týsdagur 14. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2006
7
Mikukvøldið
verður varpað ljós
á evnið: ein góð
skúlabyrjan hjá
menningartarnaðum
børnum. Javni
stendur fyri
tiltakinum, sum
verður á trimum
støðum í senn
Menningartarnað
børn
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Á hvørjum ári skipar Javni
fyri økisfundum, har ljós
verður varpað á eitt ávist
evnið, sum hevur við
menningartarnað fólk at
gera. Í ár er yvirskriftin:
Ein góð skúlabyrjan hjá
menningartarnaðum bør-
num.
Annlis
Bjarkhamar,
sum er dagligur leiðari hjá
Javna, sigur við Sosialin, at
endamálið við tiltakinum
er, at geva foreldrum,
lærarum, pedagogum og
øðrum nøkur amboð til at
fyrireika skúlabyrjanina
hjá menningartarnaðum
børnum.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at tað er ómetaliga spennandi
at byrja í 1. flokki, bæði
hjá børnum og foreldrum.
Tað er byrjanin til eitt nýtt
tíðarskeið, og tað er við vón
um menning og trivnað, at
foreldur lata børn síni fara
um skúlagáttina á fyrsta
sinni.
– Hesar vónir hava foreldur
at
menningartarnaðum
børnum eisini, tó at tey eru
vitandi um, at teirra barn, í
størri mun enn onnur børn,
hevur tørv á eini innskúling,
sum tekur atlit til, at barnið
er menningartarnað, sigur
Annlis, og leggur afturat,
at um okkara fólkaskúli
skal rúma øllum børnum,
er neyðugt, at hann tekur
atlit til, at børn eru ymiskt
og hava ymiskan tørv.
– Skal menningartarnaða
barnið fáa eina góða
skúlabyrjan, er neyðugt, at
hon er væl fyrireikað og
fer fram í góðari tíð, longu
áðrenn fyrsta skúladag,
greiðir Annlis Bjarkhamar
frá. Og hon sigur víðari,
at innskúlingin eisini skal
fyrireikast í einum tøttum
samstarvi við øll tey, sum eru
partur av gerandisdegnum
hjá barninum.
Á økisfundunum fara
lærarar,
pedagogar,
foreldur og onnur við
servitan innan økið at geva
teirra boð uppá, hvat skal
til fyri at skúlabyrjanin
verður so góð, sum til ber
hjá
menningartarnaða
barninum.
Á trimum
støðum í senn
Annlis sigur seg vóna, at
nógv fólk taka av tilboðnum
og møta á fundunum, sum
verða mikukvøldið kl. 19.30,
á hesum støðum: Í Suðuroy á
Hotel Bakkanum í Vági, fyri
Eysturoynna og Norðoyggjar
í Studentaskúlanum á
Kambsdali og fyri Streymoy,
Sandoy og Vágarnar í
Miðlahúsinum í Havn.
Tey, sum koma at hava
upplegg í Vágu verða:
Rannveig Hovgaard, lærari,
Unn Michelsen, leiðari í
barnagarðinum Eikilund,
Emma Lisberg, pedagogur
og Jórun Midjord, foreldur.
Í
Studentaskúlanum
í
Kambsdali verða tað hesi,
sum fara at hava upplegg:
Lena Jacobesen, serlærari,
Jórun Niclasen, pedagogur,
Katrin Olsen, foreldur og
Katrin Haraldsen, foreldur.
Í Miðlahúsinum fara hesi
at hava upplegg: Rógvi
Thomsen, cand.pæd, Gudrun
W. Rasmussen, leiðari á
dagstovni, Birita Djurhuus,
lærari og Fríðbjørg Hammer,
foreldur.
Pengar eru ikki
nokk, um vit skulu
hjálpa børnum við
trupulleikum. Minst
líka umráðandi er tað,
at hjartað er við, so
hjálpin veruliga ger
mun. Hvussu vit best
skipa hesa hjálpina, er
evni á limafundi hjá
Føroya Pedagogfelag
hóskvøldið
Limafundur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hetta fram til summarfrítíðina
fer Føroya Pedagogfelag at
varpa ljós á ymisk faklig
evni á limafundum kring
landi. Fyrsti fundurin
verður nú hóskvøldi kl
19 á verkstaðnum Vón á
Argjum.
Heilhjartað hjálp
Á hesum fyrsta fundinum
verður tað Finnur Helmsdal,
sosialráðgevi, sum fer at
tosa um, hvussu vit best
skipa hjálpina til børn við
trupulleikum á ein hátt,
so hon bæði er fakliga
kompetent og heilhjartað,
umframt at øll familjan
verður tikin við. Finnur
skal á fundi í norðurlendska
fakliga felagsskapinum
hjá sosialráðgevum og
pedagogum í apríl til Noregs
at halda fyrilestur um hetta
evni, við serligum atliti til,
at skalt tú geva hjálp, sum
munar, mást tú hava bæði
hjartað og heilan við. Bert at
lata nóg mikið av almennum
pengum er ikki nóg mikið.
Jarvin F. Hansen, formaður
í pedagogfelganum vísir á, at
sum er, kundi henda hjálpin
til børn verið munandi
betri skipað, so størri
samanhangur var millum
tíðina áðrenn og aftaná at
barnið er byrjað í skúlanum.
Sum eitt fyrsta stig á leiðini
eru lærarar og pedagogar
byrjaðir at tosa um, hvussu
hetta samstarvið kann
leggjast til rættis. Jarvin
vísir á, at tá tað eitt nú snýr
seg um sosialar trupulleikar
hjá einum barni, eru ofta
fleiri ymiskir fakbólkar við
í arbeiðinum. Tað er tó ikki
nøkur loyna, at teir ymsu
fakpersónarnar ofta kenna
seg rættiliga einsamallan í
arbeiðinum, tí tvørfakliga
samstarvið er so avmarkað.
