Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 52 - 14. mars 2006  Føroya Tele leggur nú síðstu hond á fyrireikingarnar at leggja nýggjan kaðal ímillum Føroyar og Skotland. Hetta er ein kaðal, sum gevur bæði føroyingum og hetlendingum heilt nýggjar møguleikar Tele-samskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er Føroya Tele í ferð við at leggja síðstu gond á fyrireikingarnar til at leggja ein nýggjan tele-samskiftis kaðal ímillum Føroyar og Skotland. Páll Vesturbú, stjóri í FT- NET, sum er eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele, sigur, at fyrireikingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis, at í næsta mánað er ætlanin at bjóða arbeiðið út at kanna botnin ímillum Føroyar og Hetland fyri at fáa greiði á, hvar tað er best at leggja kaðalin. – Ætlanin er so at gera tær kanningarnar í ár og at fáa úrslitið kannað. Næsta summar  er so ætlanin at leggja sjálvan kaðalin, sum kemur at liggja úr Havn og kemur á land í Hetlandi og haðani fer hann so víðari til Skotlands. Trygd hjá Føroyum og møguleiki hjá Hetlandi Hetta er ikki bara ein kaðal, sum gevur føroyingum eitt betri og tryggari telesamband við umheimin. Men keypa hetlendingar seg inn á kaðalin eisini, fer tað at geva teimum møgu­leikar, sum teir ikki hava í dag og tí eru eisini hetlendingur spentir uppá kaðalin. Hetlendingar hava ongan sjókaðal so teirra breiðband gongur yvir radiosamband. – Men keypa teir seg inn á nýggja kaðalin hjá Føroya Tele, fáa teir breiðband ígjøgn­ um kaðalin og tað fer at geva teimum tryggari samband og størri møguleikar fyri hægri ferð í framtíðini, sigur Páll Vesturbú.  Orsøkin til at Føroya Tele fer undir hendan kaðalin er fyri at bøta um og at tryggja telesamskiftið við umheimin. – Vit hava frammanundan FarIce kaðalin, sum gongur úr Íslandi til Føroyar og til Skotland. Men so hava vit eisini Cantat-3 kaðalin, sum liggur úr Kanada og Íslandi til Føroyar og fer víðari til Danmarkar og Bretland. Men Cantat-3 kaðalin er við at vera ótíðarhóskandi og nýggi kaðalin verður mest lagdur fyri í framtíðini at røkja sambandið, sum nú gongur ígjøgnum hann. – Vøksturin í breið­bands­ nýtsluni er so stórur, at tað er neyðugt at tryggja, at sambandi er álítandi og hendir tekniskt brek á einum kaðali, er neyðugt at hava aðrar møguleikar, so at sambandið er trygt all tíðina. Stjórin í FT Net sigur, at út yvir fipurkaðalin, hava bæði FarIce og Cantat-3 eisini el- veiting og forsterkara-útgerð sum er knýtt í kaðalin við jøvnum millumbilum á kaðalstrekkinum. – Men nú er tøknin batnað, so nú ber tað til at leggja ein kaðal upp á 400 kilometetrar, uttan at hava el-veiting í kaðalinum og forsterkarar á vegnum. Tað ger uppsetingina munandi einfaldari og bíligari, sigur hann og tí verður kaðalin lagdur til Hetlands á vegnum til Skotland. Kortini er talan um eina stóra íløgu, men Páll Vesturbú vil ikki seta tal á enn. – Enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu kaðalin verður fíggjaður og hvør verður við í fíggingini. Nýggi kaðalin hevur ikki fingið navn enn. Keypa hetlendingar seg inn á nýggja kaðalin, sum Føroya Tele fer at leggja næsta ár, fer tað at geva teimum munandi betri internetsamband Føroyskt- hetlendskt samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hetlendingar eru sera spentir upp á nýggja kaðalin, sum Føroya Tele fer at leggja ímillum Føroyar, Hetland og Skotland komandi ár og sum er umrøddur longur niðri á Portalinum. Tí keypa hetlendingar seg inn á kaðalin, fer tað at geva teimum munandi betri internetsamband enn teir hava nú. Hetlendingar hava bara Internet um radiosamband, men koma teir upp í nýggja kaðalin, fer tað at geva teimum munandi skjótari og tryggari samband. Og nú fylgja teir sera væl vil gongdini í málinum, skrivar Shetland News í dag. Ein talsmaður fyri het­ lendska menningar­grunn­ in, sigur, at tað hevði frøtt teir, kundi Føroya Tele givið teimum betri sam­ skiftismøguleikar. – Tað hevði verið eitt risafet framá hjá het­lend­ ingum. Tí hava vit ikki líka gott samband sum Bretland annars, verða vit afturúrsigld, sigur hann. Og hetlendski løgmaðurin, býðjur eisini Føroya Tele at vera vælkomnum. Hetta eru sanniliga góð tíðindi, sigur hann við Shetland News. Fara nú at kanna botnin ímillum Føroyar og Hetland Nýggi kaðalin skal tryggja føroyingum betri og álítandi telesamband við umheimin, sigur Páll Vesturbú, stjóri í FT-Net Føroyingar tryggja hetlendingum betri samband FarIce kaðalin hevur verið eitt álit, men nýggi kaðalin er meiri framkomin Nýtt kapp­ingar­ráð Lands­stýris­­maðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur valt nýtt Kappingarráð, sum skal sita næstu fýra árini. Í nýggja ráðnum sita Ingibjørg Berg, stjórn­málafrøðingur, Ingunn Eiriksdóttir, løgfrøðingur, Kári Petersen, bú­skaparfrøðingur, Leiv­ur Michelsen, bú­skapar­frøðingur og Hans Jákup Mikkelsen, búskaparfrøðingur. Ing­unn, Kári og Leivur eru øll nývald. Nýggja nevndin hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum formanni. tn