Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 52 - 14. mars 2006 Í mong ár hevur fótbóltslandssliðið verið okkara am­bassa­dør­ur í útheiminum. Frægu úrslitini hjá landslið­ num hava sett Føroyar á heimskortið. Hetta byrjaði við sigrinum í Landskrona á sinni og var fortreytin fyri hesum sjálvandi tað stóra og góða arbeiðið, sum Fótbóltssambandið gjørdi til tess at fáa Føroyar altjóða viðurkendar sum sjálvstøðug fótbóltstjóð. Hóast fáar sigrar, so hava vit kortini kunnað víst á fræg úrslit móti fleiri av heim­sins bestu fótbóltstjóðum. Nú eru vit so við aftur í undan­kappingini til EM, har vit fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla ímóti fótbóltstjóðini av øllum, nevniliga Italia. Ein spennandi avbjóðing. Nú fótbólturin líkasum gekk undan, tykist tað kortini eisini at verða aðrar ítróttargreinar, sum kunnu seta okk­ um á heimskortið. Tað eru úrslitini hjá fræga og unga telvara okkara, Helga Dam Ziska eitt ítøkiligt dømi um. Hesin ungi telvarin úr Havn hevur einki minni enn tikið altjóða talvheimin á bóli. Bert 15 ára gamal hevur hann antin vunnið ella spælt javnleik móti fleiri mætum altjóða telvarum. Henda sigursrøð hansara tykist ongan enda at fáa, og í gjár megnaði hann at vinna á sterkum bretskum telvara, hóast heilsan bilaði. Vit ynskja Helga tillukku við flotta og framúr góðu úrslitunum. Føroyingar eru ernir av honum. Men vit ynskja eisini tí føroyska talvumhvørvinum tillukku, tí tað er m.a. hesum fyri at takka, at tað hevur eydnast at skapa veruligan áhuga fyri talvi – og ikki minst at menna dygdina í talvspælinum. Tað hevur nettupp ver­ið eitt av aðalmálunum hjá Talvsambandinum og teimum góðu drívkreftunum aftanfyri hetta meginfelag at skapa góðar, mennandi og eggjandi umstøður fyri talvi. Ein partur av hesum hevur verið at fáa kendar telvarar til Føroya og varð hæddarpunktið vitjanin av sjálvum heimsmeistaranum í talvi Kasparov fyri nøkrum árum síðani. Hóast stór tøk skulu takast fyri at kunna gera okkara telvarar til eins góðar og væl sæddar ambassadørar sum okkara fótbóltslandslið, so megu vit kortini staðfesta, at eisini føroyskt talv og føroyskir telvarar kunnu í framtíðini vera við til at seta Føroyar á heimskortið. Í báðum førum, tá talan er um fótbólt og um talv, so er felagsnevnarin tann at geva tí unga og komandi ættarliðnum góðar um­støður og eisini íblástur. Íblásturin skal m.a. koma frá vitjanum av góðum fótbóltsspælarum og telvarum og møguleikanum at kunna dystast ímóti teimum góðu – saman við eini dyggari og miðvísari venjing longu frá ungum árum. Helgi og føroyskir telvarar sum heild fáa okkara fulla stuðul í hesi spennandi menning, eini menning, sum tit ikki eru einsamallir um at fegnast um. Alt Føroya fólk fegnast um tykkara innsats og tykkara góðu úrslit. Haldið fram við hesum og gott í Talvssambandið, at tit eru so medvitandi um týdningin at geva teimum ungu gott í beinið so og so. DAGSINS MEINING Sosialurin Talvbrøgd við til at seta Føroyar á heimskortið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Søgufróður maður segði mær nú ein dagin, at hann einaferð hevði skrivað orð­ið, Sandágerði. Sverri (Dahl) í Sandagerði gjørdi tá vart við, at tað rætta navn­ ið er Sandagerði! Í goml­ um skjølum stendur eis­ini Sandegierde (ikki Sandaa­ gierde). Á Argjum hava vit altíð sagt Sandagerði. (Tað munnu havnarfólk og øll onnur eis­ ini siga). Í málsligari hug­ móð mundi eg halda, at Sandá­gerði var rættari sum skriftmál, kanska tí, vit á Argjum hava Sandágøtu og Rosságøtu!? Gerðið við Sandá er sostatt ikki líka rætt sum gerðið við sandin (ella sandarnar). Gerði merkir trøð ella bø­stykki. Meginparturin av Sandagerði er í Havn; ein