–Men hetta er trupulleikar,
sum væl kunnu loysast, sigur
Jarvin, sum fegnast um
nýggju stigini, sum verða
tikin til størri samstarv sum
heild á økinum
Meir sjónlig og
framsøkið
Komandi limafundirnir
kring landið hjá Føroya
Pedagogfelag eru millum
annað ein liður í at gera
felagið meir sjónligt, ikki
minst á ein meir framsøknan
hátt. Sjálvur heldur Jarvin,
at í so nógv orka ofta fer til
at sløkkja eldar, har nógv
kundi verið vunnið, um
vit vóru betri fyrireikaði
uppá støðuna. Við hesum í
huga fer felagið nú undir at
taka ymisk evni upp, sum
á onkran hátt røra seg á
yrkisøkinum hjá felagnum.
Á øðrum fundum fer
Firouz Gaini at tosa um
ungdómsmentan og Anna
Dam, lógfrøðingur, at tosa
um barnaverndarlógina.
Umframt hesar verður eisini
skipað fyri fundi í sambandi
við at Mogens Seider
vitjar felagið. Mogens er
útbúgvin pedagogur, og
hevur verið næstformaður í
Socialpædagogernes Lands-
forbund í 8 ár. Maud Wang
Hansen, pedagogur fer
seinni í ár at leggja úrslitið
fram av einari kanning um
eldrapolitik.
Hetta eru bert nøkur
av evnunum, sum Føroya
Pedagogfelag hevur valt at
umrøða, og vónar felagið at
limirnir fara at taka væl undir
við hesum limafundunum.
Næsti fundur verður
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði, har kjakcafé er
á skránni.
Pedagogfelagið:
Hjálp sum munar á breddan
Við komandi limafundunum
kring landið fer Pedagog-
felagið at markera seg sum
eitt meir framsøkið felag,
sigur formaðurin Jarvin F.
Hansen
Ein góð skúlabyrjan hjá
menningartarnaðum børnum
Annlis Bjarkhamar, dagligur
leiðari hjá Javna
Herfyri gav
Bókadeildin út
tvær forvitnisligar
bøkur til størri
børn – eina um
detektivarnar Lassa
og Maiu og eina
um fótbóltsgalnu
bjørnina Bjarna.
Eisini hava tey
smæstu fingið sín
egnu snøggu bók
um kroppin
Nýggjar bøkur
Fótbóltshetjan Bjarni
Fótbóltsgalin er ein stuttlig
og øðrvísi myndabók. Sum
so mong onnur er bjørnin
Bjarni eisini fótbóltsgalin.
Hægsta ynskið er at sleppa
at spæla við á liðnum
hjá Ludda og hansara
Tikararum. Teir lata
hann sleppa at venja við
teimum, men tað gongst
onki serligt hjá Bjarna, so
hann má sita á bonkinum
sum
eykamaður,
tá
Tikararnir spæla dyst
móti Leyvunum. Men
so ein dagin fær Bjarni
knappliga sín heilt stóra
møguleika. Uttan iva ein
bók, ið nógv kenna seg
aftur í. Bókin er væl egnað
til tey 4-7 ára gomlu. Colin
McNaughton skrivaði, og
Eli Hentze týddi.
Enn ein krimigáta fyri
Lassa og Maiu
Gimsteinagátan er fyrsta
bókin í eini røð av níggju
bókum við teimum báðum
Lassa og Maiu sum
høvuðspersónum. Onkur
hevur stolið gimsteinar
frá gullsmiðinum Muha-
mmed Karat. Tað er
mangt, sum peikar á, at
eitt av starvsfólkunum í
handlinum hevur framt
brotsgerðina. Løgreglan
stendur tó á berum, so
nú má detektivstovan hjá
Lassa og Maiu taka sær av
málinum. Sum tveir rættir
njósnarar lata Maia og
Lasse sum tey eru í starvi
hjá í gimsteinahandlinum
hjá Muhammed, og har
gongur mangt løgið fyri
seg …
Tað er Martin Widmark,
sum hevur skrivað, og
Sámal Kristian Jacobsen
hevur
týtt.
Hesar
spennandi bøkurnar eru
væl egnaðar til tey 8-10
ára gomlu. Tann næsta í
røðini kemur út í juni.
Gimsteinagátan er 76
bls., innbundin og Helena
Willis hevur myndprýtt.
Kroppur og sansir
Mín fyrsta bók um kroppin
er bók við fittum myndum,
sum umframt at seta navn
á likamslutir, eisini er um
sansirnar og lærir barnið
at seta orð á rørslur. Mín
fyrsta bók um kroppin er
væl egnað til tey smæstu,
hon er 36 síður í litum og
prentað á haldgott papp.
ave
Barnabøkur frá Bókadeildini:
Detektivar og fótbóltshetjur
Týskvøldið 21. mars kl.
19.30 verður skipað fyri
tónleikacafé fyri ung
yvir 14 ár á Klaksvíkar
Bókasavni. Tað verða
ungfólk, sum fara at
framføra, og tónleikurin
verður blandaður alt frá
rocktónleiki til klassiskan
tónleik. Tey, ið fara
at framføra, eru frá
Klaksvíkar Tónlistaskúla
og Klaksvíkar Horn-
orkestri. Eisini verður
høvi at hoyra ein
ungan rockbólk og ein
sangbólk.
Á caféini verður eisini
okkurt leskiligt at fáa.
ave
Kl. Bókasavn:
Tónleikacafé fyri ung