Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 51 - 13. mars 2006 Seinasta umfarið í endaspælinum í Atlantic-Airways- kappingini verður púrasta týdningarleyst. Við sigrinum á StÍF syrgdi VÍF fyri, at tað verða teir, sum skulu spæla FM-finalu móti Kyndli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Endiliga eydnaðist tað!« Tað mundi vera fremsti tankin hjá vestmenningum, tá dysturin móti StÍF varð blástur av. Gaman í var talan um eitt skert StÍF-lið, sum serstakliga saknaði Alexandur Johansen. Men hóast hetta, so skerst ikki burtur, at royndirnar hjá VÍF móti júst strandingunum hava verið serstakliga vánaligar. Ikki bara í ár, har StÍF hevur vunnið fýra ferðir á VÍF. Men seinnu árini sum heild hava greitt víst sama tendensin. Ein tendensur, sum eitt nú steypafinaluni líktist einum regulerum undirlutakompleksi. Deja-vu Sama undirlutakompleks var tó ilt at síggja sunnudagin. Frá byrjan tóktist VÍF vera liðið, sum vildi meira. Teir løgdu út sum eitt óløgi, og áðrenn nakran vardi, var StÍF komin væl og virðiliga afturum. Sum so mundi talan nærum vera um okkurt slag av deja- vu hjá StÍF, sum fyri eini viku síðani var fyri júst sama slag av byrjan í dystinum móti Kyndli. Og byrjanin var ikki tað einasta, sum mundi geva strandingum kensluna av, at hetta høvdu teir longu roynt einaferð. Móti Kyndli eydnaðist teimum at vinna seg upp á 10-14 undan steðginum, fyri síðani at missa alt á gólvið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Og júst tað sama hendi eisini hesaferð. Um strandingarnir als ikki vóru klárir at fara útaftur, skulu vit lata standa ósvarað, men í øllum førum vóru vestmenningar nakað nógv meira klárir. Við góðum verju- og mál- mansspæli varð ein veruligur stórsigur grundaður, og ikki fyrr enn munurin tók skap av avsmurningi, sluppu gestirnir aftur upp í part. At teir nú høvdu ein hálvskaddan Alexandur á vøllinum, tóktist ikki muna stórvegis, og so ráddi bara um at fáa klokkuna at ganga móti teimum 30 minuttunum hjá VÍF. Nakað sum teir eisini megnaðu uttan stórvegis trupulleikar. Spenningsleyst vikuskifti Soleiðis verður seinasta umfarið, sum fyri bara tveimum vikum líktist einum sonnum gysara, fullkomuliga týdningarleyst. Einasti spenningurin, sum liggur í hesum, er, hvørt tað verða Kyndil ella VÍF, sum fáa fyrimunin av heimavølli í eini møguligari triðju FM- finalu. Hinvegin gevur tað eisini liðunum møguleika at fyrireika seg nakað undan avgerandi finaludystunum. Kanska skal onkur taktiskur variantur testast komandi vikuskifit, og kanska hevur onkur lyklaspælari tørv á hvíld, heldur enn at spæla. Tað eru í øllum førum slíkir tankar, sum venjararnir tá hava ráð til at hugsa. VÍF-StÍF 30-23 (14-10): Spenningurin er burturi Harald Bjørgvin er ein av fáu vestmenningunum, sum plagar at hava gott tak á Marian Cirloganescu. Hesa ferð fekk Harald tó einki mál, men tað vóru tað fleiri av liðfeløgunum, sum gjørdu, og so var lagið kortini gott á vestmenningum Mynd: Jens Kristian Vang VÍF-StÍF 30-23 (14-10) Málskjúttar VÍF: Áki G. Olsen 8(1), Sámal Joensen 5, John Zachariassen 5, Agnar Joensen 5(1), Ingi Olsen 3, Áki Olsen 2(2) StÍF: Leivur Justinussen 7, Sveinur Justinussen 5, Borgar Danielsen 4, Bent Djurhuus 3, Jón Rasmussen 1, Artur Johansen 1(1), Bárður Danielsen 1, Alexandur Johansen 1 Brotskøst: VÍF 8, StÍF 3 Útvísingar: VÍF 2, StÍF 2 Diskvalifikatión: StÍF 1 (Beinleiðis reytt) Dómar: Petur Skeel & Hallur Danielsen FAKTA Enn eitt dømi um stirvnu útlendingalógina fekst fríggjadagin. HB fekk staðfest, at Milan Kuljic ikki fær longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Trupulleikin hjá Milan Kuljic var neyvt tann sami, sum fyrr í ár forðaði Nenad Stankovic at koma aftur til Skála. Seiansta árið hevur hann forvunnið ov nógv frá øðrum arbeiðsgevara enn fótbóltinum. Her siga reglurnar upp á oyra, hvussu nógv kann forvinnast, og verður farið upp um hetta markið, verður innferðarloyvið ikki longt. Sum vera man, so kemur hetta illa við hjá HB. Har høvdu tey ætlað, at Milan skuldi lyfta arvin eftir Rúna Nolsøe á HB-miðvøllinum, men tann ætlanin verður nú av ongum. – Sjálvandi kennist hetta eitt sindur snópisligt, staðfestir stjórin í P/ F Havnar fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein. – Hinvegin, so hava vit kanska vant okkum við tankan, tí vit kendu jú útfallið av málinum hjá Skála. So vildu vit garderað okkum við at fáa fatur á nýggjum spælara, høvdu vit nokk langt síðani handlað. Tað hevur HB tó ikki gjørt, og sambært stjóranum er hetta eisini væl gjøgnumhugsað. – Vit halda í øllum førum, at vit hava nógvar góðar ungar spælarar, og so verður tað upp til hesar at taka kjansins. Missurin av Milan merkir kanska, at vit ikki eru heilt so sterkir á pappírinum, sum vit annars vildu verið, men so má onkur annar sleppa at bera favoritt-leiklutin hesaferð, ljóðar tað hóast alt við einum smíli at enda. Tað eydnaðist HB at fáa Kuljic í HB-búnan, áðrenn hann fór av landinum. Men hetta var helst seinasta ferðin, at so varð Kuljic slapp ikki til HB v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kyndil 9 6 - 1 - 2 512 449 63 21 2 VÍF 9 7 - 1 - 1 526 487 39 21 3 H71 8 4 - 0 - 4 473 420 53 16 4 StÍF 9 5 - 0 - 4 475 478 -3 16 5 KÍF 9 3 - 0 - 6 468 504 -36 8 6 Neistin 8 0 - 0 - 8 455 571 -116 1