Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 27 Ein sera spennandi formel 1 koyring í Bahrain endaði við at heimsmeistarin Alonso fekk sigurin, beint frammanfyri Michael Schumacher Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrsta formel 1 koyringin í ár varð hildin í Bahrain sunnudagin, og hetta gjørdist ein sera spennandi koyring við góðum nærdystum millum oddafiskarnar. Men tá maðurin veittraði við ternutta flagginum var tað heimsmeistarin Fernando Alonso í Renault, ið fekk sigurin hálvt annað sekund framman fyri sjeyfalda heimsmeistarin Michael Schumacher í Ferrari Schumacher byrjaði í fyrstu byrjunarstøðu beint framman fyri liðfelagan Felipe Massa og Jenson Button í BAR-Honda í triðju støðu. Schumacher kom fyrstur inn í fyrsta sving, hetta hóast Massa stríddist við at koma framvið honum. Alonso, ið byrjaði í fjóru støðu slapp framvið Button í sjálvari byrjanini, og bert fá sving seinni, var hann eisini farin framvið Felipe Massa. Á 8. umfarið royndi Massa at bremsa seint, og soleiðis sleppa framvið Alonso, men hann misti tamarhald á bilinum, og var líka við at renna saman við Alonso. Dekkini hjá Massa vóru oyðiløgd, og hann misti nógva tíð við at koma aftur á breytina. Hann fór beint í pitt, men tað eini hjólið sat fast, og tí var hann verandi í 50 sekund innið í pittinum, hann kom ongantíð veruliga fyri seg aftur og endaði á einum 9. plássi. Ferrari bilurin hjá Michael Schumacher lá á odda inntil seinna pitstoppið, tá ungi spaniumaðurin Alonso í fór framvið honum. Michael Schumacher lá í hølunum á Alonso seinastu umførini, men megnaði ikki at sleppa framvið honum aftur. Kimi Räikkönen í McLaren Mercedes fekk onga tíð í tíðarkoyringini leygardagin, tí upphangi til bakhjólini á bilinum brotnaði. Tí byrjaði hann aftastur í koyringini. Men við fullum bensintanga megnaði hann at bert at hava ein pittsteðg, í mun til tveir, ið allir hinir høvdu. Við frálíkari koyring megnaði hann at tryggja sær triðja plássið. Jenson Button koyrdi ein góða koyring og var í tøttum nærdystum við m.a. liðfelagan Rubens Barrichello og Juan Pablo Montoya í McLaren Mer- cedes. Samanlagt gjørdist tað tó ikki betur enn eitt fjóra pláss. Men vónirnar fyri restina av kappingarárinum tykjast bjartar fyri unga bretan. Koyringinvar merkt av nógvum góðum nærdystum, og hetta var gott undirhald. KÍ vann Klaksvíkarkappingina Í illveðrinum sunnudagin spældu B36 og KÍ eina hampuliga undirhaldandi finalu, sum tó endaði við málleysum javnleiki. Tí máttu brotsspørk til, áðrenn endaligi vinnarin varð funnin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um vikuskiftið var ársins útgáva av Klaksvíkar- kappingini spæld. Ein kapping, sum nú hevur hampuliga nógv ár á baki, og sum meira ella minni markerar, at nú standa teir veruliga týðandi dystirnir skjótt fyri framman. Luttakararnir í kappingini eru vertirnir úr KÍ, umframt tey trý liðini, sum endaðu ovast á stigatalvuni í fjør, tá plaseringin hjá KÍ er undantikin. Lutakastið lagaði tað so, at grannarnir í Havn, B36 og HB, hittust í aðrari hálvfinaluni, meðan Skála og KÍ dystaðust í hinari hálvfinaluni. Bæði B36 og KÍ vunnu sínar dystir 1-0, og so var klárt til finaluna sunnudagin. Líkindini at spæla vóru avgjørt ikki av teimum bestu, men liðini bæði royndu tó at sýna hampuligt fótbóltsspæl. Fyrstu løtuna var tað KÍ, sum var væl vandamiklari, men so við og við fekk B36 tak um dystin. Og til tíðir gjørdist talan um veruligt trýst, tá B36 