7 Útvísingar: VB 2, Stjørnan 4 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr Stjørnan-VB 30-20 (16-10) Málskjúttar Stjørnan: Alina Olaru 7(2), Durita Christoffersen 5(1), Joan M. Djordjevic 5, Bára S. Klakstein 4, Katarina Stepanov 2, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 2(1), Louisa Andreasen 2, Maria við Neyst 1 VB: Daiva Toumaite 10(1), Maryna Zhylko 3, Margreth Augustinussen 3, Sára Samuelsen 1, Monika Samuelsen 1, Gurið Mortensen 1, Jóna Thorsteinsson 1 Brotskøst: Stjørnan 5, VB 1 Útvísingar: Stjørnan 1, VB 5 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen. Høvdu eins og spælararnir ein heldur róligan arbeiðsdag Stjørnan í finaluna við samanlagt 61-42 FAKTA UM DYSTIRNAR Durita Christoffersen er ein av spælarunum hjá Stjørnuni, sum hevur vunnið sær alt meira spælitíð hetta kappingarárið. Sunnudagin taldist hon millum tær heilt frægu á vøllinum Mynd: Álvur Haraldsen Máttu stríðast Spælararnir hjá Stjørnuni hava avgjørt ikki verið nøgdar um seinastu vikurnar. Men sjálvar halda tær tó, at løku avrikini eru beinleiðis úrslit av kappingarskipanini í ár Mynd: Álvur