týsdagur 14. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2006
11
Viðmerkingar til grein
ina hjá Áka Bertholdsen
og til okkara umboðan á
tingi.
Hettar ljóðar sera áhugavert;
men ikki fyrr enn 2013, álv
ara tos!
Tað tykist sum, at Sam
bandsflokkurin nú skal hava
æruna fyri, at vegurin verður
gjørdur, og tí eru nakrar við
merkingar gjørdar, ið vísa til
hvussu nógv ein politiskur
flokkur kann sova og hvussu
leingi. Samfelagið byrjaði
av álvara at útbyggja sam
ferðslukervið í 1970, tá í
Atli P. Dam sáli, gjørdist
løgmaður.
Spurnartekin kunnu
tí setast við fylgjandi:
1. Eru hesi umleið 2000
fólkini á vestara armi so glað
fyri at bíða líka til ár 2013,
áðrenn tey fáa ein veg, ið
vinnulívið og øll vit onnur
kunnu brúka?
2. Hví er ikki ein verklags
lóg gjørd beinanvegin, tá
Sambandsflokkurin kom
til um tað nú er so, at teir
nú skulu hava æruna fyri
vegin?
3. Áki skrivar, at vega
strekkið er liðugt í 2008/2009
(Strendur-Skála). Var á ein
um fundi í bygdahúsinum
á Strondum herfyri, har LV
kunnaði um ætlanina og
skilti eg á lagnum, at teir,
ið gera vegin nú, longu eru
lidnir á sumri 2007. Hví skal
so bíðast til 2009?
4. Hví eru vit komin
heilt til 2006, áðrenn Sam
bandsflokkurin vaknar? Var
ikki brúk fyri vegnum í 1980
til dømis ella ...... hvat ár eg
nú skal nevna.
5. Økið, vestara síða er
seigpínt á vinnulívsøkinum.
Eingin vinnulívsmaður við
síni fullu fimm fer at hava
treylarar koyrandi ímillum
Skálabotn og Strendur,
tá hann veit, at fimti hvør
túrur endar í grøvini og
einum knústum bili! Hví
hevur Sambandsflokkurin
ikki sæð hettar fyrr enn nú?
Hvat hevur fingið eyguni at
opnast, sum á kettlinginum,
tá hann er viku gamal? Per
sónliga eri eg sera skuffaður
um, at flokkurin í tí stóra og
heila ikki hevur loyst hetta
mál fyri langt síðan; men
atkvøðurnar flógva fram
vegis í posanum, hóast
vestara síða ongan veg fær
fyrr enn 2013! Sambands
flokkurin, 2013 er avgjørt
ikki gott nokk eftir míni
metan! Sambandsflokkurin
hevur so ruddiliga sovið í
tímanum, hetta meti eg, er
sera skuffandi.
6. Hvussu leingi var tað
nú at vit høvdu umboðan á
tingi, og hvat gav tað? Er
tað gott nokk, at valevni
sita á tingi í nógv Harrans-
ár og so at siga bert eru
landspolitikkarar. Onkur
kann kanska halda, at tað
eru kommunu-politikararnir,
ið skulu syrgja fyri, at
gongd kemur í. Kommunu-
politikarar byggja ongan
landsveg, kunnu kanska
ávirka ein landspolitikara,
men tað hjálpir lítið, tá
kommunal-politikarin eisini
er sambandsmaður og tí
ikki sær skógin fyri berum
trøum, hann er jú vanur við
trillibøruna, og hon passar
fínt á vegin, hví so heita á
ein lika so blindan lands-
politikarar, og hvat skal
áheitanin vera um?
7. Knappliga er tað ein
Leirvíks-tunnil, ið hevur
vakt onkran smbandsmann.
Stórar yvirskriftir bæði í
bløðunum og legg merki
til, eisini í Dag og Viku, at
nú skal Sambandsflokkurin
syrgja fyri, at leirvíkingar
fáa ein tunnil! Legg merki
til, at eg avgjørt ikki havi
nakað ímóti, at tey fáa tunnil.
Spurningurin frá mínari
síðu er, hvar vóru tær stóru
yvirskriftirnar skrivaðar av
Sambandsflokkinum, tá
ráddi um vegin Skálabotnur
– Strendur?
8. Eg kann best lýsa tykkum
støðu Sambandsfloksins við
at vísa til bókina hjá Heðin
Brú »Tað stóra takið«.
Sambandsflokkurin er tann
gamli bóndin, ið vil hava alt
á vestaru síðu at vera sum tað
altíð hevur verið, ímeðan eg,
sum kommunal-politikari, í
hugsunarhátti og vilja til
at nakað skal henda, eri at
rokna sum bygdarfólkið,
lærarin og sýsluformaðurin,
tey vildu altíð adoptera eitt
gott framburðs-uppskot, ja
kanska enntá skumpa undir
fólkið soleiðis, at nakað
hendir og tað skuldi verða
skjótt. Les so bókina at enda
og samanber so bygdina
frá byrjan til enda; men í
tíni samanbering, skalt tú
ikki gloyma, at bóndin er
Sambandsflokkurin. Hvør
kom betur frá tí, bóndin ella
bygdin?
Ætlan mín við hesi grein
er, at vekja flokkin, sum
hevur livað av stemmunum
á vestaru síðu, líka síð
an Sambandsflokkurin var
stovnaður. Umboðanin hevur
lokalpolitiskt ikki verið góð
nokk, og tí sita vit sum vit
sita. Hava ein veg, sum í
støðum kann brúkast! Ein
kemur næstan til at hugsa
um veðurtíðindini. Í støðum
er vegurin brúkiligur men...
2013 er ikki gott nokk!