eftir steðgin hevði vindin undan. Mál komu tó ikki, og so mátti kappingin avgerast úr 11 metrum. Her vóru tað teir á heimaliðnum, sum vóru kaldari, og við einum 4-3 sigri fingu teir soleiðis enn einaferð fatur á steypinum fyri kappingina. Dystin um triða plássið spældu HB og Skála í Havn. Her eydnaðist Skála at vinna dystin við 3-2. Hóast veðrið ikki legði upp til nakað stórvegis fótbóltsspæl, so gjørdist talan um hampuliga undirhaldandi finaludyst Mynd: Álvur Úrslit í Bahrain 1 Fernando Alonso Renault 10 2 Michael Schumacher Ferrari 8 3 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 6 4 Jenson Button Honda 5 5 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 4 6 Mark Webber Williams-Cosworth 3 7 Nico Rosberg Williams-Cosworth 2 8 Christian Klien RBR-Ferrari 1 9 Felipe Massa Ferrari 10 David Coulthard RBR-Ferrari 11 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 12 Nick Heidfeld Sauber-BMW 13 Scott Speed STR-Cosworth 14 Ralf Schumacher Toyota 15 Rubens Barrichello Honda 16 Jarno Trulli Toyota 17 Tiago Monteiro MF1-Toyota 18 Takuma Sato Super Aguri-Honda - Jacques Villeneuve Sauber-BMW - Christijan Albers MF1-Toyota - Yuji Ide Super Aguri-Honda - Giancarlo Fisichella Renault HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso 10 2 Michael Schumacher 8 3 Kimi Räikkönen 6 4 Jenson Button 5 5 Juan Pablo Montoya 4 6 Mark Webber 3 7 Nico Rosberg 2 8 Christian Klien 1 HM fyri lið 1 Renault 10 - McLaren-Mercedes 10 3 Ferrari 8 4 Honda 5 - Williams-Cosworth 5 6 Red Bull Racing Ferrari 1 Alonso sigraði í Bahrain Við Michael Schumacher beint í hølunum kom Fernando Alonso fyrstur um málstrikuna í Bahrain Mynd: Reuters At døma eftir fyr- stu koyringini í hesum formel 1 kappingarárinum, so verður sera tøtt kapping í oddinum. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrsta formel 1 koyringin vísti tað, ið øll væntaðu, áðrenn kappingarárið byrjaði. Fýra lið eru við í stríðnum um heims- meistaraheitið. Renault, Ferrari, McLaren og Honda hava øll bilar, ið fara at berjast um ovastu plássini í heimsmeistaraheitinum Kappingin var tøtt, og tað er ikki lætt at meta um favorittar. Michael Schumacher og Fernando Alonso tyktust sera javnir alla koyringina. Schumacher byrjaði fremstur og Alonso endaði fremstur, men alla tíðina lá tann eini í hølunum á hinum. Juan Pablo Montoya í McLaren- Mercedes megnaði ikki heilt at avbjóða teimum, men liðfelagin Kimi Räikkönen koyrdi framúr væl og fekk triðja pláss. Hetta boðar frá einum sterkum McLaren Mercedes. Jenson Button í Honda fekk eina ringa byrjan og kom aftan á pittsteðgirnar út aftan fyri truplum kappingarneytum. Tí fór so nógv tíð við at berjast um 3. og 4. plássið, at hann slapp ikki veruliga upp at avbjóða hinar. Men bilurin tyktist nóg skjótur. Sermerkt var, at liðið við størstu kostnaðarætlanini í formel 1 Toyota alla koyrigina lá og bardist um aftastu plássini. Toyota var uttan iva størsta vónbrotið í Bahrain, koyrarnir fingu bert 14. og 17. bestu tíðina í tíðarkoyringini leygardagin, og nógv reyð oyru munnu vera á Toyotaverksmiðjuni í dag. Tí í sjálvari koyringini var úrslitið líka pínligt, Ralf Schumacher og Jarno Trulli endaðu á 14. og 16. plássi. Jaligasta uppliving gjørdist uttan iva Williams- Cosworth, við Mark Webber á 6. plássi og Nico Rosberg á 7. plássi í síni fyrstu formel 1 koyring. Eingin hevði væntað nógv av liðnum í ár, so hetta úrslit er sera sannførandi. Hetta verður eitt spennandi kappingarár