Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 25 Formsterkasti telv­ arin í Føroyum, Helgi Dam Ziska, telvar sum ein stórmeistari í Reykjavík Open. Nú tvey umfør resta í, eru sera góðir kjansir fyri enn einum IM-normi Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Áðrenn fráferðina til Reykja­ vík, var Helgi spentur hvørt hann skuldi hitta javnaldrin Magnus Carlsen (2635) í fyrsta umfari. Tað var nevniliga góður møguleiki fyri hesum. Helgi varð tó neyvan skuffaður tá hann sá, at hann skuldi hava hvítt móti legenderiska hollendaran­um, 54 ára gamla Jan Timman (2630). Timman hevur síðani sein­ ast í 70´unum verið partur av heimselituni og enn er hann í topp 100. Í 1993 tapti hann HM-dystin hjá FIDE ímóti Anatoly Karpov. Garry Kasparov og Nigel Short telvdu somuleiðis HM-dyst sama ári, men tað gekk fyri seg uttanum FIDE. Helgi telvaði sannførandi álopsspæl og hetta órógvaði Timman somikið, at hesin í roynd og veru gavst í einari fløktari, men betri støðu stutt inni í miðspælinum. Timman var helst skelkaður av áganginum. Helgi iðraði seg nakað yvir sín seinasta leik í talvinum, tí hann hevði aðrar betri møguleikar, men framanundan hevði Helgi telvað sum ein sannur stór­ meistari. Í 2. umfari fekk Helgi uttan nakrantíð at vera í vanda ein tryggan javnleik við svørtum ímóti svenka stórmeistaranum, Ralf Åkesson (2494). Í 3. umfari mátti Helgi lúta fyri einum vælleikandi serbiskum stór­ meistara, Ivan Ivanisevic (2588). Stig móti aðrari legendu Tapið í 3. umfari steðgaði ikki Helga. GM Jaan Ehlvest (2619) úr Estlandi, ið hev­ ur umboðað sovjettiska lands­liðið, megnaði ikki at knekka unga føroyingin. Helgi, ið hevði svarta fólkið, kom undir stórt trýst, men hóraði undan og bjargaði sær, eftir eitt 4-5 tímar langt talv, javnleikin. Eftir hetta megnarúrslit, leikti Helgi javnleikir ímóti trimum altjóða meistarum. Helgi hevur tískil 3,5 stig. Í 8. umfari mánadagin hitt­ ur hann Lorin D´Costa (2386). Fremstur í Reykjavík er Gabriel Sargissian (2603) úr Armeniu við 6 stigum. Magnus Carlsen og fýra aðrir telvarar hava 5,5 stig. Helgi er sera tætt við sín næsta IM-norm. Góð rat­ingframgongd er longu tryggj­að, men Helgi vil nú iva­leyst hava sín næsta norm. Helst krevst hetta 1 stig í seinastu tveimum talv­ un­um. Sum Flóvin Tór Næs skriv­ aði í kjakrúminum talvtos á www.faroechess.com, so hevur Helgi – óansæð um hann fær norm ella ikki – prógvað hesa seinastu vik­ una, at hann ikki bara hev­ur evnini at gerast altjóða meist­ ari, men eisini, at hann kann røkka enn longur. Føroyskur danmarks­ meistari Klaksvíksgentan, Herborg Hansen og Fríða Við Streym av Oyrarbakka, hava júst luttikið í DM fyri gentur. Faðir Herborg, Klæmint Hansen, fekk ferðina í lag. Herborg gjørdi ikki mætari enn at vinna sín aldursbólk, gentur 14-15 ár. Hon kann nú kalla seg sterkasta genta í sínum aldursbólki í ríkinum. Fríða Við Streym kláraði seg heiðurligt í sínum bólki. Sólskinssøgurnar tykjast onga enda fáa í 2006: John Arni Nilssen fekk IM- heitið, Helgi bleiv norður­ landameistari, umframt at hava vunnið og leikt javnt ímóti Timman og Ehlvest, og Herborg vann DM. Sera hugaligt. Topalov reistist – Aronian vann Vinnari í Linares 2006 varð óvæntað Levon Aronian úr Armeniu. Aronian var støðugt alla kappingina frammi í oddinum og ikki fyrrenn í fjúrtanda og sein­ asta umfari, eydnaðist tað honum at verða einsa­mallur fremstur. Hann niður­spældi Peter Leko. Undan seinasta umfari var støðan rættiliga spent. Aronian, Leko, Topalov og Radjabov høvdu allir 7,5 stig. Topalov hevði eitt skiftið einans 2,5 stig av 7 møguligum, men ein øgiligur endaspurtur gav hon­um møguleikan at vinna kappingina. Topalov megn­ aði tó ikki meir enn ein javnleik móti Vallejo í sein­ asta umfari. Og tá Radjabov heldur ikki vann, so endaði Aronian fremstur. Javnir á øðrum plássi vórðu Topalov og Radjabov. Formaðurin hevði úr at gera Hóast mann er formaður, so ber eisini til at taka eina hond við á gólvinum… Mynd: Álvur Mest órógvandi elementið í seinnu hálvfinaluni mill­um Stjørnuna og VB mundi verið áhaldandi regn­ið, sum eisini gav trupul­leikar innandura. KÍ-høllin hevur leingi havt eina umvæling fyri neyðini, og nú tykist trupul­leikin nærum vera akuttur. Serliga var talan um trupulleikar fyrstu 20 minuttirnar, tá droparnir stútt og støðugt royndu at skapa tríggjar hylar á gólvinum. Formaðurin í Stjørnuni var tó ikki ráðaleysur. Hann var tøkur, hvørja ferð dómararnir heittu á eina hjálpandi hond, og tað sá ikki sørt komiskt út, tá hann fleiri ferðir var inni á Stjørnu-hálvuni og turkaði, meðan álop gekk fyri seg í hinum end­an­ um. -mørk Helgi brýtur múrin Helgi Dam Ziska er í serflokki heitasta føroyska talvnavnið í løtuni. Í kappingini í Reykjavík hevur hann tikið samlaða talvheimin á bóli Herborg Hansen, vinstrumegin, framdi eisini eitt bragd, tá hon vann DM fyri gentur í bólkinum 14-15 um vikuskiftið