týsdagur 14. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 52 - 14. mars 2006
Hóast onkur vil
halda, at tær báðar
bygdirnar í Kunoyar
kommunu ikki hava
nakra framtíð fyri sær
í alheimsgerðini, so
prógvar gongdin tað
øvugta.
Fleiri tilsøgnir um
byggiloyvi eru givnar
í Kunoy. Og beint
sum tíðindatænastan
vitjaði borgarstjóran,
Heina O. Heinesen
ringdi ein maður at
spyrja um møgu-
leikan at ogna sær eitt
grundøki í bygdini.
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kunoy: Tú kemur koyrandi
úr Kunoyartunlinum, og løtu
seinni daga fyrust húsini í
Kunoy undan.
Lítið lív er at hóma í byg-
dini. Ikki eitt menniskja og
ikki ein koyrandi bilur at
síggja nakrastaðni.
Í fyrstu atløgu kann
tykjast, at í hesi bygdini man
neyvan vera lív lagað, nú ein
bæði tosar um alheimsgerð
og býargerð.
Her kann neyvan vera
nøkur framtíð, tí fólkini
munnu helst ynskja sær
at flyta út í heim ella inn í
næsta stórbý. Og nú koyrandi
verður úr bygdini og til ein
stóran part av landinum, –
tja, er nøkur orsøk at verða
búgvandi her?!
Við eitt steðgar tú upp. Tí
her á einum staði síggjast
tvey greið tekin um, at
Kunoy ikki er í bólkinum
av hóttum bygdum.
Nýggj sethús
Uttanfyri einum av nýgg-
jaru sethúsunum sæst ein
barnasúkkla. Og bara fáar
metrar hagani sæst næsta
teknið, sum skal mótprógva
gongdini, sum ein hevur sæð
so nógva aðrastaðni: Ein
brøyt er í ferð við at grava
út fyri enn einum nýggjum
sethúsum.
At hetta ikki bert er na-
kað sum gestsins gløgga
eyga sær, prógvar eisini tað,
sum borgarstjórin Heini O.
Heinesen sigur:
– Jú, tú hevur rætt. Fólka-
talið veksur spakuliga og fer
helst framvegis at gera tað.
– Hinvegin so mugu vit
staðfesta, at hóast fleiri
nýggj sethús eru bygd tey
seinnu árini, so er fólkatalið
kortini ikki vaksið eins nógv,
sigur borgarstjórin.
Tað vísir seg, at nógv av
gomlu húsunum í bygdini
standa hálvavegna tóm:
Tað eru ikki so nógv fólk í
hvørjum húsi, og flytir tí ikki
onkur yngri inn her, so verða
tey standandi tóm.
Tað vóru kanska tey sum
hildu, at lítið lív var lagað hjá
teimum smærru bygdunum í
Norðoyggjum.
Gongdin aðrastaðni vísir,
at fólk ynskja at búgva í
størri eindum, og mong
taka tí stigið og flyta inn til
stórbýin.
Men tá borgarstjórin í
Kunoy skal taka samanum,
so dugir hann væl at síggja,
at henda gongdin sæst
ikki so væl aftur í hansara
kommunu sum hon ger tað
í øðrum støðum.
Stóð illa til
Skal hann leita eftir orsøkini
til hetta, so er svarið eittans
og givið uppá forhond:
Tann 3,031 km. langi Kun-
oyartunnilin.
– Fyri meg er eingin ivi, at
kom tunnilin ikki í 1988, so
hevði neyvan staðið so væl
til her við fólki. Ja, so stóð
illa til, sigur Heini.
Uttan samanbering annars
so skilst á kunoyingum, at
uttan tunnilin so hevði
bygdin í dag verið meinlík
Svínoy, har fólkatalið er í
stórari afturgongd. Her hava
tey í dag sjóvegis samband
og tyrluna at líta á.
Áðrenn tunnilin kom
var bert samband hjá kun-
oyingum við umheimin
eftir sjónum nakrar ferðir
um dagin. Hóast ein bati er
í hesum frá fyrr av, tá báturin
bert sigldi tríggjar ferðir
um vikuna, so var hetta ikki
nøktandi fyri nútíðina.
Hetta veit Heini eisini. Tí
sum hann staðfestir:
– Tað tekur somu tíð at sigla
úr Kunoy til Klaksvík, sum
Uttan tunnil var
einki lív í Kunoy
– Kom tunnilin ikki til Kunoyar vóru vit í somu støðu sum Svínoy. So var vandi fyri
Hóast lítið lív er at síggja í bygdini, so boðar barnasúkklan og brøytin aftanfyri,
at her er lív – og verður lív í framtíðini
Mynd: Snorri Brend