Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 52 - 14. mars 2006 Vi søger 100 studerende til skibsoffi cers-uddannelsen. Studiestart 31. juli. 2006 Vi holder optagelsesprøve den 3. maj i Thorshavn. Du har mod på en uddannelse, hvor du bruger både hoved og hænder, og som kan give adgang til et vellønnet job med alsidige karrieremuligheder. Du tænder på teknik, og du kan fastholde overblik såvel som fokus på detaljen. Du vil hurtigt få ansvar og mulighed for at prøve kræfter med dit fremtidige job i en af verdens største handelsfl åder. Bestil informationsmateriale og ansøgningsskema på maersk-skibsoffi cer.dk, hvor du også kan ansøge online, og læse mere om uddannelsen og jobbet. Kommer du ud fra din ansøgning i betragtning, modtager du her- efter en personlig indkaldelse til en optagelsesprøve. Du kan også ringe til os på +45 3398 7000. Kontakt os allerede i dag! FISKIVINNUSKÚLI Fiskivinnuskúlin í Vest- manna er kendur fyri góðu úrslitini í European Busi- ness Game (EBG) kapp- ingini. Næmingar á skúla- num hava tvær ferðir vunn- ið endaligu kappingina, har miðnámsskúlar úr øllum Evropa hava luttikið. Men næmingarnir klára seg eisini sera væl eftir, at teir hava lokið prógv á Fiski- vinnuskúlanum. Somu næmingar lata eisini sera væl at útbúgvingini teir hava fingið á Fiskivinnu- skúlanum. Poul Arni Jacobsen tók HIF prógv í 2005 Poul Arni Jacobsen hevur verið næmingur á Fiski- vinnuskúlanum í trý ár, hann tók HIF prógv síðsta summar (2005). Hann sig- ur, at hann er sera væl nøgdur við útbúgvingina á Fiskivinnuskúlanum. Hann nevnir, at onkur kanska heldur, at undirvís- ingin á skúlanum er av- markað til fisk og fiski- vinnu, men tað er ikki rætt. Útbúgvingin gevur nógvar møguleikar. Í heyst søkti hann og fekk starv hjá grannskoðaravirkinum KPMG í Havn. Men nú hevur hann gjørt av at royna seg í egnum virki. Hann hevur saman við tveimum vinmonnum keypt fyritøkuna, sum rek- ur Eclipse, Café Natúr og REX. Tað verður ein spennandi avbjóðing, sum hann gleðir seg til at fara undir, hóast hann bert er 20 ára gamal. Poul Arni byrjar í nýggja stjórastarvinum 1. apríl. Hanna Skorastein lærir til sjúkrasystir Hanna Skorastein tók HIF prógv á Fiskivinnuskúla- num í 2002. Fyri tveimum árum síð- ani fór hon at læra til sjúkr- arøktarfrøðing á Sjúkra- røktarfrøðiskúla Føroya. Fyri at sleppa í hesa læru krevst miðnámsútbúgving, sum hon tók á Fiskivinnu- skúlanum í 2002. Hanna sigur, at fleiri av lærugreinunum, sum hon hevði á Fiskivinnuskúla- num, eru komnar henni til góðar, nú hon lærir til sjúkrarøktarfrøðing. Í hes- um sambandi nevnir hon alis- og evnafrøði, stødd- frøði, lívfrøði og smáveru- lívfrøði. Somuleiðis sigur hon, at á Fiskivinnuskúlanum verður nógv arbeitt við verkætlanum, og tað er eis- ini komið henni til góðar á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum Sjúrður Hammer lesur lívfrøði Sjúrður Hammer tók HIF- prógv á sumri 2002 og byrjaði at lesa lívfrøði á universiteti í Aberdeen árið eftir. Sjúrður letur væl at lestr- inum og lestrarumhvørvi- num. Hann sigur, at við próvnum frá Fiskivinnu- skúlanum er hann fakliga væl fyri samanborið við tey lesandi, sum hann lesur lív- frøði saman við. Hann greiðir frá, at stud- entar úr øðrum londum, ("international students") hava rættuliga góðar sømd- ir. M. a. nevnir hann, at tey lesandi hava eitt slag av bú- staðartrygging. Henda skipan tryggjar øllum stud- entum bústað fyrsta lestr- arárið, og tað kemur sera væl við ikki at hava henda trupulleika at dragast við, tá man byrjar eina útbúgv- ing í einum fremmandum landi. Fiskivinnuskúlin hevur góð úrslit at vísa á Poul Arni, Hanna og Sjúrður eru næmingar av Fiskivinniskúlanum