mánadagur 13. mars 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 51 - 13. mars 2006
Kvinnurnar hjá Drátti
vunnu um vikuskiftið
3-0 á nærmasta
kappingarneytanum
í meistaradeildini
í flogbólti. Liðið úr
Vágum staðfesti
harvið sína støðu
sum landsins besta
kvinnulið
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í gjár spældu tey bæði fremstu
liðini í meistaradeildini hjá
kvinnum ímóti hvørjum
øðrum. Dráttur hevur ligið
á odda alt kappingarárið,
meðan steypavinnararnir úr
TB seinastu vikurnar hava
gjørt sítt ítarsta fyri at fáa
Drátt aftur.
Hetta eydnaðist ikki. Og um
vikuskiftið staðfesti Dráttur
sína støðu sum landsins
besta kvinnulið í flogbólti.
TB var á vitjan í Vágum, og
hóast tað undan dystinum
var greitt, at TB fór ikki at
fáa Drátt aftur í kappingini
um FM, so vildi liðið úr
Vágum gera greitt, at tær
hava vunnið gull og eru
besta liðið.
Hetta eydnaðist eisini,
tí Dráttur vann dystin 3-
0. Settini vóru tøtt og
spennandi, men hvørjaferð
var tað meistaraliðið, sum
hevði munin og vann 25-
23.
Liðið hjá Drátti hevur
verið rættiliga støðugt alt
kappingarárið, og hóast
tær kiksaðu eitt sindur í
steypakappingini, tí har
vunnu tær seg ikki fram
í finaluna, so hava tær í
landskappingini veriða greitt
tað besta liðið.
Tveir tryggir sigrar
Tveir aðrir dystir vóru
í
meistaradeildini
hjá
kvinnum um vikuskiftið, og
báðir endaðu við tryggum
sigrum. Í Vágum spældu SÍ
og KÍF, og her vann SÍ 3-
0 við settúrslitunum 25-23,
25-15 og 25-17.
Í Klaksvík skuldi Mjølnir
gera eina seinastu roynd at
sleppa av aftasta plássið, tá
ið ÍF vitjaði, men kvinnurnar
úr Klaksvík megnaðu bert
at vinna eitt sett, og so vann
ÍF dystin 3-1. Settúrslitni
vóru 15-25, 24-26, 25-22
og 14-25.
Harvið er tað avgjørt,
at Dráttur vinnur FM, og
at Mjølnir endar aftast í
deildini.
Mjølnir tryggjaði sær
silvur, og ÍF misti
møguleikan fyri
bronsu, tá ið Mjølnir
vann 3-2 á ÍF í KÍ-
høllini í gjárkvøldið
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu avgerðirnar í
toppinum í meistaradeildini
hjá monnum fullu í gjár-
kvøldið. Dysturin ímillum
Mjølnir og ÍF var avgerandi
fyri, hvørji lið skuldu
hava møguleikan at vinna
silvur og bronsu í seinasta
umfarinum, sum verður um
vikuskiftið.
Kravið hjá ÍF var, at liðið
vann á Mjølnir, tí so høvdu
fuglfirðingar møguleikan
at vinna bronsu, meðan teir
góvu SÍ enn ein møguleika at
fáa Mjølnir aftur í kappingini
um silvurið.
Men tað endaði við, at
Mjølnir vann tann javna
og spennandi dystin við
settmuninum 3-2. Dysturin
í KÍ-høllini gjørdist drúgvur
og spennandi, men tá ið hann
varð liðugur, var tað greitt, at
Mjølnir hevur vunnið silvur
og SÍ hevur vunnið bronsu.
Hetta kunnu dystirnir
í seinasta umfari um
vikuskiftið ikki broyta.
Tað stendur eisini fast,
at Nøvan, sum einki sett
hevur vunnið í hesum
kappingarárinum, endar
niðast í meistaradeildini.
Bestu kvinnuliðini
hjá Mjølni og Fleyr
skulu spæla um,
hvat av feløgunum
skal spæla í
meistaradeildini
næsta kappingarár
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað vóru dagar, tá ið
Mjølnir og Fleyr kappaðust
um føroyameitaraheiti í
kvinnuflogbólti. Í ár er
støðan ein onnur. Fleyr
spælir í næstbestu deildini,
og Mjølnir liggur aftast í
meistaradeildini.
Reglarnar siga, at eingin
beinleiðis
niðurflyting
er, men aftasta liðið í
meistaradeildini skal spæla
uppflytingardyst ímóti besta
liðnum í 1. deild, og hesin
dysturin verður í ár ímillum
Mjølnir og Fleyr.
Mjølnir var rættiliga við í
toppinum í kvinnuflogbólti
í fjør, men Klaksvíksfelagið
er við at byggja eitt nýtt lið
upp við ungum spælarum
úr felagnum, og hetta tekur
nakað av tíð.
Avgerandi dysturin um,
hvørt tað verður Mjølnir, sum
yvirlivir í meistaradeildini,
ella um tað verður Fleyr,
sum skal flyta upp, verður í
ítróttarhøllini á Kambsdali
týskvøldið 21. mars kl.
19.45
Dráttur seta tjúkka striku
undir føroyameitaraheitið
Mjølnir og Fleyr spæla um uppflyting
Mjølnir skuldi stríðast fyri sigrinum
Kvinnurnar hjá Drátti gjørdu í gjár øllum púra greitt, at tær
hava besta kvinnuliðið í flogbólti í hesum kappingarárinum
Meistaradeild menn
D
V-T
Sett
Stig
1. Fleyr
15
13-2
41-15
19
2. Mjølnir
15
10-5
36-19
16
3. SÍ
15
9-6
33-23
12
4. ÍF
15
6-9
26-31
9
5. Nøvan
16
0-16
0-48
0
Meistaradeild kvinnur
D
V-T
Sett
Stig
1. Dráttur
19
17-2
54-22
24
2. TB
19
11-8
40-27
18
3. ÍF
19
11-8
43-32
16
4. SÍ
19
11-8
40-34
15
5. KÍF
19
4-15
20-50
7
6. Mjønir
19
3-16
19-51
4