mánadagur 13. mars 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 51 - 13. mars 2006
Fýra feløg stríðast
í løtuni um fjórða
og seinasta plássið í
Champions League
komandi kappingar
ár, og tað sær út til at
gerast ein dystur til
seinasta blóðsdropa.
Arsenal styrkti um
vikuskiftið sína
støðu í stríðnum við
arvafíggindarnar
úr Tottenham, men
Bolton og Blackburn
liggja og lúra beint
aftanfyri
Premier League
Stefan í Skorini
Nú meistaraheitið so at siga
er avgjørt, eru øll eygu vend
ímóti dystinum um plássini í
Champions League, og tað er
líkt til, at hesin dystur kann
gerast sera spennandi móti
endanum av kappingini. Í
løtuni er tað Tottenham, ið
situr á fjórða plássinum, men
trý lið eru beint í hølunum,
og kappingin harðnar í
hvørjum.
Tottenham var leygardagin
á vitjan hjá Chelsea á Stam
ford Bridge. Hetta gjørdist
ein sera tættur dystur, men
sum ikki einaferð var tað
Chelsea, ið fór við øllum, tá
avtornaði.
Michael Essien legði
heimaliðið framum tíðliga
í dystinum, tá hann skoraði
sítt fyrsta mál fyri Chelsea.
Men beint undan steðginum
javnaði Jermain Jenas fyri
Tottenham. Henda støða helt
sær eisini næstan til síðsta
bríksl, men verjuleikarin Willi
am Gallas hevði aðrar ætlanir.
Gallas hevði leitað sær fram
av vinstra bakki, tá hann
dróg inneftir úr vinstru og
langaði bóltin upp í handara
horn. Hetta gjørdist eisini
sigursmálið, og Chelsea er
harvið eitt fet nærri meistara
heitinum, sum óivað aftur í ár
endar á Stamford Bridge.
Henry søkti Liverpool
Á Highbury møttust Arsenal
og Liverpool. Bæði liðini
høvdu tørv á einum sigri.
Arsenal roynir at seta ein
endaspurt í verk fyri at náa
fjórðaplássinum, meðan
Liverpool roynir at fanga
Manchester United á øðrum
plássi.
Tað gjørdist Arsenal, ið fór
við sigrinum eftir eitt grovt
mistak frá Steven Gerrard,
ið spældi mótstøðumannin
Thierry Henry púra leysan,
soleiðis at hann lættliga
kundi skora sigursmálið til
2-1.
Henry hevði annars lagt
Arsenal framum miðskeiðis
í fyrra hálvleiki, og tað var
eisini Arsenal, ið átti yvir
takið. Men eitt korter fyri
leiklok javnaði Luis Garcia,
tá Lehmann ikki megnaði at
halda einum skoti frá Ger
rard.
Síðani fekk Xabi Alonso
tvey gul kort innanfyri seks
minuttir, og hann varð tískil
rikin av vølli. Tveir minuttir
eftir útvísingina fekk Liverpool
mønustingin, tá Gerrard gav
Henry ein møguleika at skora,
og fransmaðurin takkaði fyri
og sendi Liverpool heimaftur
við ongum.
Hetta var ein týdningar
mikil sigur hjá Arsenal,
ið nú av álvara kann hótta
Tottenham í dystinum um
fjórða plássið. Bert tvey stig
eru nú millum Tottenham og
Arsenal.
Munurin millum Liverpool
og Manchester United øktist
aftur hetta vikuskiftið, og
Liverpool skal nú ansa sær,
at teir ikki spæla sær av við
triðja plássið.
Bolton sum outsidari
Ein vandamikil outsidari
til tað fjórða og seinasta
Champions League plássið
er Bolton. Liðið hevur
leikt tveir dystir færri enn
kappingarneytarnir, og um
teir fáa fulla úrtøku burturúr
hesum dystunum liggja teir
brádliga á fjórða plássið.
Bolton hevur fyri fyrstu
ferð í søgu felagsins luttikið
í evropeiskum kappingum í
hesum kappingarárinum,
men Marseille vísti seg sum
stinnara liðið, tá hesi bæði
liðini møttust fyri stuttum,
og harvið fekk luttøkan hjá
Bolton ein enda.
Líkt er tó til, at Bolton
hevur fingið blóð á tonna, tí
tað fyrrverandi elevator-liðið
er aftur í ár við í kappingini
um plássini í Evropa. Bolton
vann leygardagin heili 4-1 á
West Ham, ið eisini var við
í kappingini um eitt pláss í
Evropa, men uppflytararnir
hava helst spilt sín møguleika
á hesum sinni.
Kollveltingin í
Blackburn
Tað eru nøkur ár síðani, at
Blackburn seinast luttók í
evropeiskum kappingum,
men í ár hevur Mark Hughes
ført liðið upp í ovaru helvt
av stigatalvuni, har tað er
stuttligt at vera.
