Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 Sosialurin Súni spældi seinasta korterið Gotumaðurin var settur á vollin eitt korter fyri leiklok, tá AaB leikti javnt 2-2 ímóti AC Horsens í superliguni í gjár FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Súni Olsen spældi seinasta korterið av dystinum ímóti AC Horsens í gjár Javnleikur á heimavolli ímóti Horsens er óivað eitt vónbrot hjá aalborgensarum, men tað kundi verið verri, tí fimm minuttir fyri leiklok kom útiliðið framum. AaB javnaði tó við brotssparki, tá tveir minuttir vóru eftir at leika. Norðmaðurin Fredrik Winsnes legði Aab framum stutt fyri steðgin, og tað var líkt til, at Aab fór at koyra sigurin heim. Men í seinna hálvleiki javnaði Besart Berisha fyrst fyri Horsens, og síðani legði hann eisini útiliðið framum. Aab bjarg- aði tó tí eina stiginum, tá Rasmus Wirtz skoraði frá brotssparksblettinum. Súni Olsen varð skiftur inn fyri áleyparan Simon Bræmer, tá eitt korter var eftir, og Súni leikti á mið- völlinum tað, ið eftir var av dystinum. Jón Rói Jacobsen sat á bonkinum allan dystin, og Johan Byrial var ikki við á Horsens liðnum. Vunnu uttan Claus Claus Bech Jørgensen var ikki við í hópinum, tá Coventry um vikuskiftið enn einaferð streyk avstað við trimum stigum. Hesa ferð var talan um dyst móti Sheffield United, sum er næst ovasta liðið á stigatalvuni í enska Championship. Longu eftir fimm minuttum hevði Coventry lagt seg á odda, og tá teir eftir hálvum tíma oktu um leiðsluna, tótkist sigurin greiður. Tað eydnaðist eisini at halda fast um leiðsluna til dystar- enda, og nú tykist tilveran av álvara vera spennandi hjá Claus og teimum. Eftir eina sera laka byrjan, har liðið leingi í niðurflytingarvanda, men seinastu mánaðirnar hevur kurvan peiggjað beint uppeftir. Enn eru tó sjey stig upp til play-off plássini, so nakra veruliga von um uppflyting munnu spælararnir ikki hava fingið enn. -mork Úrslit Danska SAS-ligan Brondby-FCK OB-FCN Viborg-Silkeborg Esbjerg-FCM Aab-AC Horsens AGF-SgnderjyskE Premier League Blackburn-Aston Villa Everton-Fulham Portsmouth-Manchester City Sunderland-Wigan Bolton-West Ham Chelsea-Tottenham Birmingham-WBA Arsenal-Liverpool Charlton-Middlesbrough Manchester Utd-Newcastle NNN3NBDBØONWN ' ske Itróttarsosialurin — vit eru har tað hendir 29 Arnold gevst í KÍ Ein av fostu spælarunum á besta liðnum hjá KI nógvu seinastu árini hevur valt at gevast í felagnum, men hann er sinnaður at halda fram í ødrum felag , Arnold Joensen og KI eru komin ásamt um, at seinasta árið av sáttmálanum millum partarnar skal strikast. Arnold sigur seg ikki hava hug at ganga undir treytirnar á besta liðnum hjá KI, og ti steðga partarnir við samstarvinum. — Vit hava gjort eina semju um, at sáttmálin verður annuleraður. Eg havi framvegis hug at spæla fótbólt, og tað er íkki óhugsandi, at eg haldi fram í onkrum ðrum felag, sigur 31 ára gamli Arnold Joensen. Hann kom á besta liðið hjá KI sum 16 ára gamal og hevur spælt 1. deildar- fótbólt all árini síðani. Eitt skifti var hann í B68, men fyri tað mesta hevur hann spælt við Kl. -mork Hollendingur í B68 Sunnudagin kom Ralph van Dorren til Toftir, har hann ætlandi skal styrkja um miðvollin í ár A heimasíðuni sigur Bó8, at talan er um mið- vallara við sterkum verju- dygdum. 24 ára gamli van Dorren er ætllaður úr Maa- stricht. Hann hevur eisni spælt við felagnum, sum ber býarnavnið, eins og hann hevur spælt við FC Eindhoven í næst bestu hollendsku deildini. Til stuttleikar kann nevnast, at hetta er fyrsti hollendingurin, sum er í foroyskum fótbólti, síðani HB á sinni gjordi sáttmála við Abraham Mendez. Tann sogan gjordist tó ikki nakað eydnusamt ævintýr, men vónandi hava toftamenn betri vónir um van Dorren. -mork Útreinsan í Liverpool Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, hevur ætl- anir um eina útreinsan av álopsleikarum í summar Málturkurin hjá Liver- pool er nú vorðin so álvarsamur, at venjarin hevur mist tolið við sínum álopsleikarum. Benitez ásannar, at ein radikal broyt- ing er neyðug. um liðið skal standa seg í heimligu og evropeisku kappingini. — Um áleypararnir ikki skjótt fara at skjóta nøkur mál, verði eg noyddur at hyggja eftir oðrum loysnum, sigur Benitez, ið fegin vil hava ein áleypara, ið kann skjóta eini 15-20 mál hvort kappingarár. Tað er eingin loyna, at áleypararnir hjá Liverpool hava torfort við at finna net- meskarnar. Teir fýra áleyp- ararnir (Crouch, Morientes, Cissé og Fowler) hava bert skotið EITT mál í hesum árinum. Tað er íkki beinleiðis eitt álop, ið fær verjuleikarar at rista í brókunum. Ovast á ynskilistanum hjá Benitez stendur David Villa, ið spælir við Valencia. Síðani hevur Benitez óivað eyguni við Fernando Tor- res hjá Atletico Madrid. Michael Owen er eisini ein leikari, ið ofta verður settur í samband við Liverpool, men Newcastle fer neyvan at lata áleyparan fara lættliga. SíS Farin at leita eftir nýggjum venjara Enska fótbóltssambandið váttar nú, at leitingin eftir nýggjum enskum lands- liðsvenjara er byrjað. Tað váttaði sambandið fyri Sky News í gjárkvoldið, eftir at formaðurin Brian Barwick, var sæddur í sam- rødu við Charlton venjaran Alan Curbishley. Umboð fyri enska fót- bóltssambandi sigur við Sky, at ætlanin er at hava samroður við nógv ymisk fótbóltskan um starvið, eisini venjarar, sum kunnu hugsast at fáa tilboðið. Ætlanin er heilt avgjort at seta nýggja venjaran, áðr- enn HM í summar. Og nú nýggjur landsliðs- venjari skal setast, er júst Alan Curbishly ein, sum hevur verið nevndur, sum ein ið hevur ein möguleika at taka við eftir Sven Goran Eriksson Men aðrir, sum hava verið nevndir, eru Martin O Neill, Sam Allardyce og Stuart Pearce. . -Aki