týsdagur 14. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2006
9
tað tekur úr Hvannasundi til
Svínoyar. So her er eingin
munur.
– Men eg kann bara siga so
mikið, at uttan tunnil so var
eingin framtíð her í bygdini.
Hann kom í 11. tíma, sigur
Heini O. Heinesen.
Veruleikin er hinvegin, at
kom tunnilin ikki beint tá, so
hevði hann neyvan komið.
Fá ár seinni byrjaði nevniliga
búskaparliga kreppan.
Og tí er ikki vist, at
koyrandi hevði verið millum
Haraldsund og Kunoy í
dag!
Samband við
umheimin
Borgarstjórin í Kunoy
kann eisini fegnast um, at
fólkatalið í kommununi
veksur – um ikki skjótt, so
javnt og samt.
Í dag eru um 70 borgarar í
hvørjari av bygdunum, men
gjøgnum tíðirnar hevur hetta
talið verið skiftandi. Onkutíð
hava fleiri fólk verið í aðrari
bygdini, men so hevur hin
bygdin tikið yvir aftur.
Hyggur ein hinvegin eftir
talinum av sethúsum, so
hevur verið ein rættiliga
stórur vøkstur. Fyri eini 25
árum síðani vóru fá sethús
í Haraldsundi, men í dag
eru væl omanfyri 20 sethús
her.
Aftur her komu teir bet-
raðu møguleikarnir innan
samferðsluna kommununi
til hjálpar:
Tá tann 350 metrar
langa byrgingin kom um
Haraldsund kom í 1986
skaptust møguleikar hjá
fólki at búgva her og hava sítt
dagliga yrki í t.d. Klaksvík.
Tvey ár seinni kom so
tunnilin til Kunoyar, og tá
fekk henda bygdin eisini
veruligt samband við um-
heimin.
Ódýr grundøki
Sum støðan er í dag eru bert
fá arbeiðspláss í Kunoy.
So tað er neyvan av hesi
orsøkini, at fólk vilja seg
búgv her.
Tey flestu vilja búgva her,
hóast tey vita, at tey mugu
av bygdini, gjøgnum eitt
berghol, um eina byrging og
til Klaksvíkar fyri at finna
sær eitt arbeiði.
Hetta tykist neyvan vera
nøkur forðing. Kortini man
høvuðsorsøkin til hetta vera,
at grundøkini eru rímiliga
ódýr at keypa. Fleiri tilsøgnir
eur longu givnar fólki, sum
ynskja at búseta seg her.
Heini O. Heinesen upp-
lýsir í hesum sambandi,
at teir hava havt ein prís,
sum liggur um 100 kr. fyri
fermeturin – t.v.s. at ein øki
uppá 600 fermetrar kostar
einans 60.000 kr., og tá er
vegur og kloakk íroknað.
Ynskir ein at byggja í
Klaksvík er prísurin ein
heilt annar. Og tað kann vera
orsøkin til, at fólk ynskja
at búgva á einum staði og
arbeiði á einum øðrum
staði.
Ein fyrimunur hjá kun-
oyingum
og
komandi
kunoyingum er, at tunnilin
og hæddin á vegnum gera,
at tað er koyrandi til bygdina
alt árið.
Við í keypinum fáa fólk
eisini eina vakra og hugnaliga
bygd, við sera vøkrum út-
sýni yvir Kalsoyarfjørð,
Kalsoynna og suðuryvir.
Og tað er ikki at for-
smáa!
Tøk øki
Um nakrar fáar vikur fer
tann stórhendingin fram,
at koyrandi verður á fyrsta
sinni um Leirvíksfjørð.
Í Norðoyggjum eru
fólk farin at fyrireika seg
til tann 29. apríl uppá
ymiskar mátar innan
handilslív,
mentan,
politisk viðurskifti og
tílíkt.
Hvørja ávirkan hetta
ferðasambandið fer at
hava fyri fólkið er tað
sjálvandi eingin sum
dugir at meta um. Men
lítil ivi man vera um, at
hetta fer at fáa týdning
fyri alt økið.
Eisini í Kunoy eru tey
so smátt farin at merkja
til avleiðingarnar av hesi
hendingini. Um ikki
dagliga, so tykist tað
sum um fólk eru áhugað
at seta búgv í Kunoy.
Fyrimunurin hjá hesum
fólkum er, at øki eru tøk.
Og tí er ikki óhugsandi,
at ein fer at síggja fleiri
nýggj sethús í kommununi
í næstum.
Ja, ta løtuna vit stukku
inn á gólvið hjá Heina
ringdi fartelefon hansara.
Tá var tað ein áhugaður
í hinum endanum, sum
spurdi seg fyri um
møguleikan at ogna sær
eitt grundøki!
at bygdin snøgt sagt kundi doyð út, sigur Heini O. Heinesen
Mynd: Snorri Brend