Tað er vandamál, at ein til
vildarligur persónur sleppur
í so ríkiligt mát at siga og
meta um, hvat er list, og hvat
hon ikki er Hvat er gott og
hvat er vánaligt?
Í meting síni av málninga
framsýning í Focus, sum í
hesum døgum hýsir Frits
Johannesen, legði Kinna
Poulsen seg á ein heldur
negativan bógv: Frits var
amatør og málaði fjákutar
krokudillur til eitt virði av
tveimum stjørnum.
At siga, at Frits er
amatørur – og at siga at
Frits er autodidaktur ella
sjálvlærdur, er hvør sítt. Ser
liga tá ið hugsað verður um
tað negativa rákið, sum búið
undir útsøgnini.
Frits málar ikki bert máln
ingar, hann málar skaldskap
og aftanfyri hvønn málning
liggur ein longri søga, sum
Kinna kundi ómakað sær at
spurt um.
Minnist ein málning, Frits
málaði á listaskúlanum, hann
gekk á í Danmark.
Myndevnið var: Ein hend
ing og eitt upplivilsi.
Myndin var av nøkrum
muslimskum
kvinnum,
sum tú sást bakið á, sitandi
í einum av býarbussunum
í Keypmannahavn. Ein
maður stígur inn í bussin.
Hetta er William Heinesen.
Í speglinum sært tú, at buss
førarin er Niels Midjord
(Niels á Høvdanum, sum
vit plaga at siga).
Tá ið skúlafelagarnir hjá
Frits spurdu, hvat máln
ingurin ímyndaði, mundu
teir og lærarin ikki komið
yvir hugflogið og sjálvsomu
samansetingina, sum var
rámandi saman við teirri
søgu, sum Frits greiddi frá.
Tí er ein mynd ikki
bert eitt málað lørift!
Kinna kundi ómakað sær
at spurt um “innihaldið”
í málninginum. Hví er
krokudillan fjákut í eygum
Kinnu? Skuldi tað kanska
heldur verið ein geldær frá
heimliga umhvørvinum? –
Hevði hon passað betur inn í
hugaheimin hjá Kinnu? Ella
hóskar krokudillan kanska
betri til klaveriaturið og
samansetingina av myndini
annars?
Vincent van Gogh var
ikki lærdur málari! Hann
var “amatørur”! Sama var
við Paul Gauguin.
Per Kirkeby er geologur
– ikki lærdur málari – Bjørn
Nørgård heldur ikki!. Teir
eru glaðir “amatørar”! (væl
vitandi, at teir hava gingið
á X-skúlanum – ikki á aka
deminum).
Torbjørn Olsen, Anker
Mortensen
og
Bárður
Jákupsson eru ikki útbúnir
– Soleiðis kundi eg hildið
áfram..
Tað óhepna við Kinnu
er, at hon er so einsamøll
í ummælaraleiklutinum:
Hon er allastaðir, í bløðum,
útvarpi og sjónvarpi. Á
henda hátt kann hon tykjast
“almóðirlig”, alvitandi og
mátsetandi fyri, hvat góð
list er.
Eg ivist tó onga løtu í, at
Frits og fleiri við honum,
sum Kinna kallar amatørar,
hava lisið hópin meira um
list og listasøgu, enn Kinna
hevur lisið.
Og so at seta Dávids-
stjørnu ella eina aðra á, sum
mátieind – á eina málninga-
framsýning, tað tykir mær
ósømiligt, undarligt og meir
kommersialiserað, enn gott
er.
Tað plagar at verða tikið
til, at “Tú býrt í glashúsi”.
Soleiðis haldi eg kann
sigast í hesum føri. Tað er
vandamál at gríta við gróti
í listaheiminum. Tí skalt tú
vanda tær um, tá ið tú kallar
listafólk, sum tey flestur eru
góður við og síggja upp til,
fyri amatørar.
Tó kann vera, at Frits
ikki passar inn í glashúsið,
har bert tey hámettu og
lystinlærdu halda til saman
við Kinnu. Ivist bert í, um
Frits er so illa farin av teirri
grund.
Frits er sjálvlærdur og
hegnigur á sínum málninga
palli. Hann hevur nógvar
fyrimyndir, men er tó – í
øllum, hann ger – sín egin.
Eg eri komin nógv í mál
ingarúm hansara gjøgnum
árini. Har hópast ikki upp
við málningum – Teir verða
seldir, so hvørt teir eru
lidnir. So onkrum hóvar
teir! Ja, eg veit um fleiri,
sum eru góð við teir, og
kalla teir fyri “sálina” í
heimum teirra. Hesi mugu
so bara vera reinir amatørar
ella bara glaðir amatørar á
njótarastigi!?
Tað hoyrist, at Frits hev
ur selt at kalla allar máln
ingarnar í Focus. Tí mugu
vit ásanna, at øll tíbetur ikki
eru samd við Kinnu.
Frits er ein glaður “ama
tørur”, sum kann kveikja
lív í ta mest vandamiklu
“krokudilluna” til gleði fyri
okkum vanligu deyðiligur.
Og tað fegnast vit um. Hetta
nýtist Frits heldur ikki at vera
vánaligur listamaður av.
Betur er bøtandi hond
enn spillandi tunga, kundi
tú eisini sagt – Serliga við
ein amatør.
Eg kann ikki bara mær
at heita Kringvarpið, um at
vanda sær betur um “mál
ið”.
VIÐMERKINGAR
Vegurin ímillum Skála og Strendur gerast liðugur!
Tummas Eli
Høj Joensen
Kinna, Kinna – tú gert tær ónáðir og stríð av mongum;
tá ið tú gevur fólkinum tað, sum Kinna vil hava
Dávur
Winther
Myndin er sett saman av einum amatørfotografi, Dáva
Winther