Hetta vikuskiftið vann Black
burn 2-0 á heimavølli ímóti
Aston Villa. Andy Todd og
Craig Bellamy skoraði málini
hjá Blackburn, ið hevur verið
serliga sterkt á heimavølli í
ár. Blackburn liggur í løtuni
á sætta plássið, bert eitt stig
aftanfyri Arsenal.
Venjarin Mark Hughes
hevur veruliga funnið eina
góða blanding av leikarum
á Ewood Park, og tað sæst
eisini aftur á stigatalvuni,
har Blackburn nú av álvara
dyrgir eftir einum plássi
í Champions League ella
UEFA Cup, sum fimtapláss
gevur atgongd til.
Danska Sas-ligan
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 FCK (M)
21 15 - 4 - 2
40
16
24
49
2 Brøndby (S)
21 15 - 3 - 3
43
17
26
48
3 Viborg
21 11 - 4 - 6
40
27
13
37
4 OB
21 10 - 5 - 6
32
22
10
35
5 AaB
21
7 - 7 - 7
30
27
3
28
6 Esbjerg
21
7 - 5 - 9
28
30
-2
26
7 FC Nordsj.
21
6 - 7 - 8
29
29
0
25
8 Silkeborg
21
6 - 5 - 10
20
34
-14
23
9 FCM
21
5 - 6 - 10
27
41
-14
21
10 AC Horsens 21
3 - 11 - 7
16
28
-12
20
11 AGF
21
3 - 8 - 10
28
42
-14
17
12 SønderjyskE 21
3 - 5 - 13
27
47
-20
14
Føroyskir leikarar: Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Súni
Olsen og Jón Rói Jacobsen (Aab)
Enska Premier League
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 Chelsea
29 24 - 3 - 2
58
18
40
75
2 Man. Utd.
28 18 - 6 - 4
56
28
28
60
3 Liverpool
29 16 - 7 - 6
34
19
15
55
4 Tottenham
29 13 - 10 - 6
41
28
13
49
5 Arsenal
29 14 - 5 - 10
45
23
22
47
6 Blackburn
29 14 - 4 - 11
38
34
4
46
7 Bolton
27 12 - 9 - 6
37
28
9
45
8 Wigan
29 13 - 4 - 12
34
36
-2
43
9 West Ham
28 12 - 6 - 10
42
40
2
42
10 Man. City
29 12 - 4 - 13
39
34
5
40
11 Everton
29 12 - 4 - 13
24
37
-13
40
12 Newcastle
29 11 - 6 - 12
29
32
-3
39
13 Charlton
29 11 - 6 - 12
34
38
-4
39
14 Aston Villa
29
8 - 10 - 11
33
37
-4
34
15 Middlesbr.
28
9 - 7 - 12
37
46
-9
34
16 Fulham
29
9 - 5 - 15
38
46
-8
32
17 WBA
29
7 - 6 - 16
26
43
-17
27
18 Birmingham 28
6 - 6 - 16
23
39
-16
24
19 Portsmouth
29
5 - 6 - 18
20
49
-29
21
20 Sunderland
29
2 - 4 - 23
19
52
-33
10
Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham)
Enska League Championship
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1 Reading
38 27 - 9 - 2
80
24
56
90
2 Sheff Utd.
38 22 - 9 - 7
64
39
25
75
3 Leeds
37 20 - 10 - 7
53
31
22
70
4 Watford
38 19 - 12 - 7
67
43
24
69
5 Crystal Palace 36 17 - 9 - 10
53
36
17
60
6 Wolverhampt. 38 14 - 16 - 8
42
30
12
58
7 Preston
36 13 - 18 - 5
45
25
20
57
8 Cardiff
38 15 - 10 - 13
51
45
6
55
9 Coventry
38 13 - 12 - 13
51
54
-3
51
10 Ipswich
37 13 - 12 - 12
43
49
-6
51
11 Norwich
38 14 - 8 - 16
47
54
-7
50
12 Luton
38 14 - 6 - 18
57
60
-3
48
13 Plymouth
38 11 - 14 - 13
33
40
-7
47
14 QPR
37 12 - 11 - 14
42
51
-9
47
15 Stoke
36 13 - 5 - 18
38
50
-12
44
16 Leicester
38 10 - 13 - 15
43
51
-8
43
17 Burnley
37 12 - 7 - 18
41
50
-9
43
18 Southampton 37
8 - 18 - 11
35
38
-3
42
19 Derby
38
8 - 18 - 12
48
54
-6
42
20 Hull
38 10 - 11 - 17
42
49
-7
41
21 Sheff Wed
38
8 - 11 - 19
28
48
-20
35
22 Millwall
38
6 - 15 - 17
29
51
-22
33
23 Brighton
38
5 - 15 - 18
32
58
-26
30
24 Crewe
37
5 - 13 - 19
42
76
-34
28
Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry)
Stríðið um meistaradeildina harðnar
Young-Pyo Lee hjá Tottenham
iðrar seg eftir 2-1 tapið
móti Chelsea. Bæði hann
og liðfelagarnir kunnu tó
framvegis troysta seg við,
at liðið enn liggur á fjórða
plássinum, sum gevur
atgongd til Champions
League milliónirnar
Mynd: Reuters