Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 14. mars 2006  – Starvsmannafelagið fer ikki aftur í ár at góðtaka eina ógvuliga avmarkaða lønarhækking, akkurát, sum vit gjørdu seinast fyri frið skyld, sigur Gunnleivur Dalsgarð Lønar- sam­ráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit hava bjartar vónir at um at fáa góðar lønarsáttmálar í ár. Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hjá Starvsmannafel­agn­ um fer árið í ár í stóran mun at vera merkt av sáttmálasamráðingum. Tá ið samráðingar vóru í fjør, góðtók Starvs­ mannafelagið eina av­markaða lønarhækking upp á 0,9% Upprunaliga tvíhelt lands­stýrið um, at ongin lønarhækking skuldi vera yvirhøvur, tí tað toldi búskapurin ikki við tað, at stígur var komin í – Vit tóku hann uppá orðið, og góðtóku eina ógvuliga avmarkaða lønarhækking fyri at fáa frið á arebeiðsmarknaðinum í einu roynd at fáa samfelagið at fóta sær aftur, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. – Men tað verður ikki aftur í ár, staðfestir hann í sama andadrátti. Hann vísir á, at sigur, at tey gleðiligu tíðindi eru almannakunngjørd seinastu tíðina, at nú vend komin í búskapin, so at tað aftur er farið at ganga fram á. – Oljuvinnan hevur bjørt útlit og fiskaprísirnir á veg uppeftir. Alivinnan er um at fóta sær aftur og onnur jalig viðurskifti eru eisini at hóma, so fráboðanin er, at rættilig ferð er aftur komin á samfelagið. Gunnleivur Dalsgarð fegnast um hesa gongdina. – Alt hetta gevur okkum bjartar vónir um, at fáa góðar sáttmálar uppá pláss í hesum árinum, tí e framgongd í samfelagnum, eigur tað eisini at vera pláss fyri lønarhækkingum, sigur hann. Hann sigur, at tað er sjálv­sagt, at framgongdin á samfelagnum fer at fáa ávirkan á lønarkrøvini. Formaðurin í Starvs­ mannfelagum sigur, at fel­agið fer fyrsta dagin at seta seg í sambandi við Fíggjarmálaráðið um tær kom­andu samráðingarnar og so við og við, sum summarið og heystið líður, fer gongd at koma á samráðingarnar. Sáttmálin gongur út 30. september, men hvørji krøvini verða, kann hann als onki siga um enn. – Hetta er eitt stórt herðaklapp til føroyskar kokkar, sigur Uni Gullfoss Kokkakapping Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið besti kokkur í Norður­ londum skal finnast í næsta mánaða, verður tað við einum føroyingi við dómaraborðið. Tað er Uni Gullfoss, kokk­ ur, sum er biðin um at koma til Ìslands at døma í eini stórari kapping, har bestu kokkarnir í Norðurlondum skulu dystast um heitið Ársins Norðurlendski Kokkur í 2006. Uni Gullfoss sigur, at hetta er eitt stórt herðaklapp til før­oyska matstovuyrkið og til føroyskar kokkar, tí teir, sum eru við í kappingini, eru teir bestu kokkarnir í Norðurlondum. Millum teir, sum eru við í kappingini, eru kokkar, sum áður hava vunnið sær heitið sum Ársins Kokkur í Íslandi og í Danmark, umframt topp-kokkar úr Finnlandi, Noregi og Svøríki. Føroyskir kokkar hava ongan­tíð verið við í eini slíkari kapping og hetta er fyrstu ferð, at føroyskur dómari er biðin at døma. Sostatt fer Uni Gullfoss at sita undir liðini á nøkrum av fremstu kokkum úr Austra­lia, Bretl­andi, Íslandi, Danmark, Finnlandi, sum eisini manna dómaraborðið. Tríggjar rættur Í kappingini skulu kokkarnir seta ein døgverða saman við trimum rættum. Forrætturin skal gerast úr íslendskum toski og finskum laksi. Høv­ uðsrætturin er íslendskur lambsryggur, donsk hara við bláberum úr Svøríki. Omaná skulu teir gera ein rætt burturúr íslendskari hvítu og norskum berum. Kokkarnir fáa so seks tímar og 40 minuttir at gera ein døgverða til 12 fólk burturúr áðurnevndu rávørum. Uni Gullfoss sigur, at kappingin er á eini stórari stevnu um mat í Reykjavík. Hann sigur, at hann var við at stovna føroyska kokkafelagið á sinni og tað er hetta felagið, sum er biðið um at tilnevna ein dómara til kappingina og valið fall so á hann. Men hann sigur, at tað er ein stór viðurkenning av føroyska matstovuyrkinum, at føroyskir kokkar eru bjóðaðir við. Tað er ikki so nógv ár síðani, at føroyska matstovuyrkið sum heild varð langt aftanfyri hini norðurlondini, men tað er ógvuliga nógv ment seinastu árini, serliga eftir at teir yngru kokkarnir eru farnir at leita sær heimaftur á klettarnar. Hann sigur, at hetta kann fáa stóran týdning fyri føroyska matstovuyrkið. – Fyri tað fyrsta verða vit góðkend av norðurlendska felagsskapinum. Samstundis her hetta eitt frálíkt høvi hjá føroysku matstovuvinnuni at vísa flaggið. – Vit hava eisini havt útlendskar kokkar higar og teir meta, at nú standa vit ikki aftanfyri hini norður­ londini, sigur Uni Gullfoss. Føroyskur kokkur boðin við í fínt selskap Uni Gullfoss er boðin við sum dómari í eini kapping, har topp-kokkar úr fleiri londum skulu kappast um heitið Ársins Kokkur í Norðurlondum 2006 Hava bjartar vónir um størri lønarhækking í ár Stendur í botni og tí mugu semingsmenninir traðka til Tað er eyðsæð, at framgongdin í samfelagnum fer at síggjast aftur í lønarkrøvunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð Tað stendur so fast í samráðingunum um tey 250 starvsfólkini hjá Føroya Tele, at sem­ ings­menninir eru bidnir um at koma upp í Sáttmála­sam­ ráðingarnar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað stendur heilt í botni í sáttmála­samráðingunum um teir 250 lim­irnar, sum Starvsmannafelagið hevur hjá Føroya Tele. Sáttmálin gekk út 1. mars og Gunnlevir Dals­garð sigur, at sam­ ráðingarnar ímillum Starvs­mannafelagið og Føroya Arbeiðs­ gevarafelag um nýggj­an sáttmála fyri fólkið á Føroya- Tele, hava verið í góðum og jaligum anda. Men tað var bara til partarnir fóru at tosa um løn, tí tá stóð fast. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Føroya Arbeiðs­ gevarafelag hevur tvíhild­ ið um, at lønin skal ikki hækka meiri enn í øðrum sáttmálum. – Men hetta kemur ikki uppá tal, staðfesatir hann. Hann sigur, at tað er eitt krav hjá Starvs­ mannafelagnum, at eftir­ lønarspurningin verður loystur hesuferð. Afturfyri er Starvs­ mannafelagið sinnað at gera longri sáttmála. Men ein longri sáttmáli kostar sjálvsagt eisini eyka, leggur hann afturat.