lítil partur er tó eisini á Argjum (beint uttan fyri Sandá, niðri á bakkanum). Altso: Sandagerði, eins og Sandavágur! Annars sá eg ársins fysta tjaldur á Sandagerðisnesi tann 20. februar! Sandagerði man vera tað rætta! Eyðun á Borg Føroyskt er ikki eitt eindar­ mál, men fleiri dialektir (variatiónir) av sama máli. Ongin av hesum dialektum hevur framíhjárætt framum nakra aðra til heitið “rætt føroyskt”; allar eru “rætt før­oyskt” bara í hvør síni út­gávu Ein tann mest ógvusligi munurin á føroyskum dia­ lekt­­um, og sum být­ir før­ oy­ing­ar upp, í forhold­in­­um 60/40 er úttalan av tví­ljóðs­ bókstavinum ei-, har uml. 60% siga ai- og hini uml. 40% siga oi-. Í upprunaligum føroyskum orðum er hetta ongin trupul­ leiki, tí eitt orð sum t.d. meira verður av einum havn­ armanni úttalað maira og av einum klaksvíkingi moira. Øðrvísi er við fremm­ anda­orðum/-nøvnum. Tá t.d. eitt danskt orð sum kaj festir rót í føroyskum (og 100% av føroyingum nýta upprunaligu donsku úttaluna kai) so ber ikki til at stava orðið út frá ai- úttaluni hjá áðurnevndu 60%, tvs. kei, tí hendan stavsetingin blívur jú úttalað koi á norðanmáli, í tráð við føroyskar málreglur. Man hevur tí valt at stava orðið beint fram kai á før­oysk­ um. Sama er við navninum á mánaðinum Maj, sum stavast Mai á føroyskum, o.s.fr. Skúlbókagrunnurin gjørdi ein “Mega feil” tá ið so­kall­ aða “føroyska” heimskortið bleiv útgivið. Á hesum heims­ korti, sum bara uml. 60% av føroyingum kunnu lesa uttan at fáa nøvnini skeivt í hálsin, hava óteljandi lond fingið navnabroyting, sæð við norðaneygum. Tailand er blivið til Toiland (Teiland), Paraguay til Paraguoi (Para­ guei), Malaysia til Maloisia (Maleisia) o.s.fr. Ógvuliga tápuligt og beinleiðis stavi­ feilir í mínum eygum. Var heimskortið ikki ætlað øllum føroyingum? Um vit skulu hava eitt fe­lags føroyskt skriftmál, sum tekur hensyn til allar tær føroysku dialektirnar, so finst bara ein røtt stavseting fyri felags ai- ljóðið hjá øll­ um føroyingum, og hon er beint fram, ai-. Hesi fremmandu nøvn eiga tískil at stavast soleiðis á (felags-)føroyskum: Ukraina, Paraguai, Malaisia, Uruguai, Brunai, Taivan, Ja­maika, Himalaia o.s.fr. So verður úttalan tann sama, fyri bæði havnarmannin og klaksvíkingin. Ukraina, ikki Ukroina (Ukreina) Tórshavn Dagfinn Højgaard Vit eru vorðin varug við, at á tíðindaportalinum www. portal.fo og í viðmerk­ing­ unum til lógaruppskot hjá Miðflokkinum, standa orð­ ingar, sum kunnu geva ta fatan, at Hagstova Føroya hevur upplýst Miðflokkin um talið av húskjum ella familjum skift á barnatal. Hetta er ikki rætt. Gerast má staðiliga vart við, at tað ber ikki til at gera hagtøl um húski í Før­ oyum, tí onki skrá­setingar­ grundarlag er undir slíkum uppgerðum. Tað er ikki sambært upp­ lýsingum frá Hagstovuni, tá Portalurin m.a. skrivar at »Í Føroyum eru tað 456 húski, sum eiga minst fýra børn«. Tað er heldur ikki sam­bært upplýsingum frá Hagstovuni, tá Miðflokkurin í viðmerkingunum til lógar­ uppskotið m.a. skrivar, »at 11.864 børn u. 19 ár vóru í familjum við færri enn fýra børnum«. Í Føroyum er ikki skrá­ set­ingargrundarlag til at stað­festa hvørki familju­ sam­anseting ella saman­set­ ing av húskjum, tí ongar upp­lýsingar eru um neyvan bústað hjá fólki. Av tí sama ber ikki til at staðfesta, um børnini búgva saman við mammuni ella pápanum, ella um mamman og pápin búgva saman. Hagstovan hevur, eftir um­bøn, upplýst fyri Mið­ flokkinum talið á mammum og hvussu nógv børn teirra búgva í somu bygd sum mamman 1.januar 2005. Hetta gevur ikki grundarlag til hagtalsliga trúverdar met­ ingar av stødd av húskjum ella familjum. Ongi hagtøl um húski Hagstovunnar vegna Hermann Oskarsson